hósdagur 7. januar 2016síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JANUAR 2016
SOSIALURIN 3
28
FÓLKAPENSJÓNIN
NÚ FÆST HÆGRI
GJALD ÚR
SAMHALDSFASTA
ÁRNI GREGERSEN
O
rðaskiftið gjørdist drúgvt
og langt, tá ið landsstýrið
kom í Løgtingið við einum
uppskoti, sum lækkaði
grundupphæddina í fólkapensjónini.
Uppskotið hekk saman við einum
øðrum uppskoti, sum segði, at vit
skulu gjalda meira pening inn í Sam
haldsfast, sum so væntandi eisini fór
at hækka útgjaldið.
Uppskotini frá landsstýrinum
vóru samtykt og nú hevur so stýrið
í Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn
inum – kallaður Samhaldsfasti ella
AMEG – avgjørt at fylgja áheitanini
frá landsstýrinum og gjalda eitt hægri
gjald úr grunninum frá 1.januar í ár.
Gjaldið úr Samhaldsfasta verður
frá 1.januar í ár 3.910 króur um mán
aðin. Samhaldsfasti hevði framman
undan avgjørt at hækka útgjaldið 100
krónur, men avgerðin hesa vikuna –
eftir at inngjaldið er hækkað – fór so
upp við 800 krónum afturat.
Orðaskiftið um at lækkka grund
upphæddina í fólkapensjónini skapti
orðaskifti á tingi og serliga umboð
fyria Fólkaflokkin, Sambandsflokkin
og Miðflokkin funnust at Javnaðar
flokkinum fyri at ganga á odda við at
minka um sjálva grundupphæddina
í fólkapensjónini.
Pensionistafeløgini vóru eisini
hart ímóti, at hetta skuldi henda, tí
fyri mong teirra er grundupphæddin
í fólkapensjónini tryggasta inntøkan
tey hava – og harafturat er grundupp
hæddin skattafrí.
Landskassin
sleppur bíligari
Samhaldsfasti er ein grunnur, sum
er uttanfyri almennu skipanina og
eisini leysur av landskassanum.
Samhaldsfasti hevur eitt stýrið
við umboðum fyri løntakarar og ar
beiðsgevarar umframt ein formann,
sum valdur verður í felag.
Í løtuni er Marita Rasmussen,
stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag,
og Georg Hansen, formaður í Føroya
Arbeiðarafelag limir, meðan Annfin
Vitalis Hansen, advokatur, er for
maður í stýrinum.
Tá ið landsstýrið júst nú hevur
valt at gera broytingar í inn- og út
gjaldinum, so er hetta fyri at minka
um útreiðslurnar hjá landskassanum
til pensjónirnar og fyri at fáa hallið
hjá landskassanum burtur í ár.
Samstundis sigur landsstýrið, at
hetta saman við øðrum broytingum,
fer at geva pensjonistum eitt sindur
meira at liva fyri.
Í viðmerkingunum til uppskotið
um hægri útgjald, skrivar landsstýrið:
»Samstundis sum ætlanin er at
hækka útgjaldið úr arbeiðsmark
naðareftirlønargrunninum soleiðis,
at hesin verður ein størri partur av
samlaðu pensjónsskipan føroyinga,
er ætlanin at lækka grundarupp
hæddina í fólkapensjónini samsvar
andi.
Hartil er ætlanin at hækka við
bótina til fólkapensjónistar soleiðis,
at teir pensjónistar, ið bert hava
fólkapensjón og útgjald úr arbeiðs
marknaðareftirlønargrunninum at
liva fyri, fáa meira at liva av.
Hetta fer, saman við skattalætt
anum til lág- og miðallønt, umframt
munandi broyting í kringvarps
gjaldinum fyri pensjónistar, at geva
pensjónistum ein munandi fíggjar
ligan lætta í 2016.«
Uppskotið styrkir haldførið í al
menna búskapinum, og uppskotið
fer umvegis AMEG at økja um eftir
lønaruppsparingina í landinum.
Løgtingið samtykti hægri inngjald – og nú hevur stýrið í Arbeiðs
marknaðareftirlønargrunninum hækkað gjaldið frá 2016
Samhaldsfasti
Samhaldsfasti – ella AMEG – er ein arbeiðsmark
naðareftirlønargrunnur, sum bæði løntakarar og
arbeiðsgevarar gjalda inn í.
Stýrið er mannað við einum umboði
fyri arbeiðsgevararnar og einum fyri
arbeiðstakararnar. Annfin V. Hansen er formaður
í stýrinum. Hinir limirnir í løgtuni eru Georg
Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag
og Marita Rasmussen, stjóri í Føroya
Arbeiðsgevarafelag.
Inngjaldið hækkar eitt hálvt prosent av lønini
fyri arbeiðstakarar og eitt hálvt prosent fyri
arbeiðsgevarard.
Hækkingin gevur grunninum á leið 85 milljónir
krónur meira um árið.
Samlaða inngjaldið í grunnin verður so í 2016
millum 380 og 390 milljónir krónur.
Grunnurin letur um 90 prosent av inngjaldinum
út aftur, so einar 370 millæjónir krónur verða
útgoldnar í ár.
7000 løntakarar fáa útgjald úr Samhaldsfasta.
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, legði
uppskot fram um at hækka inngjaldið í samhaldsfasta.
Annfinn Vitalis Hansen, formaður í stýrinum fyri Samhaldsfasta,
játtaði saman við hinum báðum stýrislimunum at gjalda
800 krónur um mánaðin afturat úr Samhaldsfasta.