hósdagur 7. januar 2016síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JANUAR 2016
SOSIALURIN 3
34
ÍTRÓTTUR
– Eg havi altíð dámt væl dystin
móti oddsunum. Tað er tann sami
dysturin eg havi stríðst móti seinastu
tvey árini, tá fólk hava hildið, at eg
eri ferdigur sum fótbóltsspælari. So
skal eg mótprógvað teimum, sigur
framherjin.
HB av tilvild
Heima hjá Andrew er onki krav um, at
hann skal spæla við HB. Tað stendur
honum frítt at gera, sum honum
hevur hug til. Í skúlanum er Andrew
millum teirra, sum duga við einum
bólti, men tað eru aðrir, ið ganga
fremstir.
Millum teirra eru Eyðun Hentze
Højgaard, Búi Egason Dam, eisini
kendur sum tónleikarin Budam, og
Rógvi Joensen.
– Teir fóru at venja við HB, so eg
fór aftaná. HB var ikki mítt val tá,
men síðani havi eg mangan valt HB,
sigur Andrew smílandi, meðan regnið
buldrar á vindeyguni uttanfyri.
Andrew er nú frítikin fyri at skula
venja í køldu vetrarmánaðunum.
Ion kollveltur Andrew
Soleiðis er ikki í 1998, tá rumenski
venjarin Ion Geolgau kemur til landið
at venja HB. Andrew hevur árið
frammanundan fingið 10-talið frá
Gunnari Mohr. Hann hevur fingið sín
fyrsta pengasáttmála, sum er beint
yvir túsund krónur um mánaðin.
Afturat tí hevur hann takkað nei til
danska felagið AB.
10-arin er við at finna seg til rættis
í mannfólkaskiftirúminum í HB-hús
inum, har tónin er øðrvísi enn í ung
lingaskiftirúminum.
– Tað var eitt sindur ræðandi at
koma inn í eitt skiftirúm, sum taldi
menn sum Kaj Leo Johannesen, Inga
Rasmussen, Gunnar Mohr og Una
Arge. Í dag koma teir ungu brølandi
inn, men soleiðis var tað ikki tá, sigur
Andrew, ið er einsamallur um at klára
leiðina úr ungdómsdeilini til besta
liðið í nøkur ár um hetta mundið.
Andrew er 16 ár, meðan teir næstu
eru fýra ár eldri.
Ion Geolgau er harður í sínum
tóna og krevur nógv av unga fram
herjanum. Tað verður vant bæði
morgun og kvøld, umframt eyka
venjing aftaná vanligu venjingarnar.
Andrew er klænur og verður tí eisini
tveittur í vektrúmið.
– Ion var harður við meg, men í
dag dugi eg væl at síggja, at hann sá
okkurt í mær og var góður við meg,
sigur Andrew og leggur afturat:
– Ion bleiv líka sum ein fótbólts
pápi fyri meg. Hann lærdi meg nógv
og fekk trýst nøkur ting fram í mær.
Eg havi tikið nógv við mær, sum eg
havi lært av honum, sigur Andrew.
Flestu av veningartímunum eru í
felag við Jens Erik Rasmussen, sum
eisini spældi í HB um hetta mundið.
– Hann var lærumeistarin hjá mær
í venjing. Eg skilji ikki, at hann tímdi
at brúka allar hasar tímarnar saman
við mær. Eg kendi meg sum ein yrkis
spælara, tí eg gjørdi ikki annað enn at
spæla fótbólt, sigur Andrew.
HB vinnur bæði FM og steypa
kappingina í 1998. Andrew skorar í
steypafinaluni.
125 túsund fyri at skifta
Á sumri í 2007 kemur Andrew av
Fløtum aftur til Føroya at spæla,
eftir at hava verið í útlegd í Fremad
Amager í trý og eitt hálvt ár. Tað er
nógvir pengar í føroyskum fótbólti tá,
og Andrew er eitt heitt navn. Hann
hevur skotið áleið 30 mál í umleið 80
dystum fyri danska felagið.
Umframt HB, so eru fleiri feløg,
sum ynskja at fáa Andrew í sín hóp.
Eitt felag bjóðar honum 125 túsund
krónur fyri at spæla við teimum kom
andi fýra mánaðirnir, sum eru eftir
av landskappingini hetta árið. Eitt
annað felag kemur við einum sátt
mála, har Andrew kann fáa 40 túsund
krónur um mánaðin.
