Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-07, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. januar 2016síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. JANUAR 2016 SOSIALURIN 3 24 Óli Jacobsen RITUVÍKSSYSTKINI VIÐ HEIMSMETI Í hesum seinasta partinum verður greitt frá teimum trimum yngstu í heimsins elsta systkinaflokki 5. partur N ú eru vit komin til seinasta partin av frásøgnini um tey 12 systkini úr Rituvík, sum sambært Guinness eru heimsins elsti systkinaflokkur. Tað, sum eisini ger søguna framúr áhugaverda, er tað samanhald, sum hevur verið millum hesi systkin, ið mistu pápan, tá ið hann var í bestu árum. Tað eru eisini nógvir lesarar, sum hava fegnast um, at henda søgan er komin á prent. Hesa ferð verða umrødd tey trý yngstu systk­ ini, Mary, Amy og Arne. Mary Mary er fødd 8. desember í 1934 og er næstyngst av systrunum. Sum smágenta var hon still og skikkilig. Hon hevur altíð havt evni at síggja tað stuttliga í lívinum. Hon dugdi væl at arga, so at bara tann, ið argaður var, varnaðist tað, men tað var ikki illa meint. Hon og Amy spældu nógv saman, og tær klandraðust nokk so illa, men tær hava altíð verið góðar systrar. Tað sannaði Amy eisini ta ferðina, Svenning og hon høvdu verið niðri í næstan tveir mánaðir. Svenning lá á Ríkis­ sjúkrahúsinum ógvuliga sjúkur. Tað var hjart­ að, og mong væntaðu ongantíð at síggja hann aftur. Tíbetur fekk hann heilsuna aftur. Tá ið tey komu aftur niðrifrá, vóru børnini, Durita og Magnus, eftir teimum. Komin undir húsini á Noregsvegi illa hirsin og fyriløgst, hyggur Amy upp í køksvindeygað. Tá sær hon snýðið í Mary. Mary hugsaði, at tað mundi vera gott, at onkur stóð fyri teimum við einum góðum drekka­munni, tá ið tey komu, so hon leyp av­ stað inn á Toftagjógv og við Tróndi til Havnar. Slíkt fløvar. Sum blaðung arbeiddi Mary í fiski og í sild í Runavík. Hon var einaferð arbeiðsgenta hjá Jóhannu á Høgabóli. Elly var farin, men hon bleiv sjúk, og so mátti Mary fara fyri hana. Mary longdist illa, men soleiðis vóru tey vand. Kundu tey hjálpa, so var tað teirra kristna skylda. Hon hevur eisini passað konur upp á song. Mary hevur arbeitt í Havn, á vaskarínum í Tórsgøtu og í matstovuni Perluni. Perlan var har, teir nú gera so fínar trappur. Summarið 1957 var hon niðri á háskúla í Hillerød. Mary var eisini arbeiðsgenta Heimi í Brekk­ unum hjá Essemi Højgaard, tað hevur helst ver­ið í 1959. Tað var har, hon var so nógv sum barn. Fekk mann við fýra børnum Í 1960 vóru hon og Amy á sjómansheiminum Lívd í Føroyingahavnini. Nógvir menn ar­ beiddu á virkinum har, og teir ótu á sjó­mans­ heiminum. Eisini vóru útróðrarmenn, og teir skuldu fáa fylt í matskrínið. Har var øgi­liga nógv at gera, og onkuntíð, tá ið kanska før­ oy­ingar, portugisarar, týskarar, norðmenn og íslendingar vóru inni í senn, kundi rok vera, men har var eisini ógvuliga stuttligt. Jóhannes og Agda Bæk vóru fyristøðufólk tey árini. Tá ið tær komu aftur, stóð Petur á Stykk­ in­um fyri Mary á kaiini. Mary og hann vóru vist komin saman, áðrenn hon fór í Før­oy­inga­ havn­ina. Amy visti einki. Petur var av Nesi. Kona hansara Amy var deyð frá fýra børnum, Elsu, sum var 17 ár, Margrethu, sum var 12 ár, Hans Terja, sum var 10 ár, og Andri­as, sum var 9 ára gamal. Petur átti hús á Stykk­inum á Nesi. Í grannahúsunum búðu foreldur hansara, Petur Hans og Dagmar, sum herfyri vóru umrødd í frásøgnini hjá Mariu Hansen í Norðragøtu. Maria helt hús hjá beiggjanum til Mary tók við. Mary hjálpti ofta systrini, Marini, meðan børnini hjá henni vóru smá, og frá tí, at hon kom heim úr Føroyingahavnini í oktober í 1960, Siðsøga Amy og Svenning, børnini Durita og Magnus og ommu- og abbadóttirin Anna Tey hjá Mary: Aftara rað vinstrumegin frá: Eyðbjørg, Andrias, Alberg, Magnus, Hans Terji og Dagmar Elsebeth Fremra rað: Elsa, Petur (pápin), Mary (mamman), Margretha