mánadagur 11. januar 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. januar 2016 · Nr. 4
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
LØNARVIÐURSKIFTI
Fýra fáa feitu
løgmanspensjónina
PÁLL FÆR Í
POSA OG SEKK
Eirikur Lindenskov
77.530,50 krónur. Tað er lønin,
sum Páll á Reynatúgvu,
løgtingsformaður,
fær.
Og tað er nógv meira, enn
Jógvan á Lakjuni fekk, tá
hann var løgtingsformaður
fyri fýra mánaðum síðani.
Tí hann fekk »bert« 59.638,87
krónur.
Hesin parturin av lønini
hjá teimum báðum er tó
uttan
skattafrítt
ískoyti,
góðar
2.000
krónur
um
mánaðin, og koyripengar,
sum hjá Jógvan á Lakjuni
eru slakar 8.000 krónur
um mánaðin og hjá Páll á
Reynatúgvu eru slakar 5.000
krónur.
Men
lønarhækkingin
hjá
løgtingsformanninum
hevur
einki
við
nýggja
løgtingsformansskapin
at
gera. Og tað hevur als einki
við tingmannalønirnar at
gera yvirhøvur.
Orsøkin er tann, at í lógini
um samsýning og eftirløn
løgtingsmanna stendur, at
løgtingsformaðurin er løntur
sum løgmaður.
Og tá løgtingið í mai í
fjør hækkaði lønina hjá
løgmanni 30 prosent, so
merkti tað, at lønin hjá
løgtingsformanninum eisini
hækkaði 30 prosent – við
virknaði frá, tá nýtt løgting
tók við.
Men afturfyri, at lønini
hjá
løgmanni
og
lands-
stýrismonnum
hækkaði
munandi,
so
var
tann
sera
fyrimunargóða
pensjónsskipanin
hjá
landsstýrisfólki eisini broytt.
Fyri
broytingina
fingu
landsstýrisfólk
tænastu-
manna-pensjón. Men í mun
til vanlig fólk, sum skulu
arbeiða í 37 ár fyri at fáa fulla
pensjón, so skuldi lands-
stýrisfólk bara arbeiða í 8
ár fyri at fáa fulla pensjón.
Nýggju
landsstýrisfólkini
fáa nú 15 prosent goldið í
pensjónsskipan av lønini og
fáa onga tænastumanna–
pensjón.
Onkur
hevur
roknað
seg fram til, at um lands–
stýrisfólkini sjálvi skuldu
goldið inn í pensjónsskipan
fyri at fáa so góða pensjón,
sum tey fingu, so skuldi tey
gjalda í miðal um 100.000
krónur um mánaðin – ja, tú
las rætt, um mánaðin, í eina
slíka skipan. Tí varð ikki
mett, at skipanin var haldfør
fyri landsskassan, sum fer
at
fáa
ovurhondsstórar
útreiðslur
av
skipanini,
sum varð broytt, tá nýggja
landsstýrið tók við.
Men
tann
ótilætlaða
broytingin við lønini hjá
løgtingsformanninum
ger,
at hann fær bæði í posa og
sekk. Tí Páll á Reynatúgvu
fær
bæði
høgu
lønina,
sum
løgmaður
fær,
og
gomlu
pensjónina,
sum
er 60 prosent av lønini, ið
løgmaður fekk. Tað merkir,
at Páll á Reynatúgvu, tá
hetta valskeiðið er av, longu
hevur upptjent sær fulla
tænastumannapensjón,
sum eftir lønartalvuni, sum
er galdandi í dag, er 46.518
krónur um mánaðin!
Roknast kann við, at
løgtingið fer at broyta lønar-
og pensjónsviðurskifitni hjá
løgtingsmonnum, so tey fara
at hava sama útgangsstøði
sum hjá landsstýrisfólkum.
Men tá tingfólk broyta síni
viðurskifti til tað verra, eru
broytingarnar altíð galdandi
frá tí, at næsta ting tekur við.
Eru broytingarnar hinvegin
til tað betra, so eru tær altíð
galdandi fyri tingið, sum
situr.
Pensjónin hjá løgtingsformanninum er 25 prosent hægri enn lønin hjá tingfólki
Eirikur Lindenskov
Løgtingsformaðurin
er
løntur og eftirløntur sum
løgmaður. Tað merkir, at
løgtingsformenn á sama hátt
sum løgmaður upptjena sær
pensjón upp á átta ár.
Og tað eru bara teir, sum
hava havt sæti í løgtinginum
eftir valið í 1998, sum fáa
hesa pensjónina. Tey, sum
hava sitið áðrenn 1998 eru
undir gomlu skipanini, sum
er væl lægri.
Finnbogi Ísakson, sáli,
var løgtingsformaður í val-
skeiðnum frá 1998-2002, tá
broytingin í lønum og eftir-
lønum hjá tingfólki vórðu
samtyktar.
Hóast
sami
persónur
hevur sitið sum løgmað-
ur,
løgtingsmaður,
landsstýrismaður,
løg-
tingsformaður
og
fólka-
tingsmaður, so kann hann
ikki leggja allar pensjónirnar
saman. Men hann kann velja
sær ta bestu. Og so ber til
at umrokna starvsaldurin
frá
hinum
størvunum.
Tað vil siga, at hevur ein
persónur verið løgmaður ella
løgtingsformaður, so kann
hann
umrokna
starvstíð
sum
løgtingsmaður
ella
landsstýrismaður og leggja
tað saman. Verður tað til átta
ár – sum tað er hjá næstan
øllum – so hevur persónurin
tryggjað sær fulla løgmans-
ella løgtingsformanspensjón.
Teir
løgtingsformenn,
sum higartil hava tryggjað
sær tað, eru:
Finnbogi Ísakson
Hergeir Nielsen
Edmund Joensen
(sum eisini kann velja
løgmanspensjónina)
Anfinn Kallsberg
(sum eisini kundi valt
løgmanspensjónina)
Jógvan á Lakjuni
Páll á Reynatúgvu
Tingformann eftir 1998
fáa bestu pensjónina
Eirikur Lindenskov
Anfinn
Kallsberg
og
Jóannes Eidesgaard eru
teir einastu, sum fáa ta
stóru og góðu pensjónina
sum fyrrverandi løgmenn,
sum tú fært, tá tú hevur
verið í landsstýrinum í
tilsamans átta ár – og bara í
onkran parti av tíðini verið
løgmaður.
Ikki nóg mikið við tí. Tað
ber eisini til at umrokna
tíðina í løgtinginum til tíð
í landsstýrinum, soleiðis at
tú fært átta ár tilsamans.
Tí
landsstýrispensjónin
er nógv meira verd enn
løgtingspensjónin,
tí
pensjónin er partur av
lønini. Í løtuni 60 prosent
av lønini.
Tað merkir, at Anfinn
Kallsberg
og
Jóannes
Eides-gaard nú fáa slakar
36.000 krónur í pensjón um
mánaðin, og tað fáa teir, so
leingi teir liva. Og hava teir
eftirsitiandi
hjúnafelaga
eftir, at teir eru deyðir, fær
hjúnafelagin 60 prosent av
pensjónini.
Umframt
Anfinn
Kalls-berg
og
Jóannes
Eidesgaard,
so
hava
Edmund Joensen og Kaj
Leo
Holm
Johannesen
eisini upptjent sær tíð til
hesa feitu pensjónina, tá
teir leggja frá sær. Edmund
Joensen hevur nátt pen-
sjónsaldur, so hann fær
l ø g m a n s p e n s j ó n i n a ,
so skjótt hann ikki er
tingmðaur meira.