hósdagur 7. januar 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JANUAR 2016
SOSIALURIN 3
6
PERSÓNSSØGA
VEKTIN
ÁVIRKAÐI
TRÚNNA
Prestur
BARBARA HOLM
S
ólin skínur oman og niðan
hendan vakra morgunin
í januar. Hóast enn árla á
morgni, so hevur Ann fingið
nógv burturúr degnum. Hon hevur
vant í venjingarhøli, gjørt sær heilsu
góðan morgunmat og spákað sær
oman í miðbýin.
Fyri einum ári síðani, hevði hetta
helst sæð munandi øðrvísi út.
2015 var ein buldrasligt ár fyri Ann,
men tá ið avtornaði kann staðfestast,
at hon vann á vektini.
Tað byrjaði við einari jólagávu frá
pápanum.
Klænkiskeið í jólagávu
Tá ið Ann Dahl Hansen lat upp jóla
gávurnar jólaaftan í 2014, var ein
serstøk gáva undir jólatrænum, sum
skuldi vísa seg at vera besta gávan
nakrantíð.
– Eg fekk eitt gávukort til Faroe
Fitness til eitt klænkiskeið, sum
skuldi byrja 13. januar. Tað fekk eg
frá pápa, og beinan vegin fór eg at
fyrireika meg mentalt uppá at leggja
lívsstílin um, sigur Ann Dahl Hansen.
Familjulimir hjá Ann vóru bangnir
um heilsu hennara, tí vektin vaks og
vaks, meðan Ann ikki megnaði at
taka annað skinn um bak.
Men hendan gávan var júst
sparkið, sum Ann hevði tørv á.
Jólafrítíðin fóru við at fyrireika
seg mentalt, og júst tær mentalu
avbjóðingarnar eru tær, sum eru
truplast at loysa.
– Tann størsti lærdómurin eg havi
fingið er, at tá ið umræður at klænka
seg, so er tann størsta avbjóðingin tað,
sum liggur millum oyruni. Hvussu tú
hugsar um tína vekt og tað at klænka
teg, er alt avgerandi, sigur Ann Dahl
Hansen.
Tann 13. januar byrjaði skeiðið í
Faroe Fitness, og byrjanin var sum
vera man nakað strævin.
– Eg føldi meg so sera býtta, tá ið
eg byrjaði at venja. Kendi tað sum, at
øll hugdu eftir mær, sigur Ann.
Men við hollum stuðli frá mann
inum bar tó til at koma víðari frá
býttleikakensluni.
– Eg veit ikki um eg hevði farið, um
hann ikki kom við. Men tá hann var
har, so kendist tað sum, at eg kundi
altíð lena meg uppat honum, um eg
kendi meg illa ella tað gjørdist ov
hart, sigur Ann.
Skjótt fór Ann frá tankanum um,
at tað var flovisligt, og ístaðin nýtti
hon fulla orku uppá seg sjálva og sína
venjing. Men tað var eisini hart.
Kendi meg egoistiska
Í starvinum sum prestur er enda
málið millum annað, at tú vísur um
sorgan fyri øðrum í alskyns truplum
og minni truplum støðum. At vísa
umsorgan og seta sínar egnu kensl
ur til viks, er kanska tað, sum lýsir
prestastarvið best.
Um nakrar
mánaðir vil eg
fegin viga 10 kilo
minni. Megni
eg tað, so eri eg
komin niður á
tað vekt, sum er
hóskandi til mín«
– Vit prestar skulu vera fyrimyndir og tað stendur eitt skrift
stað, at vit eru tempul hjá tí heilaga andanum. Men hvør fyri
mynd var eg? Og hvat var tað fyri tempul eg bjóðaði heilaga
andanum, spyr Ann Dahl Hansen, prestur. Hesir tankar og aðrir
við vóru orsøk til, at hon í januar í fjør fór undir at klænka
seg. Í dag – 35 kilo seinni – sær verðin heilt øðrvísi út
Framhald á næstu síðu
Ann Dahl Hansen
– Eg kom fram til, at fyri
at vera nakað fyri onnur,
so mátti eg eisini vera
nakað fyri meg sjálva, og
tað kann eg so bara nikka
játtandi til nú, 35 kilo seinni,
sigur Ann Dahl Hansen
MYND: ÁLVUR HARALDSEN
MYND: PRIVAT