hósdagur 7. januar 2016síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JANUAR 2016
SOSIALURIN 3
27
Frá skapanini, kropsbygnaðarfrøði til spontana sannleikafatan –
men so fram aftur til gerandisdagin. Hetta er nakað av tí, Altverkið
borðreiðir tær við á fyrstu útgávuni, ið ber sama heitið
SIGURJÓN EINARSON
E
in kann síggja fram til at
vitja atfinningarsomu tón
leikaverkætlanirnar frá
sjeytiárunum, stórfingnan
zenpopp frá áttatiárunum og tær
fyrstu psykodelisku royndirnar,
men so eisini okkara egnu fólka
ogn, Hanus G. Johansen, tá tú lurtar
eftir nýggju og samstundis fyrstu
útgávuni hjá Altverkinum.
Nakað soleiðis kundi ein sagt
nøkur orð um tónleikaútgávuna, ið
snøgt sagt ber heitið: Altverkið. Og
júst henda verkætlanin letur upp
fyri, at áhoyrarin kann gera sær
sínar egnar tulkingar av løgunum
og orðunum á fløguni, ið hevur
eina stevnuskrá at fyrihalda seg til.
Hon ljóðar soljóðandi:
1.
Í Altverkinum kann alt sigast.
2.
Í Altverkinum kann alt spælast.
3.
Í Altverkinum kunnu persónar
koma og fara.
4.
Altverkið skal ikki lata seg
avmarka av at royna at liva upp
til hevdvunnar sjangrur.
Við øðrum orðum, so er alt loyvt. Ella
tað skal vera upp til framleiðaran á
komandi útgávum, ið avger, hvat er
loyvt ella ikki, sambært framleið
aranum á fyrsta verkinum hjá Alt
verkinum, Hans Jacob Kollslíð.
Sjálvur sigur Hans Jacob um Alt
verkið, at tað er ein tónleikaverk
ætlan, hann sjálvur hevur tikið stig
til, og hevur gjørt og skrivað øll løgini.
Ætlanin við hesari útgávuni er, at
allir sangirnir skulu hanga saman
umvegis tekstirnar, ið kunnu lesast
sum ein long frásøga, sum byrjar við
Skapanarsøguni og Eden, og endar
við einum komandi várið – og kanska
einum kaffimunni.
Á hesari fyrstu útgávuni spæla Hans
Jacob Kollslíð, Hans Marius Weihe
Ziska, Heðin Ziska Davidsen, Høgni
Lisberg, Jens L. Thomsen, Knút
Háberg Eysturstein og Óli Olsen,
meðan tað er plátufelagið, Tutl, ið
gevur Altverkið út.
Tónleikaverkætlan ímóti
tónleikaverkætlanum
Tað er ikki ofta, at vit hava upplivað
tílíkar útgávur í Føroyum áður, ið
nevna seg sum verandi eina tón
leikaverkætlan – eins og Altverkið
ger tað, men í hesum førinum, skal
tónleikaverkætlan kanska skiljast
sum ein útgáva, har tónleikurin ella
orðini snúgva seg um eitt evni ella
eina søgu.
Eisini verður sagt, at ein tónleika
verkætlan av hesum slag, ið Altverkið
eisini er, ikki skal binda seg til eina
ávísa samling av sangum ella sangum
frá einum ávísum tónleikastíli.
Hetta kann kanska tykjast
trupult at skilja fyri lesaran, men um
vit hyggja á altjóða tónleikapallin, so
kenna vit tílíkar tónleikaverkætlanir
ella konsept-tónleik aftur frá útgáv
um hjá eitt nú bólkinum, Pink Floyd,
ið hevur framleitt so frægar útgávur
sum »The Dark Side of the Moon« og
»The Wall«, har eisini Roger Waters,
eftir at hann var farin úr bólkinum,
helt áfram at gera konsept-tónleik,
har nevnast kunnu millum annað
»The Pros and Cons of Hitch Hiking«
og framúrskarandi útgávuna frá 1992,
ið ongantíð heilt vann frama millum
manna, »Amused to Death«, sum er
beinleiðis íblástur frá hendingunum í
Tiananmen-plássinum í 1989 og fyrra
Golfkrígnum, har hann kemur við
beinleiðis ákoyringum til miðlarnar,
har kríggj mestsum er vorðin til
undirhald – serliga hjá sjónvarps
rásunum.
Uppbygnaður
Útgávan er uppbygd eftir klassiska
bygnaðinum, har tað er ein inngang
ur, sum so byggir seg upp í eitt slag av
klimaksi, har komið verður inn á alt
frá Adami og Evu í Eden – og hvussu
menniskja misti sína óskyld, og fram
til eitt seinmodernað samfelag, har
siðbundnu virðini og stovnarnir
meira ella minni byrjaðu at upp
loysast og missa sítt vald.
Eftir klimaksið koma vit niður
aftur á jørðina – aftur til køkin og
kaffimunnin, har vit aftur gerast
tilvitaði til ta støðu, vit eru í í dag –
har vit bert eru ein finna í tí stóra
spælinum.
Styrkin kann eisini
gerast veikleikin
At Altverkið ikki skal lata seg av
marka av at royna at liva upp til
hevdvunnar sjangrur kann bæði
vera ein styrkur fyri hesa útgávuna
og komandi útgávur, men tað kann
samstundis eisini gerast veikleikin
hjá Altverkinum – um tað nú stingur í
allar rætningar og tónleikastílar, sum
stevnuskráin leggur upp til. Ein kann
kanska stúra fyri, hvat alt hetta endar
við, men samstundis kann ein eisini
síggja teir spennandi møguleikarnar,
ið Altverkið kann føra til.
Men tá alt kemur til alt, so má
sigast, at hetta er ein spennandi
verkætlan og samstundis eisini
ein spennandi fløga, ið kanska
minnir eitt sindur um kollektivini,
ið stungu seg upp í eitt nú USA og
Danmark í sjeytiárunum – sum var
eitt alternativ til borgarliga familju
mynstrið, men sum øll meira ella
minni endaðu í ruðuleika móti
endanum av áttatiárunum.
Vónandi endar hendan tónleika
verkætlanin ikki sum kollektivini,
og tí skal eg ikki verða tann, ið málar
fanan á veggin ov tíðliga, tí hetta er,
hóast alt, sum áður sagt, ein sera
spennandi útgáva, sum vónandi er
lív laga, bæði nú og vónandi eisini
í komandi tíðum og komandi út
gávum.
Altverkið fær tríggjar gongu
stjørnur út av fimm í einari
stjørnubreyt langt, langt burturi…
TÓNLEIKUR
HAR ALT ER LOYVT
★★★★★Ummæli
Altverkið