hósdagur 7. januar 2016síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JANUAR 2016
SOSIALURIN 3
26
Siðsøga
So kom alt heimaarbeiði afturat, serliga
epli, torv og hoyggj. Har var nokk at takast
við, tí tað vóru fáir arbeiðsførir menn heima
um summarið tá í tíðini.
So fór Arne við trolaran Goðanes av Norð
fjørðinum. Fleiri úr Rituvík vóru við, millum
aðrar Carl, bróðirin. Hann segði Arna frá, at
teir manglaðu ein 2. kokk, og tað gjørdist Arne.
Fyrsti túrurin við Goðanesi var á saltfiska
veiðu í Grønlandi, so var farið til Bjarnoynna.
Arne var við Goðanesi til jóla í 1956. Tá fór
hann av, tí hann og aðrir skuldu við Gerpi
fyrst í januar mánaði. Gerpir var nýggjur
trolari hjá sama reiðaríi. Goðanes sigldi á
flesjarnar í januar í 1957 og sakk. Skiparin varð
ikki funnin. Allir hinir av manningini vórðu
bjargaðir.
Fyrsta árið við íslandstrolara var inntøkan
30.000 krónur, ógvuliga góð inntøka tá. Arne
sigldi við Gerpi til í apríl í 1958, men fór av, tá ið
trolarin skuldi til Grønlands á saltfiskaveiðu.
Her kann vera nevnt, at Maggi, elsti bróð
irin, var eisini við Gerpi. Teir vóru á somu
leið sum Hans Hedtoft, tá ið hann sakk í
januar 1959. Umborð á Gerpi stóð eisini nógv
á gomlum nøglum.
Sjóverkur førdi til grannskoðan
Arne vildi hava realprógv og skuldi í skúla
um hálvan august. Hann fór fyrst ein túr við
Kallsevni til Grønlands. Túrurin bleiv nakað
drúgvur, og hann kundi tí ikki fara í skúla fyrr
enn um 20. oktober. Hann fekk prógv í 1960.
Arne ætlaði at læra til jettflogskipara, og
eftir lokið prógv fór hann niður til Keyp
mannahavnar til upptøkuroynd. Eftir ein
tíma varð hann vrakaður, tí hann hevði havt
millumoyrnabruna sum barn.
Komin heimaftur fór hann so ein túr við
Havborgini eystureftir. Teir høvdu ringa reisu.
Arne var ringur av sjóverki, hetta gjørdi sítt til,
at hann gavst við sjólívinum. Tískil gjørdist
hann grannskoðari. Hann fekk starv sum
lærlingur í einum lítlum grannskoðaravirki
niðri. Tað einasta, tey spurdu um, var, um
hann kundi arbeiða. Tað játtaði hann við
góðari samvitsku.
Lønin var ikki stór, 650 kr. um mánaðin. Í
1962 fekk Arne starv í størsta grannskoðara
virki í Danmark tá, Revisions og Forvaltnings
instituttet. Har var Arne, til hann í 1967 hevði
fingið prógv í HD í roknskaparlæru. Tá flutti
hann til Arthur Andersen, eina av heimsins
størstu grannskoðarafyritøkum. Her var hann
í fimm ár. Ímeðan tók hann prógv sum ríkis
góðkendur grannskoðari í 1970.
Arne arbeiddi so sum ráðgevi í trý ár. Ein
stór uppgávu var fyri Føroya Landsstýri
at endurreisa skipasmiðjurnar á Skála og í
Vestmanna. Tað arbeiðið tók umleið hálvt ár.
Veturin 1972/1973 búðu tey tí í Føroyum.
Kom inn í fiskivinnuna
Samstundis fekk hann fleiri uppgávur í fiski
vinnuni bæði í Føroyum og í Esbjerg.
Í 1970 høvdu Osmund Justinussen og Arne
saman við øðrum stovnað eitt felag F/f Trol
fisk, sum læt ídnaðarbát byggja á Esbjerg
Skipsværft.
Ídnaðarbáturin bleiv handaður á sumri
í 1972 og fekk navnið Magnus í Rituvík eftir
pápa systkini. Carl førdi hann.
Sama árið keypti felagið Koralfisk.
Várið 1973 stovnaði Arne, saman við øðrum
í Esbjerg, felagið Trolfisk ApS umframt undir
feløg at byggja ídnaðarskip. Eitt skip fór til
Leirvíkar og fekk navnið Stjørnan. Seinni kom
eisini Polarhav.
Várið í 1973 fluttu Arne og húskið til Es
bjerg, tí arbeiðið hjá honum tá var í Esbjerg
og í Føroyum.
Árini til 1984 arbeiddi hann eisini sum
ráðgevi fyri Landsstýrið. Hann gjørdi til
mæli viðvíkjandi ymiskum íløgum, har
Landskassin skuldi geva studning ella lata
veðhald fyri lánum. Harumframt hevði
hann ábyrgdina fyri einari skattafrágreiðing,
einari ídnaðarfrágreiðing og einari flaka
virkisfrágreiðing.
