Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-07, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. januar 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. JANUAR 2016 SOSIALURIN 3 30 JOHAN JACOBSEN 2016 byrjar serstakliga illa, tá ið hugsað verður um at týðandi lond sum Iran og Saudiarabia føra eitt opið stríð á ymisku vígvøllunum í Miðeystri við at stuðla útvaldum pørtum. Meðan Iran fyrireikar seg til at handilsbannið til vesturheimin verður strikað, so øtast Saudiarabia iransku ávirkanin í økinum. Við tað, at politiska støðan í Sýria sær út til at vera fastlæst í ruðuleika og teir týðandi aktørarnir ikki vilja seta seg við samráðingarborðið at tosa um vápnahvíld, ja so vera spá­ dómarnir um, at blóðuga stríðið ikki fær ein enda við bræðið, uppfyltir. Og av somu orsøk verður tað torførari at lívbjarga sær í Sýria. Fólkið í landinum livir nú í einum sundurbrotnum samfelag, í økjum, sum eru meiri og minni avbyrgd or­sakað av stríðnum. Av teimum eftir­verandi 16 milliónum sýrunum, er umleið helvtin av hesum flýdd frá heimi teirra til meiri tryggari og friðarligari økir. Í pørtum av land­ in­um, í økjum undir herdeildum hjá sýriska forsetanum, hevur ein meiri rímiligur liviháttur verið ger­ andis­kostur. Eitt nú við almennum løn­um, ferðasamband, skúlagongd, orku­veitingum – so einum rímiligum statsapparati við bankum, løgreglu og meiri. Nú gingið verður inn í sætta árið við ófriði í landinum er hetta merkis­vert. Tó, serliga ígjøgnum árið 2015 hava hesi viðurskifti verið fyri stórum broytingum; og tvs. tann skeiva vegin við ógoldnum lønum, dýrk­aðum mat­vørum, svíkjandi gjald­oyra­virði og veitingum annars. Stóri spurn­ingurin er so, um ikki nýggið árið 2016 kann vera árið, ið sýriski staturin av álvara kemur nær einum saman­broti. Hinumegin frontarnar í Sýria, í økjum, sum uppreistrarbólkar hava ræðið á, har sær tað verri út í mun til livikor hjá vanliga fólkinum. Upp­ reist­rarbólkar hava ikki megnað at stjórna økinum og framhaldandi at reka skúlar, gjalda lønir og veita streym­veitingar. Og í økinum, sum IS situr á, veksur trýstið enn meiri, serliga orsakað av bumbuherferðini hjá altjóða samgonguni og kurdisk­um og irakskum álopum. Hesi bumbu­ álop hava nýliga eisini rakt olju­keldur hjá IS, sum síðan ganga út yvir restina av landinum við orku­støðum og streymveitingum, sum svíkja. SÆTTA ÁRIÐ VIÐ ÓFRIÐI Í SÝRIA: DØPUR ÚTLIT FYRI 2016 Okkara serfrøðingur í viðurskiftum kring Miðeystur og arabiska heimin Johan Jacobsen, cand. Mag. í arabiskum, við servitan um Sýria og arabiska heimin. MIÐEYSTUR Fyri sýriska fólkið sær nýggja árið dapurt út. Nógv týðir uppá, at kreppan fer at versna enn meiri, í øllum førum fer stríðið at halda á fram og trýstið á illa sperda landið at vaksa. Tí vilja enn fleiri flóttafólk sleppa sær úr landinum - uttan iva norðureftir evropiska meginlandinum og nærri okkara leiðum Iran kemur meiri og meiri inn í sýriska statskervið hjá Bashar al-Assad sum fíggjarligur stuðul. Og Turkaland fær størri og størri týdning fyri norðara part av Sýria