hósdagur 7. januar 2016síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JANUAR 2016
SOSIALURIN 3
5
Her er nýggi Skúlin á Fløtum
S
o er vinnarin av hugskots
kappingini um nýggja Skúl
an á Fløtum í Havn funnin.
Tórshavnar
býráð
samtykti mikukvøldið einmælt –
eftir tilmæli frá mentamálanevnd og
fíggjarnevnd – at staðfesta úrskurðin
og innstillingina hjá dómsnevndini
fyri Skúlan á Fløtum. Vinnandi upp
skotið gjørdist »Eindirnar í heildini«,
sum toymið við Árna Winther arki
tektar, ZETA architects, SMJ og LBF
hava gjørt.
Tað var á heysti í fjør, at Tórs
havnar kommuna bjóðaði til hug
skotskapping um nýggja Skúlan á
Fløtum. Fýra ráðgevaratoymi vóru
undangóðkend at luttaka og fóru í
gongd 26. oktober 2015.
Hugskotini vórðu latin inn 18.
desember 2015.
Ráðgevaratoymini vóru:
• Elvi (Selmar Nielsen Arkitektar,
Ósbjørn Jacobsen Arkitektar, LBF og
SMJ)
• BIGKONTRAST (BIG-Bjarke
Ingels Group, Kontrast byggilist og
byggifrøði, LBF, SMJ)
• Árni Winther arkitektar, ZETA
architects, SMJ og LBF
• MAP Arkitektar, Arkitektar 99,
LBF og PB-Consult
Hugskotskappingin byggir á byggi
skránna fyri Skúlan á Fløtum, ið
Tórshavnar býráð samtykti 21.
oktober 2015. Byggiskráin lýsir allar
neyðugar fortreytir, námsfrøðiligu
viðurskiftini og eisini tey teknisku
viðurskiftini í sambandi við bygging
av tí størsta fólkaskúlanum higartil
í kommununi, sum kemur at vera
karmur um skúladagin hjá umleið
850 skúlabørnum og umleið 100
starvsfólkum.
Døming
Uppskotini eru mett eftir hesum
metingartættum:
Arkitekturur – snið og
funktionalitetur (telur 25%)
Byggibæri (telur 20%)
Samsvar við byggiskránna (telur
20%)
Ráðgeving og ráðgevingarkostnaður
(telur 10%)
Mettur byggikostnaður (telur 25%)
Samlaða úrslitið er grundað á stig
geving fyri 36 ymiskar undirspurn
ingar í teimum 5 metingartættunum.
Dómsnevndin hevur verið
mannað við bygginevndini, har lim
irnir eru:
Sigurð Ó. Vang, formaður
Katrin Ellingsgaard, málsviðgeri
Helena Dam á Neystabø,
býráðslimur og forkvinna í
Mentamálanevndini
Bjørghild Djurhuus, býráðslimur
Jákup Dam, býráðslimur
Eyðna Justinussen, fíggjarleiðari
Mikael Viderø, tekniskur stjóri
Birita Wardum, býararkitektur
Brot úr dómsnevnar
álitinum:
Yvirornaða niðurstøðan hjá dóms
nevndini er, at hugskotskappingin
hevur verið væleydnað.
Ymisku loysnirnar, sum hug
skotini fevna um, spenna millum
tað lítillætna og tað stórsligna, skúlar,
sum vilja síggjast og markera seg
í økinum, og skúlar, sum meir ella
minni leggja seg í lendið í mun til at
standa fram og markera seg í økinum.
Fleiri av uppskotunum arbeiða við
lendinum sum sjálvsagdur partur
av bygninginum og harvið samlaðu
upplivingini í økinum.
Dómsnevndin metti m.a., at
vinnandi uppskotið er besta svarið
upp á kappingina. Ein skúli við einum
tilvitaðum bygningskroppi, ið skapar
sín egna samleika. Góða skipanin
og innrættingin av virkseminum
í skúlanum gevur undirvísingar
rúmunum dagsljós og sostatt eisini
útsýni á grannalagið.
Uppskotið smæðist ikki burtur,
men á ein háfloygdan og einfaldan
máta leggur reini bygningskroppurin
seg í lendið og torir at vera sín egin
og bjóðar samstundis grannalagnum
vælkomnum. Dómsnevndin metir,
at uppskotið við sínum sermerkta
skapi ger vart við seg, ikki bara í
nærumhvørvinum, men eisini sum
býarmerki fyri høvuðsstaðin og
Føroyar. Uppskotið er væl lýst og
áhugavert sum dømi um fólkaskúlan
sum eitt serstakt, markant og djarvt
merki í umhvørvinum.
Bygningsskapið loyvir eini livandi
og liðiligari innrætting, sum dóms
nevndin sær nógvar dygdir í. Upp
skotið er sannførandi við eini greiðari
planloysn og einum longdarskurði,
sum á ein tignarligan hátt sjóðar
saman ymiska virksemið í skúlanum.
Framsýning
Í dag, fríggjadagin 8. januar, klokkan
15 verður almenn samkoma í Tilhald
inum, har høvi verður at síggja tey
fýra uppskotini.
Framsýningin verður opin yrka
dagar kl. 13-17 til og við 22. januar 2016.