Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. januar 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. JANUAR 2016 SOSIALURIN 3 12 TEMA Atkomuviðurskifti Týdningurin av einum trapputrini Hevur tú hugsað um longu trappu­gongdina í Havnar Bio, og vantandi møguleikarnir, at koma inn í stóra salin úr aðrari hurð? Hevur tú givið tær far um, hvussu trupult tað má vera hjá fólki í koyristóli at fara á ymisku útoyggjarnar í Føroyum? Ella at nýta bygda­ leiðir kring oyggjarnar? Hvat við hvussu tað man vera, at noyð­ast at hava fylgjara við, tá ið tú skalt av landinum, ella bert til konsert á einum bøi? Kanska summi tykkara nikka játtandi til spurningar­ nar omanfyri. Men ivaleyst eru mong, sum ikki hugsa um avbjóðingarnar, sum fólk í koyristóli og sum bera brek á annan hátt, mugu liva við í gerandisdegnum. Í januar 2015 varð fylgjara­ skipan sett í gildi í Føroyum, og samstundis varð tosað um, at endurskoða mat og gistingar­ møgu­leikar eitt nú í høvuðs­ stað­num, út frá einum handi­ kappvinarligum per­spektivið. Temasíðurnar í Vikuskiftis Sosialinum hesaferð varpa ljós á atkomumøguleikar hjá teimum, sum bera brek og fyljgaraskipanina, sum varð sett í gildi fyri ári síðani. Á temasíðunum kanst tú millum annað lesa, at Strand­ferðslan kallar ein spaka fyri ein spaka, tá ið um­ræður bussarnar, sum røkja bygdaleiðir. Teir eru ikki nøktandi, sigur sam­ferðslu­ stjórin hjá Strandfaraskipum Landsins. Ferðing og atkomu­ møguleikar á hesum øki fyri tey í koyristóli, ávirkar ikki einans føroyingar. Eis­ini ferðavinnan kennir týdn­ingin av at hava eitt handikapp­ vinarligt samfelag, har øll kunnu kenna seg vælkomin, og tí hevur VisitTórshavn kannað at­komu­møguleikar hjá fólki, ið bera brek, í Havnini og næsta stigið verður alt landið. Støðan er betrað, sambært leiðaranum í VisitTórshavn, men enn eru nógv viðurskifti, sum hond má takast um. Ein munandi bati á hesi øki, tá ið umræður føroyingar er, at fólk, ið bera brek, seinasta árið hava kunna fingið ókeypis fylgjarar, tá tørvur er á tí. Tóra við Keldu, forkvinna í MBF, fegn­ast um fylgjaraskipanina, men enn er pláss fyri at víðka um virksemi hjá skipanini. Atlants­flog er til dømis ikki partur av fylgjaraskipanini, men Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlants­flog sigur, at tey kanna møgu­leikarnar fyri at betra um kor­ini hjá teimum, sum hava serligan tørv. Og júst tað, at hava serligan tørv, er nakað, sum Heini Festirstein kennir alt til. Seinastu 27 árini hevur hann sitið í koyristóli, og hann upp­ livir tað sum, at tilvitanin um tørvin hjá teimum, sum sita í koyristóli, er økt mun­andi í okkara samfelagið. Í tema­ síð­unum kanst tú eisini lesa, hvussu Heini Festirstein sær mið­býin í Havn. Góðan lesihug. Veitst tú av, at tað er eitt lítið trapputrin uttanfyri Smyrjibreyðsbúðina í Havn? Ella uttan fyri Tutl handilin á Káta Horninum? Barbara Holm Redaktørur á Vikuskiftis Sosialinum RÓGVI NYBO T að er nú eitt ár síðani at ein sokallað fylgjaraskipan varð sett í verk í Føroyum. Í Føroyum eru fólk, sum orsakað av breki sínum eru nóg illa fyri til at teimum tørva ein fylgjara, um tey skulu út til tiltøk. Júst hetta gevur fleiri eyka útreiðslur, tí tey tá skulu gjalda bæði fyri seg sjálv­ an og fyri fylgjaran. Hetta broytt­ist munandi, tá ið skipanin við fylgjara­ korti gjørdist veruleiki. Skipanin javn­setur borgarar, og fólk, sum frammanundan ikki høvdu ferðast ella lut­tikið í ymiskum tiltøkum, fingu við fylgjaraskipanini møguleikan at lut­taka á jøvnum føti við onnur og bert gjalda fyri seg sjálvan. Ábyrgdin hjá fylgjaranum er at vera saman við tí, sum ber brek, og geva honum smidliga hjálp, sum bæði fevnir um persónliga og praktiska hjálp og fylgi. Tørvurin á fylgjara kann verða grundaður á bæði likam­ ligt og sálarligt brek og hevur einki aldursmarki. Sambært Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum, MBF, hevur skipanin roynst væl hetta seinasta árið, hon hevur verið virkin. – Fylgjaraskipanin virkar sum ætlað. MBF hevur hoyrt frá fólki, sum hava fingið fylgjarakort ella frá av­varðandi, at hetta er ein góð og neyð­ug skipan, sigur Tóra við Keldu, for­kvinna í MBF. Festivalar, fótbóltur og ferðir fyri øll Longu í fyrsta árinum eru nógv ráð og stovnar vorðin partur av fylgjara­skipanini. Fyrsta av­talan í fylgjara­skipanini varð undir­skrivað í desember 2014, sum var mill­um Almanna­málaráðið, Menta­mála­ráðið, Vinnumálaráðið og MBF. Í januar 2015 varð onnur avtala í fylgjara­ skipanini undirskrivað millum Smyril Line og MBF, og í apríl 2015 varð avtala undirskrivað millum Kommunufelagið og MBF, har allir borgarstjórar í landinum skriv­aðu undir. Við hesum fevna av­talur­nar um fylgjara um allar stovnar, sum fáa rakstrar- ella stuðuls­játtan á fíggjarlógina frá ávika­víst Menta­ mála­ráðnum og Vinnu­málaráðnum, EIN GÓÐ OG NEYÐUG SKIPAN Í eitt ár hevur fylgjaraskipan verið í gildi í Føroyum. Skipanin skal geva fólkum, sum tørva ein fylgjara møgu­leika at ferðast og luttaka í tiltøkum uttan eyka út­reiðslur fyri fylgjaran. – Talan er um eina góða og neyð­uga skipan, ið møguliga eigur at verða víðkað, sigur Tóra við Keldu, forkvinna í MBF Fylgjaraskipanin Við royndum frá fyrsta árinum við fylgjaraskipan í Føroyum kunnu vit siga, at hetta er ein góð skipan, sum møguliga kann verða útbygd« Tóra við Keldu Tóra við Keldu MYND: PRIVAT