hósdagur 7. januar 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JANUAR 2016
SOSIALURIN 3
20
Nýggjárskonsertin hjá Symfoniorkestrinum
Eins og siður er verður árliga nýggjárskonsertin hjá Symfoniorkestrinum á skránni í
Norðurlandahúsinum, nú mentanardepilin letur dyrnar upp aftur eftir jólafrítíðina. Tað
er leygardagin klokkan 15.00 og 19.00, at Symfoniorkestrið trínur á pallin. Og eins og altíð
sendir sjónvarpið hjá Kringvarpinum beinleiðis frá seinnu konsertini.
Hetta
hendir...
MANGT OG HVAT
Ferðn hjá teimum trimum
vísmonnunum til Betlehem
at síggja Jesubarnið er eitt
av best umtótu motivunum
í eldri kristnu listini. Serliga
í seinnu miðøld var motivið
lýst við skreyti og ríkidømi
– tað mest stórfingna, sum
ein kundi ímynda sær.
Vakrasta lýsingin av ferðini
er helst tann hjá Benozzo
Gozzoli, sum í 1460 prýddi
kapellið í borgini hjá Medici
familjuni í Firenze. Sunnu
dagin kl. 16.00 hevur Nils
Ohrt fyrilestur um hetta
slag av list. Fyrilesturin er á
Listasavninum í Havn og er
ókeypis.
Mikudagin verður nýggjur
dokumentarfilmur um
grindahvalin frumsýndur
í Norðurlandahúsinum í
Havn. Filmurin Grinda
hvalur er íkomin av einum
samstarvi millum um
hvørvisáhugað í Føroyu
og tveir bretskar films
framleiðarar. Filmurin
kannar leiklutin, sum
grindahvalurin hevur havt
í føroyska samfelagnum
gjøgnum øldir. Eftir filmin
verður pallborðsfundur,
sum tekur støði í nýggja
filminum.
Vísmenn
inir í list
Filmur
um grinda-
hvalin
Er heima til?
Kenslurík rødd
drívur sangirnar
Nýggjár við klassikari konsert
Presturin og rithøvundurin Kristian Osvald Viderø var støðugt á ferð, og við ferðafrásagnum skrivaði hann um seg
sjálvan og sína tíð. Vallarin Viderø hevði ilt við at kenna seg heima ella sættast við seg sjálvan og sítt umhvørvi, og Bergur
Durhuus Hansen hevur í ph.d.-ritgerð granskað skaldskapin og lívið hjá Viderø og setur spurningin, um heima er til?
Fróðskapur hevur útgivið ritgerðina hjá Bergi Durhuus Hansen.
Sangarin Adam Lambert er ein av
teimum, sum kom fram í sjónvarps
kapping í USA, men sum eftir tað
etableraði seg sum í tónleikavinnuni.
Styrkin hjá Adam Lambert ein framúr
rødd, sum er so góð, at rockbólkurin
Queen sendi boð eftir honum fyri
sløkum fimm árum síðani til at syngja
fyri hjá teimum. Lambert gav í fjør
útgávu út, sum lesarar hjá ameri
kanska tíðarritinum Rolling Stone
valdu til ársins útgávu. The Original
High bjóðar tónleik, sum hevur fingið
íblástur frá house og funk, hevur
samstarvað við kendar framleiðarar
sum Max Martin og Shellback, men
góð løgini og kensluríka røddin hjá
Lambert er avgerandi fyri, at útgávan
lukkast so væl.
Leygardagin hevur Føroya Symfoniorkestur árligu nýggjárskonsertina í Norðurlandahúsinum í Havn. Tvær konsertir eru
á skránni, og tær eru báðar útseldar. Kennir tú onkran, sum kennir onkran, so kanst tú møguliga finna eitt atgongumerki
onkrastaðni, men í øllum førum kann konsertin upplivast í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum leygarkvøldið klokkan 19.00.
Solistur í ár veðrur íslendska sopranin Dísella Laurusdóttir.