hósdagur 7. januar 2016síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JANUAR 2016
SOSIALURIN 3
32
ÍTRÓTTUR
HB’ARI
TRÓNDUR ARGE
Y
rkisleiðin hjá Andrew av
Fløtum byrjar av álvara,
tá hann sum 18 ára gamal
verður skiftur inn móti
B36 í einum av seinastu dystunum
í 1997. Av vøllinum kemur Gunnar
Mohr, sum spælir sín seinasta dyst
fyri HB. Hann handar Andrew
troyggjuna við 10-talinum.
Andrew er nú stóra vónin hjá
HB, sum ikki hevur megnað at sett
fólk við í nøkur ár. Hóast troyggjan
leggur nakrar byrðar á ein ungan
mann, so ræðist eleganti áleyparin
ikki uppgávuna.
Nú tjúgu ár seinni er byrðan bor
in. Andrew av Fløtum hevur spælt
næstan 400 dystir fyri HB og skotið
163 mál. Hann hevur vunnið seks
meistaraheiti og eitt steypagull.
Hóast Andrew helst kundi tikið
eitt ár afturat, so hevur hann tikið
avgerð um, at tað verða ikki fleiri mál
skotin í HB-troyggjuni.
Persónlig avgerð
Í vikuni boðaði Andrew alment frá á
in.fo, at hann gevst sum fótbóltsspæl
ari á hægsta stigi í Føroyum. Talan er
partvís um eina avgerð, sum Andrew
sjálvur hevur tikið.
– Tað er partvíst ein persónliga av
gerð, men tað er eisni ein spurning
urin um, tá HB nú byrjar av nýggjum,
hvussu nógv teir skulu satsa upp á
ein skjótt 37 ára gamlan mann, sigur
Andrew av Fløtum.
Seinnu árini hava skaðar gjørt um
seg, men tað er ikki tí Andrew ikki
klárar at spæla meiri, at hann er givin.
– Eg eri ikki skaddur, men eg
eri heldur ikki vónbrotin av, at tað
steðgar her. Eg eri ikki 27 longur, og tú
veist ikki nær tann næsti skaðin ger
um seg. Nú eri eg spentur um onnur
ting í lívinum, sigur fyrrverandi spæl
arin hjá HB.
Andrew er giftur Ruth av Fløtum,
og saman hava tvey trý børn, sum eru
tvey, fýra og seks ár.
Tað hevur sín prís fyri familjuna,
at pápin er sáttmálabundin fótbólts
spælari.
– Eg havi lova børnunum at fara
í Legoland seinastu tvey árini. Nú er
tíðin komin at fara, sigur framherjin.
HB hevur flestu árini Andrew
hevur verið við, havt uppgávur í
Evropa í summarferiuni. Tað ger at
summarferian er tíðaravmarkað.
– Eg vil eisini gjarna sleppa tann
túrin, tá eg vil, og ikki tá sáttmálinin
sigur at eg skal. Seinastu tvey árini
hava vit millum annað verið í Evropa
við HB. Tá er summarferian stutt, og
tú mást kroysta eina slíka ferð mill
um tvær uppgávur. Tað er ikki tað
sama, tá tú hevur eitt bein eina aðra
staðni, sigur Andrew av Fløtum.
Hølvaður av
Søgan um fótbóltsspælaran Andrew
av Fløtum, er ikki søgan um ein spæl
ara, sum er føddur við einum talenti,
ið ikki er sinnaður at stríðast, hóast
eleganti spælistílurin kundi boðað
frá tí. Søgan um Andrew er hinvegin
ein søga, um ein spælara, ið elskar
at stríðast móti yvirmaktini. Hann
hevur altíð elskað at spælt móti
oddsinum. At verið á verra liðnum,
fyri síðani at mótprógva øllum.
Andrew slítur sínar barnaskógvar
á Fløtum, har fótbóltur javnan er á
skránni. Á bønum uttanfyri standa
tvey mál. Eitt flott mál í einum enda,
og eitt mál við steinum sum stengur
í hinum endanum. Lendið er hallandi
oman móti steinunum.
Ovast á hallandi lendinum standa
systkinabarnið Flóvin av Fløtum
Jespersen, og eldri beiggin, Óla
Hendrik av Fløtum. Teir eru tvey og
trý ár eldri enn Andrew, sum stendur
einsamallur í hinum endanum.
– Teir plagdu at hølva meg av, men
eg visti, at tann dagin eg kláraði at
skora eitt mál móti teimum. so hevði
eg vunnið, greiðir Andrew frá.
Tann dagurin kemur og Andrew
hevur vunnið sín fyrsta dyst.
Eg havi altíð
dámt væl dystin
móti oddsunum.
Tað er tann
sami dysturin
eg havi stríðst
móti seinastu
tvey árini, tá fólk
hava hildið, at eg
eri ferdigur sum
fótbóltsspælari«
Andrew av Fløtum hevur avgjørt at takka fyri seg í HB, 20 ár eftir,
at hann á fyrsta sinni fór í reyðu og svørtu troyggjuna. Bóltkæri
áleyparin fyllur 37 næstu ferð, og nú vera fótbóltsskógvarnir stillaðir
á hillina. Hann hevur bara spælt við HB í Føroyum, sjálvt
um hann eina ferð fekk bjóðað 125 túsund krónur fyri fýra
mánaðir, um hann skifti. Heldur ikki tók Andrew av, tá
danskt felag bjóðaði honum sáttmála sum yngri, men tað
angrar hann ikki. Hann er ímyndin av HB, men tað var av
tilvild, at hann á fyrsta sinni fór at venja við felagnum
Framhald á næstu síðu
Andrew av Fløtum
– Eg vil eisini gjarna sleppa
tann túrin, tá eg vil, og ikki tá
sáttmálinin sigur at eg skal,
sigur Andrew av Fløtum
SAVNSMYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN