hósdagur 7. januar 2016síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JANUAR 2016
SOSIALURIN 3
25
Komandi partur
Í komandi parti verður framhald av
frásøgnini í Jóla Sosialinum hjá 95 ára
gomlu Mathildu Jacobsen av Eiði.
til hon giftist í apríl í 1961, var hon hjá Marini.
Marin seymaði brúðarkjólan hjá henni.
Mary og Petur giftust 9. apríl í 1961. Tey
búðu á Nesi, og tey fingu fimm børn, Alberg,
so ein drong, sum æt Magnus. Hann doyði
stutt eftir tað, at hann var føddur. So fingu tey
Magnus, Dagmar Elsebeth og Eyðbjørg, so tey
vóru tíggju fólk í húsi. Mary var ofta ógvuliga
lamin, meðan hon gekk við børnunum.
Hon hevur ongantíð verið úti og arbeitt
eftir tað, at hon giftist, men hon hevur havt
nóg mikið at takast við heima við hús. Tá ið
verforeldrini viknaðu, var hon nógv um tey.
Petur Hans, verfaðirin, búði inni hjá teimum í
nógv ár og doyði út haðan.
Petur var føddur 9. oktober í 1925. Hann
ætlaði sær til skips undir krígnum, men for
eldrini søgdu nei, tí hann var so ungur. Hann
bað onkran skipara um kjans, men har var sama
skilið. Hann arbeiddi fyri eingilskmenninar og
var uppií at stoypa nógv av tí, sum enn stendur
uppi á Nesi frá krígnum.
Í 1943 fór Petur til Íslands á ein garð, Breyt
arholt, at arbeiða. Amy, fyrra kona hansara,
arbeiddi á sama garði, og har komu tey saman.
Heimafturkomin fór Petur við Mjóvanes, so
var hann ellivu ár við Morgunroðanum og átta
ár við Sjóborgini. Hann var umleið 20 ár, tá ið
hann bleiv motorpassari.
Í 1969 kom línuskipið Stapin. Petur átti í
Stapanum, og hann var við honum til 1995. Tá
legðist hann upp á land.
Ikki langt eftir tað, at Petur var farin í land,
fekk hann parkinsonsjúkuna. Hann versnaði
so líðandi, og tey seinastu árini var hann
ógvuliga illa fyri. Eina tíð var hann á Vesturskin
á Toftum. men so gjørdist hann púra óhjálpin,
og tá fór hann á Ellisheimið í Runavík. Petur
doyði 6. oktober í 2007.
Mary býr einsamøll í húsi.
Amy
Amy er yngst av systrunum, fødd 6. september
í 1936. Hon var fýra ár, tá ið pápin doyði. Sum
smágenta var hon ofta sjúk. Tað var kanska
tí hon ræddist alt møguligt: eiturkoppar, tví
stertur, húsvætti og ikki um at tala veðrar og
tarvar. Hon var eisini ógvuliga kræsin og treisk.
Amy hevur altíð verið ógvuliga arbeiðssom og
sterk, og er løtt av lyndi.
Amy arbeiddi í fiski og í sild í Runavík. Hon
var eisini fleiri ferðir og passaði onkra konu
upp á song sum vanligt hjá ungum gentum tá
í tíðini.
Í 1958 var hon í Haslev á húsarhaldsskúla.
Í 1960 og 1961 var Amy á sjómansheiminum
Lívd í Føroyingahavnini, frá hálvum mai til um
hálvan oktober.
Ræddust russar
Í 1950- og 60-árunum lógu ofta russiskir trol
arar heilt inni á víkini. Teir høvdu tónleikin
for frá, so hann hoyrdist um alla bygdina.
Konurnar í bygdini ræddust so illa, at nógvar
tordu ikki at sova einsamallar við børnunum, tí
tær væntaðu, at russarnir fóru at koma í land.
Mangan veturin svav Amy næstan ikki í síni
egnu song, tí hon svav hjá onkrari konu, mest
tó hjá systrunum. Hetta var ta tíðina, tá ið hon
arbeiddi í fiski ella í sild. Hon var eisini nokk
so nógv heima og hjálpti mammu síni. Tá var
ein mangan biðin at bera burtur torv fyri fólk
og at vaska upp og niður. Um várarnar var ofta
eisini at vaska skipini, áðrenn tey fóru avstað.
Tað var stríggið arbeiði, men nokk so væl varð
latið fyri tílíkt arbeiði.
Systrarnar hava onga aðra útbúgving enn
barnaskúlan. Tá kom heldur ikki upp á tal at
fara at læra. Eingir pengar vóru, so tá ið ein
var konfirmeraður, ráddi um sum skjótast
at fáa nøkur oyru. Mary er tann einasta av
systrunum, sum hevur koyrikort.
Svenning kemur inn í myndina
Fyrst í 1962 var Amy heimi hjá systrini Mary.
Alberg hjá teimum er føddur 22. januar. Í
november í 1962 varð hon biðin at koma á
kostdeildina í Hoydølum, at hjálpa at matgera
í køkinum. Tað kom væl við, tí hon visti ikki
rættiliga, hvat hon skuldi fara at takast við.
Jolina Danielsen av Strondum var økonoma,
men hon gavst nokk so skjótt har, og so varð
Amy biðin at taka við eftir hana og játtaði.
