Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-07, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. januar 2016síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. JANUAR 2016 SOSIALURIN 3 35 Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara elskaða omma, langomma og olduromma Sanna Rosa Danielsen Strendur vanliga nevnd Sanna á Høvdanum andaðist 6. januar, 102 ára gomul. Kistan fer av Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi fríggjadagin kl. 18. Jarðarferðin verður úr Sjóvar kirkju leygardagin kl. 14. Familjunnar vegna Kári, Heidi og Sanna Tað ber eisini til at bróta niður í eini langtíðarætlan Jógvan við Keldu Tá politikarar gera seg inn á framleiðsluna og ikki vilja seta seg inn í hørðu krøvini, sum skulu til fyri at kappast við sterkar útlendskar sølu- og framleiðslufyritøkur, verður hetta bæði “fyrr og seinni” eitt niðurlag. Eftir løgtingsvalið 1. september í fjør tók nýggj samgonga við 15. í mánaðinum. Samgongan hevur nú sitið í stívliga 100 dagar. Sigast má, at hon hevur hildið tað flokkarnir lovaðu áðrenn valið, at taka pening úr vinnuni, minka um menningarmøguleikar til meirviðgerð og framleiðslur , sum eru í gongd til útflutnings, ístaðin seta peningin í øktar almennar útreiðslur og soleiðis rúmka um hjá sær sjálvum. Ofta siga politikarar bæði frá borgarligari og sosialistiskari síðu, at, “ ...vit gera karmarnar fyri vinnuligari framgongd so góðar og tryggar sum gjørligt, soleiðis, at vinnan gerst betur før fyri menning til útflutnings...”. At bróta uppbygt niður Hóast at sagt verður, at tað tekur stutta tíð at bróta uppbygt niður, so tykist hendan samgongan at hava lagt eina dygga ófrættakenda langtíðarætlan við ótryggleika fyri vinnuna, roynir at seta kílar inn millum sjófólk og reiðarar, leggja grundarlag undir eksperimentinum við uppboðssølu, tyngja avgjaldsbyrðar áðrenn úrslitini eru kend og taka hug og evni frá framtakshugaðum. Tað sum er komið fram millum politikarar seinastu 20 árini og er meiri accelererað seinastu tíðina er hugburðurin, “umráðandi at fáa nógvar íverksetarar, men mugu samstundis ansað eftir, at tá hesir byrja at fáa “ov nógvan vinning”, at teir mugu steðgast, tí teir kunnu eisini verða vandamiklir”. Hetta er órealistisk dreymaverð. So leingi hesin hugburður er, skulu vit gloyma alt tos um sjálvbjargni og sjálvstýri. Um jólini las eg bøkurnar um “Klakksvíksstríðið” hjá Líggjasi í Bø og “Kjølbro...” av Óla Jacobsen. Her fekk eg enn einaferð staðfest ein veruleika. Ofta verður tosað um, at “læknastríðið oyðilegið Klaksvík”. – Mær hevur altíð tykst, og sum eg havi sagt: “Læknastríðið gjørdi, at sjúkrahúsið varð varðveitt og við tíðini bygt upp til eitt valaverk, men vinnuliga gjørdist stríðið eitt satt bakkast fyri Klaksvík”. Men so einfalt er hetta ikki og ikki allur sannleikin. Tá øvundin vinnur Tá meinbogar í 1930/40num vórðu lagdir av sóknarstýrinum ímóti at Kjølbro kundi menna seg enn meiri, hetta er ikki nakað nýtt, tí teir hildu, at hann “setti nøsina í so langt fram”, hótti hann við at fara yvir á Kunoynna. Tað gjørdi hann ikki, men eg havi ongantíð verið í iva um, at her varð grundarlagið lagt til, at hann flutti alt meiri virksemi út á Skála, sum skapti ein óbótandi skaða bæði fyri Klaksvík og fyritøkuna. Alt hetta samfelt saman við núverandi politiska áganginum er bara eitt av dømunum um, tá politiski myndugleikin ger seg inn á framleiðslu og menning, sum kostar hópin av arbeiði og tíggju, ja hundratals milliónir av íløgum, og ikki setur seg inn í krøvini, sum skulu til fyri at kappast við sterkar útlendskar sølu- og framleiðslufyritøkur, um tað so snýr seg um ali- ella fiskivinnufyritøkur ella aðrar framleiðslur.. Sá nú ein dagin størsta nýggjársynski hjá fyrrverandi løgtingsmanni, Janusi Rein, hann ynskti at: “Føroyingar skulu ikki vera so fullir av øvunsjúku og jantelóg”! – Hetta er eitt tiltrongt ynski fyri okkum øll! Fari við hesum innleggi at ynskja øllum landsmonnum mínum eitt gott og gevandi 2016! KJAK Gongda leiðin er grøn Sigrún Mohr, vegna Náttúru- og Umhvørvisnevnd Tórshavnar kommunu Fyrsta málið, Náttúru- og umhvørvisnevnd Tórshavnar kommunu setti sær, tá ið nevndin varð endurstovnað í februar í fjør, var at orða ein umhvørvispolitikk. Skipaður umhvørvispolitikkur er millum størstu uppgávurnar, mannaættin skal loysa hesa øldina. Tað er júst samtykti veðurlagssáttmálin á COP21- ráðstevnuni í París besta prógvið um. Úrslitið har gjørdist ikki so gott, sum vónað varð, men kortini betri, enn væntað varð. Umhvørvispolitikkur Tórshavnar kommunu skal stinga út í kortið, hvussu kommunan frameftir skal tryggja, at atlit verða tikin til umhvørvi og náttúru. Endamálið er, at Tórshavnar kommuna gerst ein grøn kommuna innan framtíðar orku og orkuskipanir, tilfeingi, rusk og skaðilig evni. Í einum grønum framtíðarsamfelagi verður orka vunnin úr varandi, reinum orkukeldum, og ikki úr avmarkaðum, dálkandi lívrunnum tilfeingi. Somuleiðis verður ansað væl eftir, hvussu rusk og skaðilig evni verða handfarin fyri at verja náttúru og umhvørvi. Umhvørvispolitikkur er ein heimsuppgáva, sum ráðstevnan COP21 í París eisini bendir á, men hann er eisini ein landsuppgáva, kommunuuppgáva og staklingauppgáva. Hvør einstakur - tú og eg - kann og eigur at gera sítt til at tryggja okkara eftirkomarum eina góða framtíð. Skal henda framsøkna ætlan eyðnast, er umráðandi, at øll í kommununi, børn og vaksin, virki og stovnar, standa saman um hana. Somuleiðis er av stórum týðningi, at hvør einstakur borgari sleppur framat at mynda henda umhvørvispolitikk og kennir seg aftur í honum. Samstarv og kunning eru lyklaorð. Tí heitir Tórshavnar kommuna á allar borgarar um geva sítt íkast og koma við hugskotum um, hvussu kommunan skal seta grønu kósina frameftir. Neyvari leiðbeining fæst á hesum leinki: http://www. torshavn.fo/Default.aspx?pageid=1372