hósdagur 7. januar 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JANUAR 2016
SOSIALURIN 3
18
TEMA Atkomuviðurskifti
...hjá teimum,
sum bera brek
EYÐMÝKJANDI
BARBARA HOLM
»Kom bara, onkur hjálpir tær«. Hetta
er ein setningur, sum Heini Festir
stein mangan hevur hoyrt. Og orð,
sum tey flestu ivaleyst halda vera
jalig og innbjóðandi. Men fyri Heina
er tað ein niðrandi, eyðmýkjandi stað
festing. Ein útsøgn, sum prógvar, at
fyri mong er torført at skilja støðuna
hjá teimum, sum sita í koyristóli.
»Onkur? Tað skal ikki bara vera
onkur«, plagar Heini at svara.
– Tað kennist sum frælsið verður
tikið frá tær. Sum at tú ikki kanst
luttaka á jøvnum føti við onnur. Tað
kennist sum at vera fongslaður, tá ið
tú noyðist at biðja onnur um hjálp til
tey mest grundleggjandi tingini, sigur
Heini Festirstein.
Hóast tankin er góður, so eru
royndirnar minni góðar.
– Fyri mongum árum síðani misti
ein maður meg oman ígjøgnum allar
trappurnar í Club20, og tað var eisini
bara tí, at viðkomandi vildi hjálpa,
sigur Heini.
Hóast tað kennist væl at hjálpa,
so kennist tað minni væl at altíð sita
hinumegin borðið. At hvønn dag
vera tann, sum má síggja bygningar,
upplivingar, samfelagið, ja heimin við
øðrum eygum. Har heimurin verður
gjørdur upp í trapputrinum og stødd
av hurðaopningum.
Støðan er batna og tilvitanin
vaksin. Men enn er langt frá komið
á mál.
Ónøktandi høvuðsgøta
Tá ið Heini Festirstein skal seta orð
á sínar royndir og hugsanir um at
komuviðurskifti hjá teimum, sum
sita í koyristóli, so rennur honum til
hugs viðurskiftini á gongugøtuni í
Havn. Og vit byrja við Auto.
– Hyggja vit eftir bygningunum
yvirav Auto, so sæst, at nýggi, stási
ligi bygningurin hjá Suðuroyar
Sparikassa ikki letur upp fyri, at fólk
í koyristóli sleppa inn í bankan. Tað
er ótrúligt, at ein nýggjur bygningur
ikki hevur hesi viðurskiftini í lagi,
sigur Heini Festirstein.
Og beint undir liðini á sparikass
anum liggur ein handil, sum hevur
lyft gongubreytina upp til dyrnar, so
at fólk við koyristóli og barnavognar
sleppa inn púra ómakaleyst.
– Tað er slík nýhugsan, sum eg
elski at síggja. Kanska tað ikki lúkar
altjóða krøv, men tað nýtist tað í
veruleikanum heldur ikki. Fyri okk
um í koyristóli snýr tað seg bert um
trappur ella ikki, sigur Heini Festir
stein.
Kaga vit longur oman eftir gongu
breytini síggja vit, at bæði Smyrji
breyðsbúðin og Tutl hava eitt einstakt
trin, sum fyri tey í koyristóli ger allan
munin.
– Eg sleppi væl inn hesi støðini, tí
aloftast er onkur, sum kann hjálpa
eitt sindur ella eg megni tað sjálvur.
Men tað er sjálvandi keðiligt, at tað
ikki verður hugsað um slíkt, sigur
Heini Festirstein.
Sleppur ongantíð í biograf
Um Heini Festirstein skal seta orð
á eitt hvørt, sum hann saknar í ger
andisdegnum orsaka av vantandi
atkomuviðurskiftum, so er tað bio
grafurin í Havn.
Í Havnar Bio eru tveir salir, og í tí
størra av teimum eru nógvar trappur,
sum leiða upp til hvíta skíggjan. Og
tað viðførir, at skal Heini í biograf,
so noyðist hann at velja filmar í lítla
salinum.
– Og eisini tá er tað ein trupulleiki,
tí tað eru tvey trin frá inngongdini
oman í økið, har atgongumerki
kunnu keypast. So eg má altíð hava
onkran at gera tað fyri meg, greiður
Heini frá.
Tað merkir, at tá ið vinfólk biðja
Heina koma í biograf, so mugu tey
bíða inntil onkur filmur verður
sýndur í lítla salinum.
– Tað bilar sum so einki, men tá tú
kennir tað sum, at tað ikki er pláss fyri
tær, so velur tú eisini upplivingina
frá, sigur Heini.
Er blivið betur
Saman við VisitTórshavn hevur Heini
vitjað runt á matstovum og gistingar
húsum í Havnini, og hann hevur
givið sítt boð uppá hvat skal gerast
og hvussu. Og áhugin fyri hansara
hugsan er mangan stór.
– Eg upplivi meir og meir, at fyri
tøkur ringja til mín fyri at fáa mína
hugsan um teirra atkomumøguleikar.
Tað vil eg sjálvsagt fegin geva mítt
íkast til, sigur Heini.
Hann heldur, at seinnu árini hava
prógvað, at kunning kann flyta fjøll.
– Tað er blivið munandi betur
seinnu árini. Tað vísur seg, at mat
stovur, handlar og onnur hugsa
meira og meira um okkara støðu,
sigur Heini.
Hóast vit enn ikki eru komin á
mál, so eru batar at hóma kring Havn
ina í øllum førum.
– Vit síggja eisini, at nýggir
íbúðarbygningar taka avbjóðingarnar
hjá fólki í koyristóli í álvara. Eg búgvi
undir Kongavarða, og har eru allir
bygningarnir gjørdir handikapp
vinarligir, sigur Heini Festirstein.
Hansara vón er, at tað framhald
andi verður varpað ljós á týdningin
av einum trapputrini her og einari
smalari hurð har. Tí fyri tey uttan
slíkt brek hevur tað ongan týdning,
men fyri tey á tveimum hjólum er tað
munurin millum luttøku og útihýsan.
– At hitta eitt trapputrin ella eina smala hurð er nakað, sum tey
fæstu geva sær far um. Men fyri meg merkir tað munin millum at
luttaka og ikki á á jøvnum føti við onnur, sigur 46 ára gamli havnar
maðurin Heini Festirstein, sum seinastu 27 árini hevur sitið í koyri
stóli. Vikuskiftis Sosialurin hevur biðið Heina mett um støðuna, tá
ið umræður atkomuviðurskifti hjá teimum, sum sita í koyristóli
Heini Festirstein
Eg upplivi meir
og meir, at
fyritøkur ringja
til mín fyri at fáa
mína hugsan um
teirra atkomu
møguleikar. Tað
vil eg sjálvsagt
fegin geva mítt
íkast til«
Heini Festirstein
Gongugøtan í Havn
– Eg sleppi væl inn hesi
støðini, tí aloftast er onkur,
sum kann hjálpa eitt sindur
ella eg megni tað sjálvur. Men
tað er sjálvandi keðiligt, at
tað ikki verður hugsað um
slíkt, sigur Heini Festirstein
MYND: ÁLVUR HARALDSEN