hósdagur 7. januar 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JANUAR 2016
SOSIALURIN 3
8
PERSÓNSSØGA
Og tí var torført at fara undir eina
ætlan, sum bert hevði til endamáls at
hjálpa Ann sjálvari.
– Eg fekk mangan ringa samvitsku
í byrjanini. Eg hugsaði, at hetta var
nakað eg bert gjørdi fyri meg. Er tað
lov?, spyr Ann.
Ann gjørdi sær nógvar tankar
um hesa kenslu, og kom fram til,
at neyðugt var at gera okkurt, sum
kanska kendist á markinum til
egoistiskt.
– Eg kom fram til, at fyri at vera
nakað fyri onnur, so mátti eg eisini
vera nakað fyri meg sjálva, og tað
kann eg so bara nikka játtandi til nú,
35 kilo seinni, sigur Ann.
Hon setti sær tó tíðliga fyri, at
hóast tað kendist egoistiskt, so var
neyðugt, at ongantíð lata venjingina
ávirka børnini. Tí ein tími í venjingar
hølunum kann merkja ein tíma
minni saman við børnunum.
– Eg setti mær fyri at venja um
morgunin, júst sum børnini fóru í
skúla, og tað geri eg enn, sigur Ann.
At byrja við var ætlanin at venja
tríggjar ferðir um vikuna, men sum
vera man fekk Ann blóð uppá tonn
ina, so størsti parturin av 2015 fór við
at venja fimm ferðir um vikuna.
Eg misti tamarhaldið
Nú Ann skal líta aftur á 2015 og ger
andisdagin við teimum eyka 35 kilo
unum, rennur henni til hugs tað
innaru fatan hon hevði av sær sjálv
ari.
– Eg kendi tað sum, at eg hevði
mist tamarhaldið á mær sjálvari.
Og tað var ein ræðulig kensla at
sita við. Tí av natúru eri eg ein so
kallaður »kontrolfreak«, og at missa
tamarhaldið á mær sjálvari má sigast
at vera eitt niðurlag av teimum heilt
stóru, sigur Ann.
Eins og nógv onnur kendi Ann
tað sum, at sera nógv fokus var á
kropsideali, og miðlar av øllum slag
vísa myndir av, hvussu ein kvinna
eigur at síggja út. Men tað var lagt
burturi frá tí, sum Ann sá í spegil
inum.
– Tær niðurstøður, sum verða
gjørdar um fólk, ið viga ov nógv,
eru mangan ógvuliga ósympatiskar.
Fólk halda, at yvirvektig eru dovin,
ófantalig, at tey ikki megna gerandis
dagin og so framvegis, sigur Ann.
At viðurkenna, at tamarhaldið á
egnum kroppi var farið, var torført
men neyðugt, heldur Ann.
– Tað sigur seg sjálvt, at tað tyngir
at viga so nógv. Um eg hugsi aftur á
tíðina, so minnist eg eisini, at eg var
sera sjálvkritisk, og hevði tí trupult
við at stilla meg fram í mínum starvi.
Eg kendi tað sum, at eg helt aftur, og
ikki fyrr enn nú síggi eg, hvussu nógv
eg í veruleikanum helt meg aftur,
sigur Ann.
Og tá ið umræður lívið sum prest
ur, so var tað ikki einans í løtum, tá ið
Ann skuldi halda fyrilestrar uttanfyri
kirkjutíð ella líknandi, at vektin
ávirkaði starvið.
– Vektin og sjálvsfatanin tá ávirk
aði eisini mína trúgv. Tí hvør fyrimynd
eri eg, um eg einki tamarhald havi á
mær sjálvari. Tað hugsaði eg mangan
um, sigur Ann.
– Í skriftstaðið stendur eisini, at
vit eru tempul hjá heilaga andanum.
»Hvat tempul er tað eg bjóði heilaga
andanum«, spurdi eg mangan meg
sjálva um, minnist Ann aftur á.
Tað vóru hesir og aðrir tankar
við, sum saman við gávubrævinum
til klænkiskeið løgdu lunnar undir
eina nýggja byrjan í januar í fjør.
Og hóast nøgdsemi er stórt í dag,
so vóru løtur í tilgongdini, sum vóru
harðari enn aðrar.
Kendi meg ófólkaliga
At størsta avbjóðingin í at klænka seg
liggur millum oyruni, fekk Ann av
álvara innlit í, tá ið hon skuldi leggja
matvanarnar um í januar í fjør.
