hósdagur 7. januar 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JANUAR 2016
SOSIALURIN 3
15
Strandferðslan
»Um samfelagið skal broytast, so mugu føroyingar
standa saman um uppgávuna at geva hvør
øðrum javnrættindi og ein so virknan
gerandisdag sum gjørligt«
Tóra við Keldu
RÓGVI NYBO
Á
Strandfaraskipum Land
sins hava tey seinastu
árini sett størri fokus á
at bøta um atkomuviður
skiftini hjá fólkum, ið bera brek. Ikki
bert tá hugsað verður um at byggja
nýtt, men eisini tá tað ræður um at
bøta um viðurskiftini á teimum ver
andi og ofta eldri strandfaraskip
unum.
– Vit hava roynt at bøtt um viður
skiftini á nøkrum av okkara skipum,
sigur Jóhan Petur Abrahamsen,
rakstrarleiðari hjá Strandfaraskipum
Landsins.
Rakstrarleiðarin ásannar, at
tey sjálvandi eru avmarkað av, at
Strandfaraskip Landsins bert hava
tey verandi skipini, og at tí mugu ar
beiða innanfyri verandi karmar. Men
á fleiri av teimum nú eldru skipunum
eru ábøtur gjørdar, ið gera tað mun
andi lættari hjá eitt nú fólki í rullistóli
at nýta tænasturnar.
Lyftu upp í salongina
– Eitt nú á Ternuni, sum nú siglir
til Nólsoyar, hava vit innrættað
bildekkið soleiðis, at ein bilur sleppur
umborð, og ein brúkari í koyristóli
sleppur úr bilinum uttan trupulleikar.
Síðani settu vit eina lyftu í og hava
umbygt panelið til nýtslu av lyftuni,
soleiðis at ein persónur í koyristóli
kann nýta hana uttan hjálp. Hetta
ger, at brúkarin nú kann sleppa um
borð og heilt upp í salongina uttan at
hava tørv á hjálp frá øðrum, greiðir
Jóhan Petur Abrahamsen frá.
Tilsamans nýtti Strandferðslan
umleið tvær milliónir krónur til hesar
umbyggingarnar.
Eisini umborð á Teistanum var
upprunaliga ein lyfta av dekkinum og
upp til salongina. Men her er trupul
leikar við, at panelið ikki er brúkara
vinarligt. Men tá ber til at boða frá
áðrenn, og tá hjálpir ein av mann
ingini til við lyftuni og fær persónin
upp í salongina.
Á strandfaraskipinum Rituni, ið
nú siglir til Svínoyar og Fugloyar, eru
eisini umbyggingar gjørdar, soleiðis
at hæddin kann passast til á rampuni,
og tískil er høgligari at sleppa umborð
og í land aftur við koyristóli.
Trupult við hinum
útoyggjunum
Jóhan Petur Abrahamsen ásannar, at
tá tað kemur til at sleppa eitt nú til
Skúvoyar og Mykinesar við báti, eru
viðurskiftini munandi verri.
– Har hava vit trupulleikar við,
at atkomuviðurskiftini eru sum tey
eru. Her eru vit tengd av náttúruni
og veðrinum, og tað er neyðugt at
passa sær løgir og leypa í land, og
tað sigur seg sjálvt ber ikki til hjá
rørslutarnaðum, sigur Jóhan Petur
Abrahamsen.
Her vísir hann tó á, at Strand
ferðslan hevur eina fasta avtalu við
tyrluna hjá Atlantsflogi um rutu
flúgvin til útoyggjar, og tí ber kortini
til, við góðari hjálp, at sleppa til út
oyggjarnar, um ein situr í koyristóli,
hóast tað ikki er gjørligt at sigla við
strandfaraskipunum.
Fast avloysaraskip
hevði gjørt mun
Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrar
leiðari á Strandferðsluni, greiðir eisini
frá, at tá tey hava avloysaraskip inni,
meðan okkurt av hinum skipunum
er á beding, royna tey sum frægast at
gera landgongdir og brúgvar so brúk
aravinarlig sum gjørligt. Tó fáa tey
ikki gjørt permanentar broytingar
á tey skipini, sum tey leiga inn, og tí
kann verða neyðugt at klára seg sum
frægast við hjálp frá manningini,
meðan avloysaraskip eru inni.
– Her hava vit so eina avmarking.
Tí hevði tað verið ynskiligt við einum
føstum avloysaraskipi, sum vit áttu,
og tí eisini kundu gjørt umbyggingar
í, soleiðis at fólk, ið bera brek, fingu
so góð kor sum gjørligt, sigur Jóhan
Petur Abrahamsen.
ROGVI@SOSIALURIN.FO
Á nøkrum av smærru útoyggjunum er
ógvuliga trupult at gera tað høgligari
hjá fólkum, ið bera brek, at koma í land.
Men á fleiri av strandfaraskipunum
eru ábøtur gjørdar, ið lætta munandi
um hjá fólkum í koyristóli
Bøta um
viðurskifti
fyri milliónir
Kalla ein spaka
fyri ein spaka
Ein av av stóru avbjóðingunum hjá
fólkum í Føroyum, ið bera brek, er
at sleppa aftur og fram við almenna
ferðasambandinum. Serliga at
koyra við Bygdaleiðum er ein stór
avbjóðing, tá verandi bussar hjá
Bygdaleiðum ikki eru roknaðir
til at taka móti fólki í koyristóli.
Hetta ásannar samferðsluleiðarin
á Strandferðsluni, Jens Petur
Brattalíð, er ein trupulleiki.
– Trupulleikin er tann, at tá
ruturnar hjá Bygdaleiðum vórðu
bjóðaðar út seinast, eru ongar
treytir settar til veitararnar um,
at bussarnir eisini skuldu vera
roknaðir til fólk í koyristóli. Hví
soleiðis er, veit eg ikki. Men teir
bussarnir, sum í dag koyra millum
bygdirnar eru sokallaðir »komfort
bussar«, og teir eru ikki líka sum
nógvir av býarbussunum, har tú
kanst sleppa inn í bussin næstan í
veghædd, greiðir Jens Petur Bratta
líð frá.
Um onkur, sum situr í koyristóli,
skal við Bygdaleiðum, mugu tey tí
hjálpast inn og úr bussinum av
bussføraranum. Og tað er ein hjálp,
tey eisini veita í dag.
Jens Petur Brattalíð sigur tó at
hetta er eitt krav, ið eigur at vera
sett veitarunum, næstu ferð at
leiðirnar hjá Bygdaleiðum verða
bodnar út.
– Hetta eiga vit at hugsa inn í
komandi útbjóðingartilfar, sigur
samferðsluleiðarin á Strand
ferðsluni.
ROGVI@SOSIALURIN.FO
Næstu ferð bussleiðirnar hjá Bygdaleiðum verða
bjóðaðar út, eiga krøv verða sett til at teir eisini
kunnu taka fólk í koyristóli. – Verandi bussar
eru ikki egnaðir til fólk í koyristóli. Har kunnu
vit gott bara kalla ein spaka fyri ein spaka,
sigur samferðsluleiðarin á Strandferðsluni
Bygdaleiðir