Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. januar 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. JANUAR 2016 SOSIALURIN 3 17 »Tað eru nógvar ábøtur gjørdar á fleiri støðum í Tórshavn, og vit eru eisini meira tilvitað um at betra viður­skiftini hjá teimum, ið bera brek av onkrum slag« Theresa Turidardóttir Kreutzmann fólk­um, ið bera brek, greiðir Theresa Kreutzmann frá. Kanningin hjá Visit Tórshavn vísir eisini, at hetta er nakað, onkrar mat­ stovur og gistingarhús hava tikið til sín, og bjóða eitt nú ovur­við­kvæmis­ vinar­ligan mat. – Tað snýr seg eisini um trygd. Kemur eldur í ella eitthvørt annað er áfatt, hvussu boða vit einum, ið er deyvur ella blindur frá? Tað eru nógv fleiri viðurskifti í hesum, enn vit vanliga geva okkum far um, sigur Theresa Kreutzmann. Kanna alt landið Í fyrstu syftu hevur hetta arbeiðið snúð seg um at lýsa løtumyndina á økinum í Tórshavn. Ætlanin er tó at fara víðari við arbeiðinum. Saman við fólki í eitt nú Grønlandi, Íslandi, Noregi og Skotlandi er skjøtul settur á eina verkætlan, ið millum annað skal lýsa hesi viðurskiftini betri fyri alt landið. Hetta skal so munna út í ein­ari hondbók til vinnuna, ið neyvt kann greiða frá hvørji viðurskifti hugs­ast skal um og hvussu tað verður loyst. Henda verkætlanin er komin í lag í samstarvi við fólk í eitt nú Íslandi, og er ætlanin eisini at hyggja væl eftir hvussu gjørt verður í Noregi og serliga Skotlandi, ið eru sera frammar­laga á hesum økjum. Verkætlanin verður fíggjað við norðurlendskum stuðli frá NORA. – Tað er neyðugt at lýsa hesi økini betri, og vit mangla kunning til ferða­fólk frá einum sentralum stað um atkomuviðurskiftini í Føroyum, greiðir Theresa Kreutzmann frá. Hon greiðir víðari frá, at tey fáa javnan fyrispurningar frá fólki, ið bera brek, um hesi viðurskifti. Hetta er eisini ein bólkur av ferðafólkum, ið leggja fitt av peningi eftir sær, eitt nú tí at tey ofta hava fylgjara við sær og brúka nógvar av tænastunum. Má lyftast í felag Atkomuviðurskifti hjá fólkum, ið bera brek, er ikki eitt av vanligu starvs­ økjunum hjá Visit Tórshavn, ið ann­ ars fæst mest við ferðavinnu. Men tað var júst eftir fyrispurningar og frá­boð­anir frá fólkum í ferðavinnuni um at­komu­viðurskiftini, at tey á Visit Tórshavn sóu ein tørv á at lýsa hesi viður­skifti neyvari. Hetta er fyrst og fremst ein almenn uppgáva at lyfta. – Orsøkin til, at vit í Visit Tórs­ havn fóru í holt við hetta arbeiðið av okkara eintingum er ikki tí at vit hava nakra servitan innan øki, men tí at vit hava orkuna og viljan til tað. Vit hava so samstarvað við MBF, ið er ser­kunn­ leikin á hesum økinum. Men vit vóna at tað almenna nú eisini kemur við, tí tað snýr seg um ressursir at lýsa og lyfta hetta økið, staðfestir Theresa Kreutzmann. Tá Theresa Kreutzmann nevnir tað almenna, meinar hon ikki bert við landsmyndugleikarnar, men allar við­ komandi almennar myndugleikar, so sum landsstýrið, Kommunufelagið, fakligar myndugleikar og so fram­ vegis. – Og so er hetta ikki ein ovurstór íløga, tá tú hugsar um hvat tú fært burturúr, sigur Theresa Kreutzmann. ROGVI@SOSIALURIN.FO Í 2012 varð ein nýggj og umfatandi kunngerð um atkomuviðurskifti sett í verk, sum skal tryggja nøktandi atkomu­ viðurskifti til allar borgarar. Endamálið er at atkoma uttandura og atkoma til bygningar skal gerast soleiðis, at øll ótarnað kunnu ferðast. Í kunngerðini stendur greitt tilskilað, at hon er galdandi fyri ný- og umbygging og nýtslubroyting av bygningum. Eisini fevnir kunngerðin um leigu av bygningum ella hølum. Hesir bygningar eru fevndir av kunngerðini: 1 Bygningar, har alment virksemi verður útint ella heldur til, umframt bygningar, har alment fíggjað virksemi heldur til. 2 Bygningar og størri høli, sum verða brúkt til vinnuendamál, so sum handlar, matstovur, skrivstovubygningar o.tíl., sum venda sær til almenningin. 3 Kirkjur, samkomuhús, leikhús, gistingarhús, sjúkrahús, apotek, bygningar til undirvísing, framsýning, undirhald o.tíl. Í kunngerðini verður neyvt ásett hvørji krøv skulu lúkast til eitt nú innhurðar, lyftur, gongir, rampur, ljós, trappur og handikap-vesi. Eisini ásetur kunngerðin krøv til hóskandi áskoðarapláss til fólk í koyristóli, eitt nú til konsert­ salir, kirkjur, ítróttarstøð og tílíkt. Krøv verða eisini sett til uppseting av sjálvtøkum, at hoyrilykkjur eru til taks í kirkjum, samkomuhølum og hølum annars, har nógv fólk samlast. Byggitilfar skal eisini veljast við atliti til fólk við ovur­viðkvæmi. KELDA: KUNNGERÐ NR. 13 FRÁ 10. FEBRUAR 2012 UM ATKOMUVIÐURSKIFTI Byggireglugerðin Ferðafólk vilja vanliga vitja, eitt nú á Skansanum við Konga­minnið, í Tinganesi og í Viðarlundini. Men atkomu­ viður­skiftini eru vánalig á nógvum av hesum støðum SAVNSMYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN