hósdagur 7. januar 2016síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JANUAR 2016
SOSIALURIN 3
29
Bæði í skrift og talu var mótmælt móti at lækka grundupphæddina í fólkapensjónini
ÁRNI GREGERSEN
Tað var ongin undirtøka, tá ið lands
stýriskvinnan við fíggjarmálum,
Kristina Háfoss, Tjóðveldi, legði upp
skot fram um lækka grundupphædd
ina í fólkapensjónini og so heldur lata
pensjonistum meira pening úr Sam
haldsfasta.
Sum í øllum hinum uppskotunum,
sum vóru knýtt at fíggjarlógini, so
segði landsstýrið, at tíðin var so stutt,
at uppskotini ikki vóru send til hoyr
ingar.
Vanligt er, at lógaruppskot verða
send til hoyringar til teir partar í
samfelagnum, sum verða raktir
beinleiðis av lógarbroytingununm.
Hoyringspartarnir fáa so vanliga
fýra vikur at gera viðmerkingar til
uppskotini.
Í heyst og í vetur var tíðin so stutt
til fíggjarlógin skuldi samtykkjast, at
stundir ikki vóru at senda flestu upp
skotini til hoyringar.
Kortini hendi tað í málinum um
at leggja ein part av fólkapensjónini í
Samhaldsfasta, at nógv kortini komu
við viðmerkingum, hóast tey ikki
høvdu fingið uppskotini til hoyringar.
Og landsstýrið fekk nógvar grund
gevingar fyri, at hetta var ein vánalig
loysn.
Í flestu hoyringsskrivunum verð
ur sagt, at tá ið útgjaldið úr Sam
haldsfasta áður er hækkað, so hevur
endamálið altíð verið at bøta um
korini hjá pensjonistum, tí gjaldið
úr Samhandsfasta er komið afturat
fólkapensjónini.
Stýrið fyri Samhaldsfasta hevði
eisini viðmerkingar til uppskotið
um at meir skuldi gjaldast inn í Sam
haldsfasta:
»1) Tað er líkt til at samgongan ynskir
at AMEG skal spæla ein størri
leiklut í framtíðar pensjónum. Tað
kann stýrið taka undir við, men
heldur at broytingin í so fall eigur
at vera partur av tí arbeiði, sum
pensjónbólkurin, sum skal arbeiða
við nýggju pensjónsskipanini, skal
gera.
2) Uppskotið um at hækka inngjald
ið til AMEG tekur grunnurin til
eftirtektar um tað verður samtykt
í Løgtinginum og eitt hægri inn
gjald grundar eitt hægri útgjald.
Stýrið fyri AMEG fær tó ikki
viðgjørt, hvussu stórt útgjaldið
verður hækkað við, fyrr enn upp
skotið um broytingina av inn
gjaldinum er samtykt á tingið.
3) Stýrið hjá AMEG ynskir at vísa
á, at broytingar í fólkapensjónini
(grundupphæddini), ikki hava
nakra ávirkan á málsviðgerðina
av útgjaldinum úr AMEG.
Tvey høvuðsatlit eru, tá stýrið fyri
grunnin ásetir útgjald úr grunn
inum. Fyri tað fyrsta at pengarnir
»halda« yvir tíð og fyri tað næsta
at veitingin er »inflatións«tryggjað
– at útgjaldsskipanin er haldfør og
støðufest.
4) Uppskotið um at broyta lógina
um eftirløn hevur stýrið onga við
merking til, tá hon ikki hoyrir til
økið hjá stýrinum. Tó skal sigast,
at tað er ikki rætt, at uppskotið til
broyting í lógini um AMEG krevur
eina broyting í lógini um eftirløn.«
Stýrið fyri grunnin leggur afturat,
at Samhaldsfasti higartil altíð hevur
verið tað, sum verður lagt afturat pen
sjónini – og ikki ein beinleiðis partur
av pensjónini, sum tað verður nú.
Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur
eisini, at Samhaldsfasti var uppruna
liga eitt gjald, sum var lagt afturat
pensjónini og higartil hevur verið
hildið fast um tað.
Líka til nú.
Føroya Arbeiðsgevarafelag endar
skrivið við at siga:
»Føroya Arbeiðsgevarafelag held
ur, at betri hevði verið, at landsstýr
ið steðgaði á her og fór meira grund
leggjandi til verka við at seta eina
nevnd at eftirhyggja alla pensjóns-
skipanina, sum hon er.
Vit heita staðiliga á landsstýrið at
seta ein arbeiðsbólk at gera eina væl
gjøgnumarbeidda pensjónsnýskipan,
sum tekur atlit til allar tættir, m.a.
arbeiðsmarknaðareftirløn og pen
sjón, og sær hetta í einum saman
hangi við eftirlønargjøldini ásett í
kollektivum sáttmála umframt hald
føri hjá landskassanum.«
Heldur ikki Fakfelagssamstarvið
heldur, at loysnin hesaferð er serliga
skilagóð og tey finnast eisini at, at
arbeitt verður so skjótt, at stundir
hava ikki verið at senda uppskotið
til hoyringar.
»Tí er okkara vón, at hesar broyt
ingarnar bíða, til tá ein breið semja
er komin undir land – eins og okkara
vón er, at tá arbeiði við eftirlønar
reforminum fer í gongd, so eru allir
viðkomandi partar við í tí arbeið
inum, og allar freistir viðvíkjandi
hoyringum og so framvegis, somu
leiðis verða virdar.«
Hóast hesar viðmerkingarnar, so
vóru uppskotini um at lækka grund
upphæddina í fólkapensjónini og at
hækka inngjaldið til Samhaldsfasta
samtykt.
Og nú hevur stýrið í Samhaldsfasta
samtykt at hækka útgjaldið.
Samanumtikið ger hendan broyt
ingin, at tað verður lættari at sleppa
undan halli á fíggjarlógini í 2016, tí
Samhaldsfasti er ein grunnur fyri seg
– og er ikki partur av landskassanum.
Øll mótmæltu at lækka
grundupphæddina
Pensjonistarnir mótmæltu og bóru Løgtinginum skriv um, at tey eru ímóti lógarbroytingini um at lækka grundupphæddina í fólkapensjónini