Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-07, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. januar 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. JANUAR 2016 SOSIALURIN 3 31 Greinarar vísa á, at fólkið í økj­ um undir uppreistrarbólkum nú verða í nógv størri mun bund­in at matvøruveitingum frá hjálpar­ felagsskapum og útlendskari fígging til neyðsynjarvørur, m.a. frá Katar, USA og Saudiarabia. Sýriski staturin arbeiðir samstundis í sínum økjum hart við at hava tamarhald á prísinum á breyði, ið er hækkaður tríggjar ferðir í mun til støðið frammanundan kríggið. Men grundin til, at hóast alt, meiri vanlig livikor hava verið í økj­um undir sýriska forsetanum, er fíggj­ arstuðul frá góðum vinum hjá stýr­ in­um í Damaskus, serliga Iran. Iran ger íløgur og veitir lán Tað er í stóran mun hin vápnaði, shia­ muslimski felagskapurin Hizballah, sum eisini er politiskur flokkur (alt um somu stund) í Libanon, sum hevur ført londini so tætt at hvør øðrum. Hizballah og stýrið í Damaskus hava í áravís havt eitt tætt samstarv í Libanon og í 00unum hava so Iran og Sýria inngingið í størri samstarv við felags áhugamálum sum grundarlagi. Síðan ófriðin í marts 2011 í Sýria hevur Iran, sum hitt einasta granna­ landið, veitt sperda statinum størri lán, í minst trimum umførum (sein­ ast í 2015). Herumframt vórðu ein røð av handils- og íløguavtalum undir­skrivaðar í 2013 millum bæði londini. Stuðulin úr Iran er við tíð­ ini styrktur munandi, og fevna hand­ils­avtalurnar um bygging av vega­kervi, matvøruframleiðslu og heilsu­tænastur. Sýriska stjórnin brúkar herumframt partar av iransku lánveitingini til at gjalda fyri inn­ fluttar vørur úr Iran. Iran hevur sjálvt eitt rættiliga fjølbreitt vinnulív. Og umframt at vera ein av fáu framleiðarunum av fiskafóðri til alivinnuna í økinum, so er Iran størsti framleiðarin av sementi og jarni í Miðeystri. Tí er tað eyðsæð, at landið eisini sær fyrimunir í at hava góð viðurskifti við, í hvussu so er, ein sterkan part í stríðnum, um nú friður kom í lag. Og viðvíkjandi fram­tíðini peika eygleiðarar á iransku áhugamálini innan altjóða gass- marknaðin og á avtaluna við sýrisku stjórnina frá 2011 um eina rørleiðing til iranskt gass. Rørleiðingin skal ganga úr Iran, inn í Irak, og víðari til Sýria og ávegis til Evropa. Av hesum viðurskiftum kann ein taka samanum og staðfesta, at iransk áhugamál í landinum eru ítøkilig og Sýria hevur í Iran ein trúgv­an stuðul, sum leggur nógv í at varðveita forsetasessin hjá Bashar Al-Assad í Damaskus. Og soleiðis hev­ur Iran staðið beint ímóti í friðar­ tingingum, sum krevja for­seta­skiftið beinanvegin. Eins og í Libanon, Irak, og nú sein­astu árini í bæði Sýria og í Yemen, hevur Iran stuðlað við at vápna ymisku partarnar. Í nøkrum av arabisku londunum við Persiska Flógvan, serliga Bahrein hevur Iran lagt seg ímillum og roynt at gjørt sína ávirkan galdandi við at stuðla shia­muslimskum fylkingum, ið arbeiða fyri fleiri rættindum og ímóti sitandi emirinum og hansara stjórn. Í Bahrein er ein stórur shiamuslimskur minniluti, ið ynskir fleiri rættindi og størri ávirkan á stjórnina í land­inum, 75% av borgarunum har eru shia­ muslimar. Ivasama fíggjarstøðan í Saudi­ arabia Samanfallið millum ein sera lágan oljuprís, ófriðin í Miðeystri og ein ivasaman saudiskan landskassa leggur eitt trýst á nýggja saudiska kongin, hin 80-ára gamli Salman, og hansara nærmastu. Saudiski uttan­ ríkispolitikkurin í tíðini eftir ameri­ kanska forsetaskiftið, og serliga eftir arabiska várið í 2011, hevur verið meiri ágangandi við hern­aðarligari uppíleggingum, serliga í granna­ landinum Yemen, har Iran stuðlar mó­t­partinum. Við krígnum í Yemen førir Saudi­ arabia eina kostnaðarmikla herferð, mest úr luftini. Og hetta stríðið sigst halda á fram nakað afturat. Ein hernaðarsamgonga við Saudiarabia á odda er skipa, men sum nú er, sær tað út til, at Saudiarabia ikki fær sloppið sær úr hesum stríði uttan at hava brent sær fingrarnar. Líkt er til at hetta stríðið eisini heldur á fram. Eygleiðarar vilja vera við at fíggjarligar nýskipanir koma at raka vanliga saudiska borgaran á pengapungin, og møguliga verða hesir saudisikir borgarar eisini álagdir at gjalda skatta - eitt mest sum ókent fyribrigdi í landinum. Í stríðnum í Sýria kann ein gita sær at ivasama fíggjarstøðan hjá Saudiarabia fer at síggjast aft­ur í minni stuðuli til stríðandi upp­ reistrarbólkarnar har. Saudiarabia hevur saman við Turkaland veitt stuðul til framstandandi sunni­ muslimskar stríðsbólkar. Hesir eru fyri tíðina úti fyri harðari trýsti frá russiskum bumbuálopum og iranskum herdeildum, sum ikki bara stuðla sýriska herinum, men eisini, á einstøkum hermótum, ganga á odda. Seinastu tíðina hava fleiri oddamenn í uppreistrarbólkum latið lív. Við íkomnu kreppuni millum Iran – sum fyrireikar seg til at koma aftur á altjóða oljumarknaðin – og Saudi­ arabia – sum øtast iransku ávirkanini í økinum – er tað enn meiri týðuligt at samráðingarmenn hjá ST, USA og øðrum, sum fyrireika komandi friðar­ tingingar millum partarnar í sýriska borg­arakrígnum, hava eina sera, sera torføra uppgávu. Fyri fólkið í land­ inum kann ein bara vóna, at krígs­ møðin av álvara ger um seg í 2016 og partarnir í størri mun søkja semjur. Tað gerst enn torførari at lívbjarga sær í Sýria í 2016 Saudiarabia øtast iransku ávirkanina í Miðeystri. Iran kemur í næstum av álvara aftur á altjóða oljumarknaðin, nú handilsforðingarnar ímóti Iran verða tiknar av vegnum. Sýria er ein av fleiri vígvøllum har hesir báðir aktørarnir stríðast