hósdagur 7. januar 2016síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JANUAR 2016
SOSIALURIN 3
33
MYND: ÁLVUR HARALDSEN
AV TILVILD
Um landsliðið:
– Eg passaði ikki til landsliðsfótbóltin, sum vit spældu tá. Eg minnist
eina ferð vit spældu á Tórsvølli í runu. Eg kom illa nokk fram um hálv
mánan á brotsteiginum hjá okkum, so langt afturi vit vardu. Tá eg so ikki
havi mína styrki í at skalla og dekka í deyðbóltum, so er avmarkað hvat
eg kann fáa burturúr. Eg vildi ynskt, at eg var 22 ár og kundi spælt á
landsliðnum í dag. Nú passar spælistílurin meiri til mín.
Um John Petersen:
– Eg kláraði ongantíð at sláa hann av landsliðnum. Hann hevði nakað
meiri av styrki enn eg og passaði betri til landsliðið. Vit eru sera væl og
høvdu mangan kamar saman á landsliðnum.
Um loyalitet:
– Eg havi alltíð følt, at eg havi verið loyalur yvir fyr teimum fólkunum,
sum hava skapt meg. Fólkunum, sum hava formað meg sum menniskja
og fóbóltsspælara. Tey eru nógv, sum á onkran hátt hava givið mær
okkurt. Eg havi roynt at verið loyalur móti teimum. Loyalur móti teimum,
sum eru aftanfyri meg – tað er mítt HB.
Um at taka móti ungum spælarum:
– Tá eg kom á besta liðið tóku spælararnir ótrúliga væl ímóti mær. Tað
havi eg altíð hugsað um og síggi meg sjálvan í teimum ungu spælar
unum, sum koma til. Vónandi havi eg borið tann arvin víðari.
Um ungdómsárini:
– Eg vann einki FM við HB í ungdómsárunum. Vit vóru altíð aftanfyri B36
ella NSÍ, men mær dámdi altíð væl at spæla móti oddsinum. Eg var eisini
tann eisini í okkara árgangi í HB, sum veruliga sló ígjøgnum.
Um fyrsta dystin:
– Vit spæla móti KÍ og tapa. Eg minnist tað faktist ikki.
Um fyrsta málið:
– Tað minnist eg væl. Vit spældu móti Sumba í steypakappingini og
vunnu 8-0. Eg skoraði eitt mál og legði upp til trý mál tann dystin.
Tá kendi eg fyri fystu ferð á mær, at eg hevði rætt at sita har eg sat í
skiftirúminum.
Um stuttligasta árið:
– Tað var í 2000 við HB. Allar stjørnurnar fóru úr felagnum og vit vóru
næstan bara ungir spælarar eftir. Janus Joensen, Jón Rói Jacobsen,
Vagnur M. Mortensen og Pætur M. Dahl vóru nakrir av teimum ungu,
sum tóku við. Tíverri rakk tað akkurát ikki til FM.
Um at vinna:
– Fyri meg er tað at vinna ikki alt avgerandi, sum tað er fyri onnur. Fyri
meg hevur tilgongdin líka stóran týdning. Tað, at tú gert tingini á rættan
hátt.
Um málið á landsliðnum: (Kundi verið trý)
– Tað var móti Kasakstan í einum venjingardysti. Løgið nokk skoraði eg
tað við høvdinum. Eg havi havt tvey skot á yvirleggjaran móti Hollandi og
Skotlandi, men tað er ikki nakað eg hugsi um í dag.
Um størstu løtuna á landsliðnum:
– Ein stór løta var dysturin í Hannover móti Týsklandi, tá vit taptu 2-1,
men vit kendu okkum ikki sum taparar. Alt stadion klappaði fyri okkum.
Tað var eisini feitt at spæla móti Zinedine Zidane.
Andrew um...