Í realskúlanum var ein lærari, sum æt
Svenning Tausen. Tvær gentur, sum arbeiddu
í køkinum, høvdu havt hann sum lærara. Amy
greiðir frá tí, sum síðan hendi:
»Eg varð hildin at vera gomul genta tá, 26
ár, og tær søgdu við meg: »Tú skuldi fingið
tær Tausen, hann hevur so vøkur eygu, tá ið
hann smílist.« Hetta var í 1962, og ikki fyrr enn
í 1965 komu vit saman. Svenning er ættaður úr
Hovi, sonur Jóhan Michael og Dortheu Tausen.
Vit giftust 2. juli í 1966, og vit fingu tvey børn,
Duritu og Magnus.
Eg gavst í Hoydølum, tá ið vit giftust. Svenn
ing átti hús á Noregsvegi, so vit búðu har.
Foreldur hansara búðu í íbúð í kjallaranum,
og systir hansara, til hon giftist. Í oktober í
1967 fóru vit niðan á kostdeildina í Hoydølum
at búgva. Svenning var kostlærari til í apríl í
1971, tá fóru vit oman aftur á Noregsveg. Eg
havi ongantíð arbeitt úti síðan eg giftist, bara
okkurt summar sum avloysari í Blákrossbúðini
fyri Álvheygg.
Eg havi týtt bøkur og lisið rættlestur. Svenn
ing og eg lósu nógv ár saman, tað dámdi okkum
báðum væl.
Frá 1974 til 1996 var Svenning varaskúlastjóri
í Eysturskúlanum. Tá fór hann úr starvi. Hann
hevur skrivað og týtt skúlabøkur og rættað
mong handrit málsliga. Føroyskt var hansara
hjartamál.
Í januar í 2013 fór heilsan hjá honum rætti
liga at bila, og 5. november í 2013 doyði hann.
Okkum untist 47 góð ár saman.
Magnus og Sóleyð, sonur okkara og kona
hansara, keyptu húsini frá okkum fyri nógvum
árum síðan. Vit fluttu niður í íbúðina í kjallar
anum, og her húsist eg nú einsamøll. Tey eiga
fimm børn, og tað er so vælsignað at hava tey
so nær.«
Arne
Arne er yngstur, hann er føddur 30. juli í 1938.
Hann var knappliga hálvtannað ár, tá ið pápin
doyði.
Hann var ógvuliga fittur og skikkiligur
smádrongur. Lítil eftir aldrinum, men knáur.
Sum børn, var altíð okkurt arbeiði, tey skuldu
gera eftir skúlatíð. Hjá Arna gekk tað bæði
skjótt og lætt. Hinir dreingirnir vildu altíð hava
hann við í spælinum, so teir komu viðhvørt
mannsterkir at hjálpa honum. Skjótari slapp
hann út at spæla. Eingin av teimum fann held
ur uppá at gera Arna fortreð ella arga hann.
Hann tímdi ikki at klandrast.
Arne kom onkuntíð illa fyri sum smádrong
ur. Einaferð var hann sloppin við Arnholt oman
á støðna á seiðaberg. Tað mundi endað galið, tí
Arne datt á sjógv, men tíbetur dugdi Arnholt at
svimja og fekk bjargað honum. Eina aðra ferð
kom hann undir ein lastbil, men hann slapp
við kúlu á høvdinum og sári á nøsini.
Arne sigur, at alt tað hann minnist, hevði
hann tað gott sum smádrongur.
Mamman var ofta á hvíldarheiminum, men
so var tað Sára, systirin, sum var mamma.
Í skúlanum var ein yngri og ein eldri klassi.
Tey eldru gingu í skúla fyrrapartin og tey
yngru seinnapartin. Tað var ein lærari og ein
skúlastova. Arna dámdi væl at ganga í skúla.
Men tá mátti ein klára seg sjálvan, tá ið ein var
14 ára gamal og var farin úr skúlanum.
Til skips
Arne arbeiddi í sild og í fiski í Runavík í gott
tvey ár, áðrenn hann fór til skips.
Hann og Diktus, ein vinmaður hansara, fóru
báðir í senn fyrsta túr til skips í 1955 við William
Martin, skúlaskipinum í Rituvík í mong ár.
Teir vóru hvør minni enn annar. Carl hevur
ofta sagt, at teir eru minstu menn, hann hevur
sæð í oljuklæðum.
Hetta var við snøri og í sjálvdrátti. Á heysti
varð farið á sild við gørnum norðan fyri Før
oyar. Inntøkan tað árið var 5.500 krónur. Várið
í 1956 róðu teir út undir Føroyum.
Fremst v.f. Sólvá og Eva. Aftanfyri Gisli, Leon og Arne
Tey 12 systkini, sum nú hava staðfestað Guinness heimsmetið sum heimsins elstu systkin, eru Magnus, vanligar
kallaður Maggi, (1920), Vensil (1921), Sára (1923), Marin (1924), Arnholt (1925), Carl (1928), Elly (1930), Jaspur (1932),
Harry (1933), Mary (1934), Amy (1936) og Arne (1938). Henda myndin er frá 1.000 ára føðingardegnum.
(MYND: HANUS HØJGAARD)
Framhald á næstu síðu