hósdagur 7. januar 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JANUAR 2016
SOSIALURIN 3
23
MYNDIR: TJÓÐHILD PATURSSON
Tað ber sjálvsagt til at koyra
júst tað grønmetið í sum tær
dámar best - ella tað tú eigur
inni. Tað mest vanliga er:
gularøtur, purrur og sellerirót
Bollasúpan til eitt svangt
fjallfólk, ella onkran
annan, í av eini ella
aðrari undarligar orsøk
mungar eftir bollasúpan:
4 dl av bót (heimagjørt ella við
supputerningi)
2 smá epli
1 gularót
1/2 dl av ertum
1/2 reyðleyk
Set bótina á kók. Sker eplini í smáar
terningar og kóka í bótini. Ger
bollarnar (sí uppskrift, ella keyp
liðnar ;)), sker gularót og reyðleyk
og koyr síðani grønmetið í suppuna.
Hita at enda bollarnar í súpanini.
Bollar
(til 4 ferðir - fryst restina, so hevur tú
til næstuferð tú hevur verið á fjalli)
Eg veit ikki um tað var mín stoltheit
ella mítt matforvitni, ið fekk meg at
gera mjølbollarnar sjálv. Teir vóru
ogvuliga góðir. Eg visti ikki av at
mjølbollar áttu ella kundu smakka
soleiðis, og í eini smakkiroynd høvdu
teir ivaleyst vunnið á teimum keyptu.
Men hinvegin eri eg vís í, at júst
hendan dagin høvdu hinir keyptu í
vitapassarahúsunum á Borðuni verið
minst líka so góðir. Ja, alt til sína tíð…
25 gram smør
100 dl vatn
100 gr mjøl
1 egg
salt og pipar
Fá vatn og smør uppá kók. Rør síðani
mjølið útí. Smakka til við salti og
pipari. Elt at enda eggið í. Við tveimum
teskeiðum (ella fingrunum) gert tú
smáar bollar á stødd við hasselnøtir
og kókar teir í lættsaltaðum vatni í
á leið 5 min. Tak teir upp og dyppa
teir í ísakalt vatn - annars gerast teir
lættliga kleiggjuttir. Lat síðani torna
á einum tallerki. Tað ber væl til at
frysta bollarnar, um tað nú skuldi
verið eina aðruferð at trongdin
meldar seg. T.d eftir ein sunnudag í
kirkju - ja, eisini tað fær mínar tankar
at leita til bollasúpan.