mánadagur 11. januar 2016síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 11. januar 2016 · Nr. 4
LØNARVIÐURSKIFTI
fekk gildi 1.mars 1999, gav
tingfólki eina lønarhækking,
sum av álvara merktis - og
gjørdi tað at vera tingfólk til
eitt fulltíðarstarv.
Lønin fór úr 16.000 krón-
um um mánaðin til 25.000
krónur.
Og tingfólk vóru flutt
úr 17. lønarflokkin í tæn-
astumannalógini
til
34.
lønarflokk.
Lógin hevði kortini eisini
aðrar broytingar við sær,
sum gjørdi, at sumt gjørdist
bíligari fyri almenna kassan.
Til dømis var fundar-
peningurin avtikin. Nú er
tað soleiðis, at uttan mun
til hvussu nógvum fundum
í nevndum tú luttekur í, so
fær tú sum tingfólk ikki
eyka fyri tað. Tingarbeiðið
er eitt fulltíðarstarv, sum
hevur við sær, at tú luttekur
á nevndarundum uttan at
fáa eyka fyri tað.
Formennirnir í nevndun-
um fáa eina eyksamsýning.
Tey fingu tá, sum nú 2.500
krónur um mánaðin fyri
formanssessin í einari nevnd
– og sjálvt um tingfólk eru
formenn í meira enn einari
nevnd, so gevur tað ikki
eyka.
33 tingfólk
Løgtingið er mannað við 33
tingfólkum, sum verða vald í
minsta lagi fjórða hvørt ár.
Løgtingið
hevur
ein
formansskap við einum løg-
tingsformanni og trimum
næstformonnum.
Við
lógarbroytingini
í
1996 hækkaði tignin hjá løg-
tingsformanninum
mun-
andi, umframt at lønin eisini
hækkaði.
Í dag er tað soleiðis, at
tingformaðurin fær somu
løn sum løgmaður. Tingfor-
maðurin hevur í serligum
førum ein leiklut, sum kann
javnsetast við forseta ella
ríkisiovasta.
Til dømis er tað tingfor-
maðurin, sum setir uppskot
fram umhvør skal velajst
til løgman og tað er ting-
formaðurin, sum fær boð
um hvør fer undir at skipa
landsstýri eftir eitt val.
Við
øðrum
orðum
er
tað
tingformaðurin,
sum
formliga
tilnevnir
sam-
ráðingarleiðaran.
Broytingin
gav
ting-
formanninum
somu
løn
sum løgmanni. Lønin hjá
løgmanni
og
landsstýris-
fólkum fór munandi upp
nú landsstýrið tók við, men
afturfyri so minkaðu aðrar
samsýningar. Mest minkaði
pensjónin.
Hjá løgtignsformanninum
er hetta ikki hent. Hann
hevur framvegis goðu gomlu
pensjónina og hevur fingið
lønarhækking, tí í lógini
stendur stutt og greitt, at
tingformaðurin fær somu
løn, sum løgmaður.
Les meir um, hvat lønin
er nú aðrastaðni í blaðnum.≠
fíggjarnevndini segði meir-
lutin, at hannn ikki tók undir
við uppskotinum.
Meirlutin segði seg hava
havt samband við Jógvan á
Lakjuni, tingformann, sum
segði, at formansskapurin
fylgir við alla tíðina og roynir
at tryggja at hesi viðurskifti
eru á einum hóskandi støði.
Harumframt verður arbeitt
við at gera ymsar tillagingar.
Minnuilutin,
sum
var
umboð fyri núverandi sam-
gongu, tók betur undir við
uppskotinum.
Í álitinum søgdu Eyð-
gunn Samuelsen, Aksel V.
Johannesen
og
Kristina
Háfoss, at at Tjóðveldi og
Javnaðarflokkurin
fleiri
ferðir hava víst á, at neyð-
ugt er at endurskoða eftirløn
og samsýning hjá løgtings-
fólkum, so hesi eru tíðar-
hóskandi og meira rími≠lig.