Havnarmaðurin ivast hvat hann
skal gera, men so bankar brádliga
upp á hurðina í Øresund íbúðini,
har Andrew býr. Tað er formaðurin
í HB, Birgir Enghamar, sáli, og kassa
meistarin Steinfinn Mittelstein. Við
sær hava teir eina HB troyggju og av
gerðin verður tikin á staðnum.
– Tá føldi eg hvussu nógv eg var
ynsktur í HB. Tað var fyri væl minni
enn hægsta prís. Eg slepti nógvum
pengum tá, men í dag eri eg ótrúliga
glaður fyri ta avgerðina, sigur Andrew.
Elskar lívið og angrar einki
Andrew er ítróttarmaður burturav.
Hann hevur spælt vaksmannafótbólt
síðani hann var 16 ára gamal. Tað
merkir tó ikki, at hann ikki hevur
havt møguleikan at njóta lívið.
– Eg eri ein lívsnjótari. Eg elski alt
tað góða við lívinum, men tað eg leggi
í tað er, at eg njóti lívið allatíð. Eg havi
sjálvandi sett nakrar sperrir á, men
eg havi verið glaður har eg havi verið,
sigur Andrew, ið ikki angrar, at hann
ikki royndi seg sum yrkisspælara, tá
møguleikin var til staðar.
Andrew vísur millum annað á eitt
brot í bókini hjá kenda svenska fót
bóltsspælaranum Zlatan Ibrahimo
vic, har hann situr einsamallur í eini
íbúð, og ikki veit hvat hann skal gera
við seg sjálvan.
– Eg havi aldrin sitið í einum súr
um stað, sum Zlatan lýsir tað. Tað
hevur gjørt sítt til, at eg ikki havi havt
góðar møguleikar fyri eini fulltíðar
yrkisleið, men eg siti her í dag nøgdur
við tað, sum lívið hevur givið mær,
sigur Andrew, sum fleiri ferðir hugsar
seg væl um, áðrenn hann svarar.
– Eg hugsi ikki um, at tað er nakað
eg burdi havt gjørt øðrvísi. Sjálvandi
kundi eg hugsað mær at verið 22 ár og
spælt við landsliðnum nú, men ann
ars ikki. Jú, kundi kanska havt strekt
meiri út, sigur Andrew brosandi.
Hendurnar
fullar av børnum
Andrew hevur úr at gera nú fótbólts
yrkisleiðin er komin at enda. Hann
hevur eina familju og trý børn, um
framt eitt starv, ið hann er glaður fyri.
– Eg havi onga neyð. Eg eri familju
maður við trimum deiligum børnum,
havi eitt deiligt arbeiði á skúlanum á
Trøðni, so eg havi longu hendurnar
fullar. Onkuntíð undrist eg á, at eg
havi havt tíð til at spælt fótbólt, sigur
Andrew, sum tó ikki sleppur fótbólt
inum heilt.
– Eg havi B-prógv sum venjari og
havi fingið eina áheitan um at blíva
dómari. Tað verður nokk seinur
dagur, áðrenn eg verið dómari, men
verðin liggur opin, sigur Andrew at
enda.
Tað hevur ljóðað, at seinasti
skilnaðurin millum spælaran Andrew
av Fløtum og HB ikki var í sátt og
semju, men Andrew vil einki siga um
tað. Hann hevur takkað fyri seg sum
ein av teimum, ið bara hevur spælt
í einum felagið í føroyskum fótbólti.
Loyaliteturin stendur við, nú Andrew
av Fløtum hevur borið byrðina sum
10-arin hjá HB fyri seinastu ferð.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
»Tað var eitt sindur ræðandi at koma inn í eitt skifti
rúm, sum taldi menn sum Kaj Leo Johannesen, Inga
Rasmussen, Gunnar Mohr og Una Arge. Í dag koma teir
ungu brølandi inn, men soleiðis var tað ikki tá«
FAKTA:
Andrew av Fløtum
■ Føddur: 1306-79
■ Giftur (við): Ruth av Fløtum
■ Børn: Meta 6 ár,
Frida 4 ár, Lusia 2 ár
■ Starv: Lærari á skúlanum
á Trøðni
Yrkisleið:
■ Landsdystir/Mál: 34/1
■ HB: 1996 - 2003
■ Fremad Amager: 2003 - 2007
■ HB: 2007 - 2015
SAVNSMYNDIR