Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. januar 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. JANUAR 2016 SOSIALURIN 3 10 KLÆNKING NÝTT VENJINGARRÁK GER UM SEG At venjingarhølini eru á tremur við fólki við ársbyrjan er neyvan nakað nýtt. Soleiðis hevur verið í nøkur ár, og soleiðis er eisini í ár. Men munurin í ár er, at alsamt fleiri persónligir venjarar gera um seg, og bjóða fólki øðrvísi skeið enn tey, sum venjingarmiðstøðirnar leggja fyri dagin BARBARA HOLM E in teirra er Jákup Suni Berg, kendur frá kappingunum í Føroya Sterkasti Maður. Undir heitinum BURN er hann farin undir at venja allar aldurs- og vekt­bólkar í venjingum, sum hann sjálvur hevur samansett. Í august í ár byrjaði Jákup Suni sítt virksemi, og beinan vegin var undir­ tøka fyri BURN. – Tað legst javnan aftrat, sigur Jákup Suni, sum nú venur lið fýra ferðir um dagin, tríggjar dagar um vikuna. Venjingarnar við Jákupi Suna á odda eru nakað øðrvísi enn tær, sum flest okkara hava roynt áður. Tú kanst venda dekkum, eins og stóru menninir í kappingunum, tú kanst draga ketur aftaná tær, fylla fiska­ kassar og draga teir aftaná tær. Og so kanst tú venja við maskinum, eins og tær í venjingarmiðstøðunum. – Eg havi nýtt mínar royndir inn­ an venjing av alskyns slag, og tikið tað burtur­úr, sum eg haldi riggar best, sigur Jákup Suni. Og úrslitið er, sambært odda­ mann­inum, heilt gott. – Tað vísur seg, at kvinnur klænka í meðal 1 kg. um vikuna, meðan menn klænka 2 kg um vikuna. Og sam­ stundis verður kroppurin bygdur upp allur sum hann er, sigur Jákup Suni. Í venjingartímunum er ikki fult av fólki, tí Jákup Suni vil hava stundir til at hjálpa hvørjum einstøkum í tí, sum viðkomandi hevur tørv á. Á liðunum hjá Jákup Suna er 2/3 kvinnur og 1/3 menn. Og mest vanligi aldursbólkurin er tey millum 25 og 50 ár, hóast tey yngru og eldru eisini eru at síggja. MYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN Okkara myndamaður hevur verið til alternativa venjing saman við Jákupi Suna Berg. Her síggja vit úrslitið.