hósdagur 7. januar 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JANUAR 2016
SOSIALURIN 3
14
TEMA Atkomuviðurskifti
...hjá teimum,
sum bera brek
RÓGVI NYBO
S
einastu árini hevur alsamt
størri fokus verið sett á um
støðurnar og atkomuviður
skiftini hjá teimum borgar
um í Føroyum, ið bera brek. Serliga
er tað Meginfelag teirra, ið bera brek
í Føroyum, MBF, ið javnan er frammi
og varpar ljós á ymisk viðurskifti, ið
tørvur er á at bøta um. Føroyingar
eru eisini vorðnir meira tilvitaðir
um at taka atlit til fólk, ið bera brek,
enn vit vóru fyrr. Sambært Tóru við
Keldu, ið er forkvinna í MBF, sæst
hetta eisini aftur.
– Vit síggja alsamt batar á brek
økinum. Tó kunnu vit ikki nágreina,
hvussu langt vit eru komin, tí tað eru
ongar ítøkiligar kanningar gjørdar,
greiðir Tóra við Keldu frá.
Meginfelag teirra, ið bera brek í
Føroyum arbeiðir við hesum økinum
út frá altjóða sáttmálanum hjá Sam
eindu Tjóðum um rættindi teirra,
ið bera brek, ið varð samtyktur av
Føroya Løgtingi í 2009 at eisini skula
galda fyri Føroyar.
Tó at batar eru at hóma á brekøk
inum, merkir tað ikki at alt er leyst og
liðugt, og at komið er á mál. Tvørtur
ímóti eru enn nógvar avbjóðingar at
loysa.
Álvarslig støða
hjá tunghoyrdum
Hóast nógvir glottar eru at hóma, er
enn langt á mál, til at vit kunnu siga,
at Føroyar fult og heilt kunnu liva upp
til ST sáttmálan fyri fólk við breki. Í
fjør lat MBF eina sonevnda skuggar
frágreiðing inn til ST, sum greiðir
frá hvussu Føroyar vísa sáttmálan í
verki. Skuggafrágreiðingin og niður
støðurnar frá ST vísa, at enn er nógv
eftir.
– Út frá hesum hava vit millum
annað víst á, at ein tann mest um
ráðandi greinin, fyri at seta í verk ST
sáttmálan í Føroyum, er grein 33 um
innlendis ígildissetan og eftirlit. Vit
hava eisini eftirlýst, at Føroya Lands
stýri setir í verk ein brekpolitikk,
sigur Tóra við Keldu, forkvinna í MBF.
Men uppaftur verri er statt hjá
tunghoyrdum ella næstan deyvum
í Føroyum.
– Vit hava millum annað eisini víst
á, at støðan hjá tunghoyrdum ella
næstan deyvum í Føroyum er álvar
slig. Mong teirra hava ikki teknmál og
kunnu als ikki vera við í tí, sum hendir
rundan um tey og í samfelagnum. Tey
eru ofta avskorin frá sosialari sam
veru og eisini til dømis frá næstan
øllum, sum Kringvarp Føroya sendir,
greiðir Tóra við Keldu frá.
Hetta er sjálvsagt ein álvarslig
støða hjá hesum bólki at vera í, at vera
avskorin frá allari sosialari samveru.
Tí hevur MBF eisini í fleiri umførum
varpað ljós á viðurskiftini, eitt nú við
teksting og teknmálstulking av send
ingum í Kringvarpinum.
Ferðasambandið
ein avbjóðing
Ein onnur serlig avbjóðing hjá
fólkum, ið bera brek, er ofta at koma
aftur og fram við almennu flutnings
møguleikunum í Føroyum. Eins og
vit vísa á í aðrari samrøðu á næstu
síðunum, eru atkomumøguleikarnir
hjá fólkum, ið bera brek, av stórum
týdningi at fáa bøtt um. Serliga um
tey ikki sjálvi hava møguleika at ferð
ast við bili, og tískil noyðast at brúka
almenna ferðafólkaflutningin.
Sambært forkvinnuni í MBF eru
bussarnir og nøkur skip hjá Strand
faraskipum Landsins ein avbjóðing
hjá teimum, ið bera brek. Serliga
trupult er tað hjá fólkum, ið bera brek,
at koma út á smærru útoyggjarnar,
har atkomuviðurskiftini eru rættiliga
tengd at veðrinum.
Snýr seg eisini um hugburð
Almennu Føroyar hava fyrstu og
fremstu ábyrgdina av, at betra um
korini hjá øllum teimum, ið bera brek,
soleiðis at tey hava javnbjóðis møgu
leikar við onnur í samfelagnum. Men
tað snýr seg eisini um hugburðin hjá
hvørjum einstøkum borgara.
– Sjálvsagt er uppgávan tvídeild,
har almenni myndugleikin eigur at
arbeiða fyri at liva upp til ST sátt
málan, men MBF vísir alla tíðina á
týdningin í hugburðinum hjá føroy
ingum. Um samfelagið skal broytast,
so mugu føroyingar standa saman
um uppgávuna at geva hvør øðrum
javnrættindi og ein so virknan ger
andisdag sum gjørligt, staðfestir Tóra
við Keldu, forkvinna í MBF.
ROGVI@SOSIALURIN.FO
MBF
Vit síggja alsamt
batar á brek
økinum. Tó
kunnu vit ikki
nágreina, hvussu
langt vit eru
komin, tí tað eru
ongar ítøkiligar
kanningar
gjørdar«
Tóra við Keldu
BUSSAR OG
SKIP ERU EIN
AVBJÓÐING
Nógvir batar eru at síggja á brekøkinum. Tó eru onkrir
bólkar verri staddir enn aðrir, og serliga eru nøkur skip og
bussarnir hjá Strandferðsluni ein avbjóðing, sigur Meginfelag
teirra, ið bera brek í Føroyum, um støðuna sum heild
Tóra við Keldu,
forkvinna í MBF
– Á útoyggjunum eru vit tengd
av náttúruni og veðrinum, og
tað er neyðugt at passa sær
løgir og leypa í land, og tað
sigur seg sjálvt, at tað ber ikki
til hjá rørslutarnaðum, sigur
Jóhan Petur Abrahamsen,
rakstrarleiðari hjá Strand
faraskipum Landsins.
SAVNSMYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN