mánadagur 11. januar 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. januar 2016 · Nr. 4
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
LØNARVIÐURSKIFTI
Árni Gregersen
Tað vóru umleggingarnar í
arbeiðnum millum Løgtingið
og landsstýrið, sum fingu
formannin í Løgtinginum til
í 1998 at leggja fram uppskot
um, at lønin fyri at sita á tingi
skuldi hækka munandi.
Broytingarnar í almennu
skipanini og serliga lands-
stýrinum, sum vóru framdar
miðskeiðis
í
níti-árunum
gjørdu, at tingfólk fingu
munandi minni innlit í fyri-
stingina enn tey høvdu havt
frammanundan.
Nýggja skipanin tók av
skipanina við kollektivum
landsstýri og gav einstøku
landsstýrisfólkunum bein-
leiðis ábyrgd.
Endamálið var eisini at
gera ein greiðan skilnað mill-
um lóggevandi og útinnandi
valdið.
Frammanundan
hevði samanblandingin mill-
um hesi bæði valdini verið
størri og longur burtur frá
idealskipanini við tríbýtta
valdinum, sum okkara fólka–
ræðisliga
skipan
annars
byggir á.
Almennu
viðmerkingarnar
Tað var táverandi løgtings-
formaðurin, Finnbogi Ísakson,
Tjóðveldi, sum legði uppskotið
fram um at hækka lønirnar hjá
tingfólkum.
Hann skrivaði í inngang-
inum í viðmerkingunum til
uppskotið:
Økt arbeiði hjá Løgting-
inum og broyting í viður-
skiftunum millum Løgting
og landsstýri gera tað neyð-
ugt at gera nýggja skipan
fyri lønir og eftirlønir løg-
tingsmanna. Við árunum
eru fleiri og fleiri málsøki
í
heimastýrislógini
yvir-
tikin
sum
sermál.
Lóg-
gávan er flutt frá Fólka-
tinginum
til
Løgtingið,
og umsitingin er flutt frá
donskum
ráðharrastovum
og ríkisumboðnum til lands-
stýrið.
Hetta
hevur
ført
við
sær, at lóggávuarbeiðið hjá
Løgtinginum er munandi
økt. Samstundis verður her
eins og í grannalondunum
kravt, at lóggávuarbeiðið
verður betrað, at málini eru
væl gjøgnumarbeidd, og at
helst ongar villur skula vera
í einari lýstari løgtingslóg.
Fyri at náa hetta seinasta
er løgtingsskrivstovan ment,
men tann politiska viðgerðin
í tinginum og serliga nevnd-
unum hevur ikki ment seg
tilsvarandi.
Við
nýggju
stýrisskipanini er greiður
skilnaður gjørdur millum
umsitingina (landsstýrið) og
lóggávuvaldið (Løgtingið).
Áður lá ein partur av
umsitingini bæði hjá lands-
stýrinum og Løgtinginum við
tað, at ávísar umsitingarligar
avgerðir skuldu takast bæði
í landsstýrinum og í einari
løgtingsnevnd.
Løgtingsnevndirnar hava
einki umsitingarvald longur,
og tað hevur við sær, at
Løgtingið ikki fær tað innlit
í umsitingarlig mál, sum tað
hevði frammanundan.
Skal nakar javni vera
millum
umsitingarvaldið
og
lóggávuvaldið,
er
tí
neyðugt, at Løgtingið ger
sær størri ómak við lóggávu-
arbeiðinum, tí tað er her,
Løgtingið hevur beinleiðis
vald.
Hann staðfesti eisini, at
tað er Løgtingið, sum hevur
eftirlit við tí, sum landsstýrið
ger.
Við
verandi
skipan
kann hetta gerast við fyri-
spurningum
til
lands-
stýrisfólk í tinginum. Við
spurningunum fæst at vita
nágreiniliga
hvat
lands-
stýrisfólk gera – og við
hvørjum
grundgevingum
hetta verður gjørt.
Hann skriviar eisini, at
tíverri hava spurnignarnir
ikki fingið nóg stóra um-
røðu, men hann heldur, at
fyrispurningarnir eiga at
geva
landsstýrinum
eina
ábending um, hvat Løgtingið
heldur í einstøkum málum.
Broytta skipanin eigur
eisini at hava við sær, at
spurningar frá tingfólki fara
at verða tiknir meira í álvara
og gerast ein størri partur
av
tingarbeiðnum
–
og
samstundis geva tingfólkum
eina størri arbeiðsbyrðu.
Eitt skarvslop
Uppskotið, sum var viðgjørt
í tinginum í 1998 og 1999 og
ARBEIÐSBYRÐAN
GJØRDI AT LØNIN Í
TINGINUM FÓR UPP
Í 1999 fingu tingfólk eina munandi lønarhækking, tá ið tingmannastarvið gjørdist eitt fulltíðarstarv
Broyttu samsýningarnar hjá landsstýrisfólkum gera, at neyðugt er at broyta samsýnignarnar hjá tingfólki
Fleiri royndir gjørdar at broyta samsýningarnar
Árni Gregersen
Løn, samsýning og eftirløn
hjá landsstýrisfólkum var
broytt í seinasta valskeiði
og skipanin fór at virka, tá ið
hetta landsstýrið tók við.
Grundleggjandi hækk-ar
sjálv lønin, meðan serliga
pensjónin verður umløgd,
so landsstýrisfólk nú sjálvi
gjalda inn til eftirlønina.
Harumframt er borðfæið
avtikið og greiðari reglur
gjørdar fyri flutningi millum
bústað og arbeiðspláss.
Hesar broytingar eru enn
ikki gjørdar fyri tingfólk.
Kortini eru royndir gjørd-
ar til at fáa hetta broytt.
Seinasta royndir var gjørd
í farna valskeiði, tá ið Poul
Michelsen vegna Framsókn
legði eitt uppskot fram til
samtyktar, har heitt var á
formansskapin í tinginum
um at taka stig til at broyta
samsýningarnnar og eftir-
lønir hjá tingfólki, so tær eru
meira tíðarhóskandi.
Uppskotið miðaði ímóti,
at
broytingarnar
vóru
gjørdar í seinasta lagi í 2015.
Uppskotið fall í ting-inum
við 11 atkvøðum fyri og 18
ímóti.
Óhaldbar støða
Tá ið málið fekk viðgerð í
Poul Michelsen,
núverandi
landsstýrismaður,
legði eitt uppskot til
samtyktar fram, sum
hevði til eindamáls
at broyta samsýning
og eftirløn hjá
tingfólki. Uppskotið
fall í tinginum
Finnbogi Ísakson, táverandi tingformaður, legði uppskotið
fram, sum gjørdi løgtingsarbeiðið til eitt fulltíðarstarv