Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. januar 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. JANUAR 2016 SOSIALURIN 3 16 RÓGVI NYBO T að er ikki eins lætt hjá øll­ um at koma framat støð­ um og nýta tænastur, vit vanliga taka fyri givið. Ser­liga hjá fólkum, ið bera brek, kann tað vera trupult at luttaka á jøvnum føti við onnur. Tað kunnu vera einar trapp­ur, ið gera at fólk í koyristóli ikki sleppa inn. Hurðar eru ov smalar, gáttir ov høgar. Tað kann vera at ein sjálv­tøka er sett soleiðis fyri, at tú ert noydd­ur at standa upprættur, fyri at nýta hana. Vanlig gerandismál, ið vit ikki geva okkum far um kunnu vera trupul at nýta, um førleikarnir eru skerdir av eini ella aðrari orsøk. Fyri tíggju árum síðani varð ein kanning gjørd, ið lýsti atkomu­ viður­skiftini í Føroyum hjá fólkum, ið bera brek. Støðan tá var at kalla syndar­liga vánalig. Herfyri setti Visit Tórshavn sær fyri at kanna hvussu atkomuviðurskiftini eru í dag í Tórshavn, fyrst og fremst við ferða­vinnuni í huga. Kanningin vísir at støðan er nógv batnað seinastu tíggju árini. – Vit komu fram til, at støðan er munandi betri nú, enn hon var í 2006. Tað eru nógvar ábøtur gjørdar á fleiri støðum í Tórshavn, og vit eru eisini meira tilvitað um at betra viður­ skiftini hjá teimum, ið bera brek av onkrum slag. Men hóast tað sær betri út nú, enn tað gjørdi í 2006, so eru vit absolutt ikki komin á mál. Støðan í dag er kanska soleiðis, sum hon átti at verið fyri 10 árum síðani, sigur Theresa Turidardóttir Kreutzmann, stjóri í Visit Tórshavn, ið hevur staðið fyri kanningini. Kanningina gjørdu tey í samstarvi við Heina Festirstein, ið sjálvur situr í rullustóli, sum tey hava verið úti á ymsu støðunum og kannað viður­ skift­ini saman við. Tey løgdu seg eftir at kanna atkomuviðurskiftini á mat­stovum, gistingarhúsum, søvn­ um, framsýningar- og spælihølum, kirkjum og samkomum og á vitjunar­verdum støðum annars, har ferða­fólk vanliga vilja vitja, eitt nú á Skansanum, við Kongaminnið, í Tinga­nesi og í Viðarlundini. Atkoma er meira enn rullistólar Tá vit tosa um atkomuviðurskifti hjá fólkum, ið bera brek, meina vit sum oftast við fólk í koyristóli. Men atkomuviðurskifti snúgva seg um mun­andi meira enn bert tað, um ein koyri­stólur sleppur inn ella út. – Atkomuviðurskifti snúgva seg eisini um at gera tað høgligari hjá fólki, ið eru blind ella deyv. Tað eru eisini nógv fólk, ið eru ovurviðkvom fyri einumhvørjum mati ella ikki tola parfumu. Hesi eiga vit eisini at hugsa um, tá vit tosa um korini hjá Atkomuviðurskifti í Havn »Vit mangla kunning til ferða­ fólk frá einum sentralum stað um atkomu­viður­ skiftini« MUNANDI BETRI MEN LANGT FRÁ NÓG GOTT Seinastu tíggju árini eru atkomuviðurskiftini hjá fólkum, ið bera brek, batnað munandi. Kortini eru korini langt frá so góð sum tey eiga at vera. Tað vísir nýggj kanning, Visit Tórshavn hevur gjørt í Tórshavn. Næsta stig verður at kanna alt landið Visit Tórshavn hevur gjørt kanning í samstarvi við Heina Festirstein, ið sjálvur situr í rullustóli, har tey hava verið úti á ymsu støðunum og kannað viðurskiftini. Theresa T. Kreutzmann, stjóri í Visit Tórshav TEMA Atkomuviðurskifti ...hjá teimum, sum bera brek