Broyting er framd í lønar-
og
eftirlønarviðurskiftum
hjá landsstýrisfólkum, men
enn manglar broyting at
verða framd, tá umræður
løgtingsfólk. Hetta er ikki
nøktandi.
Tey vístu serliga á, at
eftirlønarskipanin
víkir
munandi frá tí, sum onnur
fólk hava.
Meðan
tænastumenn
skulu arbeiða 37 ár fyri
at røkka fullari tænastu-
mannapensjón,
so
skulu
løgtingsfólk bert arbeiða 16
ár fyri at røkka tí sama.
–
Tað
eydnaðist
her-
fyri at broyta eftirløn hjá
landsstýrisfólkum soleiðis, at
hesir fáa 15 prosent av lønini
í
eftirlønargjaldi.
Henda
broyting er enn ikki farin
fram fyri løgtingslimir, og
kemur eftirlønarskipanin hjá
løgtingsfólkum tí framyvir
at verða munandi betri enn
tann hjá landsstýrisfólkum,
um stig ikki verða tikin til
at broyta hetta, skriva teir
tríggir táverandi limirnir í
fíggjarnevndini.
Tingformaðurin:
Broytingar
mugu gerast
Hóast formansskapurin enn ikki hevur hugt
uppá málið, so ásannar tingformaðurin,
at ávísar broytingar mugu gerast í
samsýning og eftirløn løgtingsmanna
Árni Gregersen
Samsýningin og eftirlønin
hja tingfólki verður ikki
broytt beint nú.
Nýggi løgtingsformað-
urin, Páll á Reynatúgvu,
Tjóðveldi, sigur, at higartil
hevur hesin spurningurin
als ikki verið viðgjørdur í
formansskapinum.
–
Tað
hevur
verið
ómetaliga nógv at gjørt,
síðani tingið fór til arbeiðis
eftir valið, so hetta hevur
ikki verið á skrá, sigur
tingformaðurin.
Sjálvur fær hann løn
sum løgmaður, men hann
fær eisini eftirløn, sum
tingfólk – altso tað hægru
eftirlønina.
– Eg eri komin í ein sess,
har eg ikki sjálvur havi sett
treytirnar. Tað sama kann
sigast um tey nývaldu
tingfólkini. Tey eru vald
á ting til treytir, sum vóru
kendar
frammanundan,
sigur Páll á Reynatúgvu.
Hann
sigur,
at
tað
sjálvandi ikki er serliga
stuttligt at skulu viðgera,
hvat ein sjálvur skal hava í
samsýning og eftirløn.
Onki samsvar
Hóast onki er gjært við
málið enn, so ásannar
tingformaðurin, at okkurt
má gerast rættuliga skjótt.
Hann vísir á, at tá ið
viðurskiftini hjá lands-
stýrisfólkunum
nú
er
broytt, so er eisini neyðugt
at broyta viðurskiftini hjá
tingfólki, tí nógv hava sitið
í báðum støðum.
– Sjálvur haldi eg, at
broytingin í viðurskiftum
hjá tingfólkum átti at
verði broytt samstund-
is sum tann hjá lands-
stýrisfólkum. Hetta var
ikki gjørt tá, so vit noyðast
at gera okkurt við viður-
skiftini,
sigur
løgtings-
formaðurin.
Páll
á
Reynatúgvu
sigur, at tað er møguligt,
at tað verður neyðugt at
seta eina nevnd uttanfyri
tingið at gera uppskot
til, hvussu tingfólk skulu
samsýnast
og
hvussu
eftirlønin skal roknast.
– Tað var tað, sum
var gjørt, tá ið lands-
stýrismannalønirnar vóru
broyttar. Ein nevnd kom
við einum tilmæli, sum
løgmaður so – eitt sindur
broytt – legði fyri tingið.
Kanska eiga vit at gera
broytingar á sama hátt,
sigur tingformaðurin.
Páll á Reynatúgvu, tingformaður, sigur, at tað er neyðugt at broytingar verða jørdar.
Tingmannastarvið er í dag eitt fulltíðarstarv. Fólk kunnu í mesta
lagi hava eitt hálvt alment starv afturat tingsessinum