Í august í 1975 stovnaði Arne saman við
tveimum kenningum grannskoðaravirki í Es
bjerg. Í 1980 og aftur í 1990 legði Arne sítt virki
saman við øðrum virkjum í Esbjerg. Nýggjasta
felagið var Deloitte. Starvsfólkatalið var 110 í
Esbjerg og 750 í øllum Danmark.
Arne var leiðari í Esbjerg-deildini í tvey
ár. Hann kom í nevndina fyri felagið og bleiv
formaður á heysti í 1994. Tá ið Arne fór frá
í 1999, var hetta størsta grannskoðaravirki í
Danmark.
Síðan Arne gavst sum grannskoðari, hevur
hann tikist við nevndararbeiði og ráðgeving
hjá virkjum, sum hann hevur havt serligt
samband við. Seinnu árini hevur hann eisini
saman við øðrum arbeitt at menna fiskarí og
oljuleiting.
Familjan
Arne er giftur við Sólvá, dóttur Herborg og
Gunnar Gunnarsson, kendur sum leiðari á
Fiskivinnustovuni í Tinganesi. Tey giftust
í oktober í 1961. Arne og Sólvá eiga trý børn,
Gisla, Evu og Leon.
Sólvá var tvey ár lærlingur á Tjaldurs Apo
teki í Havn. Hon var eitt skifti skrivstovufólk á
telefonstøðini í Havn. Í 1960 fór hon niður til
Holbæk á húsarhaldsskúla. Hon hevur arbeitt
á ymsum skrivstovum niðri.
Sólvá dugir ógvuliga væl til hendurnar, at
binda, seyma og mála. Hon hevur fleiri ferðir
havt seymiskeyð í Føroyum.
Frá 1991 til 1999 var hon javnan á skeiði
hjá hálendsku listakonuni Baukje Zijlstra at
læra at mála. Hon hevur ofta framsýningar og
hevur sýnt fram í Føroyum fleiri ferðir.
Í september í ár skal hon hava framsýning
í Smiðjuni í Lítluvík.
Hetta var søgan um
systkini í Rituvík
Hetta var so søgan um hesi systkin í hesum
umfarinum. Teirra søga er sjálvandi nógv
longri enn hetta. Men kortini er hon nóg
long til at geva eina lýsing av hesi familju
og hennara umstøðum. Samstundis er hetta
eisini ein partur av søguni hjá Rituvík. Henda
søga er meira útgreinað í Keraldinum nr. 8,
blaði hjá fornminnisfelagnum á Glyvrum.
Her er m.a. greitt frá torvverkfallinum í Ritu
vík fyrst í farnu øld. Rituvíkingar seldu torv
til havnarfólk. Teir hildu seg fáa nakað lítið
burturúr og vildu hava prísin hækkaðan úr
40 upp í 45 oyru fyri leypin. Tað sum hjálpti
rituvíkingum, var kolaverkfall í Bretlandi, sum
gjørdi, at minni fekst av koli. Úrslitið var, at
prísurin fór upp í 42 ½ oyra.
Tað var heppið, at henda søgan um systkini
kundi verða skrivað, meðan tey øll eru á lívi.
Henda søgan byrjar sum við so mongum av
tilvild. Í 2011 rættlósu Amy og Svenning mína
bók »Havið tók teir«. Umframt hetta gjørdist
Svenning eisini ein íblástur til bókina, serliga
til partin um vanlukkuna í 1927 við Florens,
sum kostaði einum av hansara skyldmonnum
lívið. Men Svenning læt seg ikki ávirka av tí,
men gav eitt íkast, sum skapti meira javnvág
í teimum frásagnum, sum hava verið millum
manna alla hesa tíð, síðan vanlukkan hendi.
Vit komu at kennast væl hesa tíðina. Hetta
førdi til, at hugskotið um at lýsa hesi 12 systkin
varð nevnt fyri Amy. Øll hava hoyrt um tey,
men tey eru fá, sum vita nakað serligt um tey.
Hetta helt Amy eisini vera gott hugskot, og
hon hevur eisini fingið til vega stóran part
av tilfarinum, og skal hon hava takk fyri tað.
Samstundis er ættin hjá systkjunum fegin um
at hava fingið so mikið sum hetta av sínari
ættarsøgu upp á blað. Hesum kunnu so onnur
eisini fáa gleði av.
Sunnudagsskúlin í missiónshúsinum taldi nógv í uppvøkstrinum hjá hesum systkjum. Hetta eru sunnudagsskúlabørn í Rituvík
William Martin var skúlaskipið hjá
flestu rituvíkingum. William Martin
varð keypt úr Hetlandi. Hetta modellið
stendur á Fiskivinnufróðskaparsetrinum
í Scalloway í Hetlandi
Minnisvarði fyri niðursetufólkini í
Rituvík. Teirra millum vóru omman
og abbin hjá systkjunum