Hugnaløturnar við drekkamunni
blivu av álvara broyttar. Og tað í sær
sjálvum viðførdi eina uppgerð við,
hvat tað er at hugna sær.
– Eg varnaðist hvussu nógvar
kenslur eru knýttar at mati. Til dømis
minnist eg sum smágenta, at tá vit
hugnaðu okkum heima, so ótu vit
okkurt afturvið einum drekkamunni.
Og sum vaksin havi eg altíð roynt at
hugna og hjúkla um tey rundanum
meg, og tí var torført at skera niður
uppá matin og teir hugnaligu drekka
munnarnir, sigur Ann.
Hon varð noydd at gera upp við
ymiskar kenslur og mynstur í ger
andisdegnum, og tað ávirkaði alla
familjuna.
– Tað er eingin ivi um, at tá ið
ein í einari familju ferð undir slíka
lívstílsbroyting, so ávirkar tað alla
familjuna. Og soleiðis var eisini hjá
okkum, sigur Ann.
Í byrjanini var tað trupult at nokta
fyri tí søta – eisini orsaka av børn
unum. Men eftir stutta tíð gjørdist
sólarklárt fyri Ann, at heilsugóði
maturin ikki viðførdi ein sakn eftir
tí gamla – heldur tvørturímóti.
– Eg mátti spyrja meg sjálva,
um vit ikki høvdu uppiborið betur.
Uppiborið ein heilsugóðan lívsstíl.
Og eg ásannaði hvussu nógv sunnur
matur og venjing geva tær í gerandis
degnum, sigur Ann.
Nógvir tankar fóru ígjøgnum
høvdið á Ann og familjuni hesa tíðina,
men stuðulin sveik ongantíð.
– Og eg datt ongantíð úti við
matinum, sigur Ann errin hendan
góðveðursdag í Vágsbotni. Hvørja
ferð kakurnar vóru á borðinum til
føðingardagar ella høgtíðir, so hugs
aði Ann um kensluna, sum ivaleyst
koma aftaná njótilsi, um hon fekk sær
køkustykki. Og hon megnaði at halda
aftur. Seinastu tíðina hevur hon tó
loyvt sær sjálvari at njóta nakað av tí
søta í ymiskum samanhangum, men
tað hevur ikki viðført eitt afturfall í
vekt ella lívsstíli.
Nýtt ár – nýtt nýggjárslyfti
Hesa fyrstu vikuna í januar 2016 er
Ann errin. Errin av, at hon megnaði
at halda sítt nýggjárslyfti fyri 2015. Og
errin av, at hon og familja hennara í
dag liva munandi heilsubetri, enn fyri
bert góðum ári síðani. Og munurin
er øgiligur.
– Eg hugsaði um tað í november, tá
ið eg og maðurin vóru okkara árligu
ferð uttanlands. Vanliga plagi eg at
gerast troytt beinan vegin og fáa ilt í
føturnar. Hesaferð kláraði eg at ganga
oman og niðan uttan nakrar trupul
leikar, sigur Ann fegin.
Eisini í gerandisdegnum er støðan
munandi batna.
– Eg kundi runnið í fleiri dagar,
tí eg gerist ikki troytt longur. Og eg
merki ein greiðan mentalan mun. Eg
hugsi kláraði enn áðrenn og eg orki
betur mentalt. Og í dag havi eg ongan
trupulleika við at stilla meg fram í
ymiskum samanhangum, sigur Ann.
Hvat er so nýggjárslyftið hjá prest
inum hesaferð?
– Um nakrar mánaðir vil eg fegin
viga 10 kilo minni. Megni eg tað, so
eri eg komin niður á tað vekt, sum er
hóskandi til mín, sigur Ann áðrenn
hon aftur ferð til verka.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
»Eg fekk eitt gávukort til Faroe Fitness til eitt
klænkiskeið, sum skuldi byrja 13. januar. Tað fekk
eg frá pápa, og beinan vegin fór eg at fyrireika
meg mentalt uppá at leggja lívsstílin um«
Ann Dahl Hansen, prestur, er errin av, at hon
megnaði at halda sítt nýggjárslyfti fyri 2015
– Tað er eingin ivi um, at tá ið ein í einari familju ferð undir slíka lívstílsbroyting,
so ávirkar tað alla familjuna, sigur Ann Dahl Hansen, prestur
Á brúðardegnum hjá
Onnu og manninum
MYNDIR: PRIVAT
MYND: ÁLVUR HARALDSEN