hósdagur 7. januar 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JANUAR 2016
SOSIALURIN 3
13
Vikuskiftis Sosialurin hesaferð varpar ljós á
atkomuviðurskifti hjá teimum, sum bera brek.
Martin Dam Joensen, stjóri í Smyril Line, tekur móti Kærleikskúluni 2015 frá Dugna fyri fylgjaraskipanina
sum er Norðurlandahúsið, Søvn
Landsins, Listasavnið, Tjóðpallurin,
Ítróttarsamband Føroya og Strand
ferðslan. Við avtaluni við kommun
urnar eru fevnir avtalan teir stovnar,
sum fáa rakstrar- og stuðulsjáttan frá
kommununi.
Sostatt er tað longu ein sera vítt
fevnandi skipan, ið gevur teimum, ið
hava tørv á fylgjara, munandi betri
møguleikar at vera við í øllum tí, ið
gongur fyri seg í samfelagnum annars.
Eitt nú gevur tað betri møguleikar
fyri at vera við á festivalunum í land
inum, tað gevur betri møguleikar til
ítróttartiltøk og tað ger tað lættari, og
bíligari, at ferðast við almenna ferða
sambandinum.
Ynskja at víðka
um skipanina
Forkvinnan í MBF, Tóra við Keldu,
er sum heild væl nøgd við, hvussu
skipanin hevur virkað inntil víðari. Í
løtuni kanna tey eisini møguleikarnar
fyri at víðka enn meira um skipanina.
– Við royndum frá fyrsta árinum
við fylgjaraskipan í Føroyum kunnu
vit siga, at hetta er ein góð skipan, sum
møguliga kann verða útbygd. MBF
hevur til dømis, í góðum samskifti við
Atlantsflog, tosað um møguleikar um
fylgjara til ferðandi, sum Atlantsflog
metir hava tørv á fylgjara. Her er
talan um at gera ein rímiliga skipan
fyri tey, ið ikki sleppa at ferðast uttan
fylgjara við Atlantsflogi. Enn hava vit
tó ikki nakra endaliga avtalu at vísa
á, sigur Tóra við Keldu.
Fylgjaraskipanin
virkar sum
ætlað. MBF hevur
hoyrt frá fólki,
sum hava fingið
fylgjarakort,
at hetta er ein
góð og neyðug
skipan«
Tóra við Keldu
Atlantsflog kannar
møguleikarnar
Kærleikskúluna fyri
fylgjaraskipanina
Atlantsflog er ikki partur av fylgjaraskipanini,
sum varð sett í verk fyri einum ári síðani.
Felagið kannar tó møguleikar fyri at betra
um korini hjá bólkum, ið hava serligan tørv
RÓGVI NYBO
S
tutt eftir nýggjár var eitt
uppslag á Facebook, har
leitað varð eftir onkrum,
ið skuldi ferðast til Billund
við flogfari hjá Atlantsflogi, og
sum kundi vera fylgjari hjá einari
kvinnu í koyristóli. Leiðreglurnar
hjá Atlantsflogi siga nevniliga,
at ferðafólk við serligum tørvi
skulu hava fylgjara við umborð,
um Atlantsflog metir hetta verða
neyðugt. Men Atlantsflog er ikki
partur av fylgjaraskipanini, ið
varð sett í verk fyri einum ári
síðani. Tí skal ein fylgjari gjalda
fyri ferðaseðilin á jøvnum føti við
onnur, sum støðan er í dag.
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlants
flog, sigur í stuttari viðmerking
við Sosialin, at felagið er í jaligum
samskifti við Meginfelag teirra, ið
bera brek í Føroyum, og at felagið
kannar møguleikarnar fyri at
betra um korini hjá bólkum, ið
hava serligan tørv.
– Felagið eftirmetir tænastu
støðið regluliga. Tað gera vit við
fýra brúkarakanningum árliga,
umframt at vit hava samskifti
við ávísar kundabólkar. Vit royna
at loysa trupulleikar hjá kundum
og kundabólkum, har tað letur seg
gera. Atlantic Airways er í jaligum
dialogi við MBF og kannar møgu
leikar fyri at betra um korini hjá
bólkum, ið hava serligan tørv,
sigur Jóhanna á Bergi.
Tryggari og betri
Stjórin í Atlantsflog greiðir frá, at
tey arbeiða leypandi við at betra
um viðurskiftini hjá øllum, ið nýta
teirra tænastu, eisini fólkum við
serligum tørvi.
– Atlantic Airways keypti tíðliga
í 2014 eina ambulift, ið hevur bøtt
um atkomuviðurskiftini hjá ferð
andi í koyristóli og á børu og ann
ars hjá ferðandi, ið eru illa gongd.
Umstøðurnar hjá hesum bólki eru
tískil bæði tryggari og betri enn
áður, vísir Jóhanna á Bergi á.
Í januar 2015 skrivaðu Smyril
Line og MBF undir avtalu um, at
Smyril Line skuldi gerast partur
av fylgjaraskipanini. Henda avtala
hevur í 2015 roynst somikið væl,
at í november mánaði handaði
Dugni sonevndu Kærleikskúluna
2015 til Smyril Line fyri at vera
fyrsta ferðaskrivstova, sum er við
í samstarvinum um fylgjarakort.
Åsa Olsen, stýrisforkvinna í
Dugna, segði tá, at fylgjaraskipanin
hevði roynst avbera væl, og at tað
eru nógv, ið eru fegin um, at henda
skipan varð sett í verk. Í november
høvdu umleið 100 fylgjarar ferðast
við Norrønu, síðani avtalan varð
undirskrivað í januar.
Avtalan gevur møguleikan at
hava ókeypis fylgjara við á ferðini,
umframt at eykagjald ikki verður
lagt á stórar bilar, ið eitt nú verða
brúktir av fólki í koyristóli.
Martin Dam Joensen, stjóri
í Smyril Line, segði tá, at tey í
Smyril Line vóru sera errin av at
fáa ein slíkan heiður, og at hetta
var eitt herðaklapp, sum tey eru
fegin um. Hann greiddi tó eisini
frá, at viðurkenningin leggur
skyldur á felagið.
– Men samstundis gevur viður
kenningin okkum eisini styrki til
framhaldandi at arbeiða við tørvi
teirra, sum bera brek, soleiðis
at vit eisini í framtíðini kunnu
veita eina so fullkomna tænastu
sum gjørligt, segði Martin Dam
Joensen, stjóri í Smyril Line, tá
hann tók móti Kærleikskúluni
2015 í november.
ROGVI@SOSIALURIN.FO
Í november fekk Smyril Line handað
Kærleikskúluna frá Dugna fyri at vera
fyrsta ferðaskrivstova, sum er við í
samstarvinum um fylgjarakort
MYND: ÁLVUR HARALDSEN
MYND: ÁLVUR HARALDSEN
Jóhanna á Bergi
Til fótbóltsdyst á Tórsvølli fáa fólk í koyristóli fylgjara við
MYND: ÁLVUR HARALDSEN