Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-07, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. januar 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. JANUAR 2016 SOSIALURIN 3 21 KLUMMAN Barbara Holm Hvussu verða vit glað? Nøgdsemi. Lukka. Hvat er tað og hvussu kunnu vit tryggja okkum, at vit liva eitt lív, sum í síðsta enda fær ummæli sum eitt eydnuríkt lív? Eg datt um eina kanning herfyri, sum setti nakrar tankar í gongd. Kanningin er ein tann mest umfatandi kanningin, sum nakrantíð er gjørd. Robert Waldinger, sálarfrøðingur í Harvard University, er núverandi leiðari fyri kanningina, sum hevur 75 ár á baki. Kanningin hevur óavmarkað data um menning hjá vaksnum fólki. Kanningin tók útgangsstøðið í okkurt um 700 dreingjum, og hevur fylt teimum og teirra familjum í 75 ár. Tað stutta av tí langa er, at kanningin vísur, at sum unglingar søgdu hesir 700 dreingirnir, at teir droymdi um at gerast ríkir, at fáa eitt gott starv og at fáa viðurkenning. At gerast kendir og soleiðis fáa eitt eydnurík og gleðiligt lív. Men seinni vísti tað seg at vera heilt onnur viðurskifti, sum avgjørdu teirra nøgdsemi og gleði í lívinum. Kanningin staðfestir (púra yvirskipað greitt frá), at tað eru tey menniskjaligu sambondini, sum avgera hvussu glað vit eru. Og ikki ein­ ans menniskjalig sambond, men góðskan á teimum parløgum og vinarløgum vit hava. Also livir tú í einum destruktivum parlagi, so er betur at vera stakur. Men livur tí í einum góðum, kærleiksfullum parlagi, so er tað hetta og onnur sunn sambond við, sum av­gera hvussu glaður tú verður í tínum lívi. Og kann­ingin fer víðari. Tað vísur seg, at teir dreingirnir, sum høvdu sunn og góð par­løg, vinar­løg og familjusambond annars, livdu longri, vóru relativt sunnari enn hinir í mótsattu støðu, og varðveittu minnið longri upp í árini. Also teirra sunnu sambond við onnur menn­iskju gjørdu teir ikki bert glaðari enn hinir, sum livdu við ósunnum ella ongum sam­bondum. Tað gav teimum eisini betri heilsu longri upp í árini. Pengar, at gerast kendur ella at fáa eitt høgt lønt starv ávirkaði als ikki nøgdsemi hjá hesum monnum. Um vit taka hesa 75 ára gomlu kanning fyri fult – (tit kunnu sjálvi lesa meira um hana á netinum við at leita eftir Robert Waldinger, study on happiness) - so kann tað ikki annað enn undra, hvussu vit menniskju nýta okkara tíð. Vit arbeiða nógv, stremba eftir tí høgt lønta starvinum, ynskja okkum viðurkenning av ymiskum slag og frítíðin verður nýtt til sjálv­ reali­sering av øllum hugsandi slag. Iva­leyst er mangt av hasum fínasta slag og gagnligt á mangan hátt. Men kanska áttu vit eisini at lagt líka nógva orku í, at varðveitt tey tøttu sam­bondini við okkara nærmastu. At tryggja okkum, at sambandi við okkara kæru verður gott, sterkt og ment. Kanska skuldu vit vant, ruddað, vaskað, arbeitt og líknandi eitt sindur minni, og heldur lagt tað eyka orkuna í nærveru við onnur menniskju. Kanska er tað júst tað, sum fer at gera okkum glað hendan annars so myrka januar. Gott nýggjár og gott menniskjaligt 2016. Jógvan hevur fleiri útgávu­ konsertir Maðurin, sum vit kenna frá X-Factor kappingini, verður at síggja á ymiskum pallum kring landið komandi dagarnar. Hósdagin verður hann í Reinsarínum klokkan 20.00, og sama tíðspunkt fríggjakvøldið verður hann at hoyra í Maggie's í Nólsoy. Leygardagin hevur Jógvan útgávukonsert í Spaniastovu í Klaksvík klokkan 16.00 og síðani í Tøting í Gøtu klokkan 21.00. Jógvan gevur út nýggja fløgu »Love That You Love«, og tað er í hesum sambandi, at hann vitjar á ymisku spælistøðunum. Dokumentar­ filmurin »Grinda­ hvalur« í Norður­landa­ hús­inum Mikudagin klokkan 19.00 verður frumsýning av dokumentar­filminum, sum kallast Grindahvalurin. Fleiri føroyingar eru við í filminum, og somuleiðis kendir út­lend­ ingar. Dokumentar­film­urin er ein lýsing av verðini kring grindahvalin. Frásøgumaður í filminum er David Attenborough. Aftaná filmin er pallborðsfundur har høvið verður at seta spurningar. Við pallborðið sita m.a. Pál Weihe og Drew Sutton. Barnadansur í Norðurlandahúsinum Havnar Dansifelag og Norðurlandahúsið skipa fyri barnadansi, ið er eitt afturvendandi tiltak, har børn saman við vaksnum læra seg kvæði og føroyskan dans. Hesaferð verður dansað fríggjakvøldið klokkan 20.00.