hósdagur 7. januar 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JANUAR 2016
SOSIALURIN 3
22
Matgerð
– alt til sína tíð!
TJÓÐHILD PATURSSON
B
ollasúpan! Bollasúpan!
Bollasúpan! Tað var tað
einasta eg dugdi at hugsa
um, tá ið eg kom heim.
Bollasúpan! Av øllum? Boullion-
terningar, fryst grønmeti og
liðugtgjørdir kjøt og mjølbollar, eg
trúði ongantíð at eg fór at munga
eftir BOLLASÚPAN! Visti ikki av, at
tað bar til at munga eftir bollasúpan!
Men alt til sína tíð…
Eftir ein langan dag á fjalli á
Borðuni í Nólsoy eftir brundum,
og ein enn longri túr heim - svong,
við bløðrum á fótunum og ógvuliga
móðum beinum, ja, tá var alt eg dugdi
at hugsa um bollasúpan!
- Tað skal sigast, at hetta var
fyrstuferð í næstan 10 ár at eg var
á fjalli, so hóast klokkan ikki var
meira enn 14.42, tá ið eg kom heim,
so kendist tað longu sum ein langur
dagur, og eg var svangari enn eg hevði
verið í longri tíð.
Eg var farin av Borðuni eittsindur
áðrenn hini (aka hinir), tí eg hevði
prógvtøkur at fyrireika meg til, eitt
barn at heinta í barnagarðinum; tað
vanliga lívið - uttanfyri brundarnar
á Borðuni. Eg visti, at hinir nú sótu
í hugnaligu vitapassarahúsinum á
Borðuni við útsýni út í tað óendaliga
og ótu heita bollasúpan og hvít flutes.
Eg angraði meg gula og grøna um, hví
eg ikki bara hevði bíðað eittsindur
longri, og fingið mær eittsindur av
bollasúpan áðrenn eg fór. Einki hevði
verið betur!
Tað var annars løgið, at tað skuldi
vera júst bollsúpan fryntligu vita
passararnir bjóðaðu kalda fjallfólkin
um, tí bollasúpan var júst tað sum EG
í longri tíð hevði arbeitt í høvdinum
við. Bollasúpan skuldi verða fyrsta
matgreinin eg skrivaði í 2016. Eg hevði
ordiliga hugsað greinina ígjøgnum.
Hina fyrstu matgreinina í nýggja
árinum. Yvirskriftin: ‘Nýggjar bollar
í súpanina’ og innihaldið skuldi
vera um nýggjárslyftir, eina nýggja
byrjan og um hvussu vit kunnu
royna at brúka tað sum var, sum
grundarlag undir onkum betri í
framtíðini - næstan líkamikið hvat
útgangstøðið er. Bollasúpan - við
sínum supputerningum, frystum
grønmeti og liðugtgjørdum kjøti og
mjølbollum, men nú í 2016 í nýggjum
hami - heimagjørd bót, fekst
grønmeti og betri, lekkri, sunnari
eplabollar. Ja, hendan byrjanin
uppá ár 2016 skuldi fyri meg vera ein
nýggj byrjan - við nýggjum bollum
í súpanini. Áh, eg hevði so glett meg
til alt orðaspælið! - Tit sum onkuntíð
hava bloggað skilja møguliga gleðina,
sum kann spretta burturúr júst
rætta, tilpass roksutta men sigandi
orðaspælinum. Men tað lá nú alt í
sorði, tí eg vildi ikki hava nakrar betri,
lekkrari, sunnari EPLAbollar! Eg vildi
hava bollasúpan við liðugtkeyptum
mjølbollum í hitanum í gomlu
vitapassarahúsunum á Borðuni -
nevndi eg útsýnið út í tað óendaliga?
Men har var einki at gera. Súpanin
var nú uttan iva etin, og menn og
brundar og hinir mitt ímillum vóru
allir ávegis heim av Borðuni.
Eg fekk mær eina skál av havra
grýni, setti meg við eini bók, og fór
at lesa… - Bollasúpan, bollasúpan,
bollasúpan… Ok, eg klári ikki at lesa! Eg
fari eftir barninum í barnagarðinum.
Ávegis heim vóru brundarnir náddir
oman í bygdina - allir enn mettir av
bollasúpanini - mennirnir altso.
Heimkomin kláraði eg ikki at
halda mær longur, men fór eg beint
í gongd við at gera bollasúpan. Eg át
súpanina við góðum matarlisti, og
sovnaði síðani við brestin.
Á middegi morgunin eftir hitaði
eg mær restina upp - eg gjørdi eina
dupulta portión dagin fyri - myndir
mugu jú takast í dagsljósi. Men uha,
longu meðan súpanini byrjaði at
hitna í grýtuni visti eg, at bollsúpanin
hoyrdi ikki hesum degnum til. Nei
alt til sína tíð! Eg hugdi útum í gráa
dagin, sum als ikki minnti um kalda,
men frískliga borðudagin dagin fyri.
Eg fór í regnklæðir og skógvar, og
gekk síðani ein skjótan túr niðan
á oyggjarmúla í regni og vindi. Jú,
heimkomin aftur, kom súpanin
ógvuliga væl við. Ja, alt til sína tíð.
Skógvarnar útum og hurðina upp. Suppan verður etin við úthurðina, har er fríksligt, men eingin vindur.
Ikki vakrir sum teir keyptu, men nógvar ferðir betur. Eg havi lisið at tú
kanst brúka ein sproytuposa at gera bollarnar við, so verða teir vakrari.
NÝGGJAR BOLLAR
Í SÚPANINA…?
Suppan er við at vera klár í
vitapassarahúsinum á Borðuni í
Nólsoy. Tað er beint nú at eg taki
avgerðina sum eg fari at angara
restina av degnum, at ganga heim
móti skúlabókunum, heldur enn
at steðga á og njóta súpanina.
Mál fyri 2016: Steðga á oftari.