Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. januar 2016síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 11. januar 2016 · Nr. 4 Jacob og Høgni ósamdir um makrelbýtið Vestergaard finst at Hoydal fyri at býta makrelin á sama hátt, sum hann sjálvur gjørdi Árni Gregersen Var orðadrátturin harð- ur millum táverandi landsstýrismannin við fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, Fólka-flokk- urin, og Høgna Hoydal, Tjóðveldi, so er hann ikki linkaður, nú Høgni Hoydal er landsstýrismaður við fiskivinnumálum. Jacob Vestergaard finst hvassliga at nýggja lands- stýrismanninum fyri at gera júst tað sama, sum jacob Vestergaard, gjørdi sum landsstýrismaður – og sum Høgni Hoydal hvass- liga fanst at. Talan er um at luta makrelkvotuna burtur gjøgnum kunngerð. Høgni Hoydal hevur fleiri ferðir sagt, at talan er um eina politiska útluting. Nú sigur hann við Út- varpið, at hann er noyddur sum landsstýrismaður at fyrihalda seg til galdandi lóg. Tí noyðist hann at luta makrelkvotuna út á sama hátt, sum undanfarni landsstýrismaðurin gjørdi. Jacob Vestergaard hin- vegin heldur, at tað er løgið, at Høgni Hoydal nú arbeiðir eftir einum leisti, sum Høgni Hoydal kærdi seg til landsstýrismálanevndina í 2012 fyri at brúka. Umskipanin Nýggja samgongan hevur boðað frá, at hon fer at broyta fiskivinnuskipanina. Hetta verður gjørt við at gera eina nýggja lóg um vinnuligan fiskiskap, sum kemur í gildi 1.januar 2018. Men uppskot eru um at gera ávísar broytingar nú, sum skulu geva royndir frá tildømis uppboðssølu. Eitt slíkt uppskot liggur í vinnunevndini og kemur fyri aftur ít inginum í januar. Eftir hvat samgongan hevur boðað frá, so skulu stórar broytignar gerast í lógini um vinnuligan fiskiskap, men tað er ein nevnd, sum skal gera uppskot til landsstýrið um, hvussu lógin skal vera. Hendan nevndin, sum landsstýrismaðurin Høgni Hoydal, hevur boðað frá og skal seta, er ikki alment sett enn. Fleiri ferðiur hevur landsstýrismaðurin sagt, at nú verður nevndin sett, men enn er hon ikki alment kend. Ætlanin er, at upp- skotið um nýggja lóg um vinnuligan fiskiskap skal leggjast fyri tingið á ólavsøku. LØNARVIÐURSKIFTI Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiskivinnumálum Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýris- maður við fiskivinnumálum                                               Páll á Reynatúgvu: ár aldur starvsaldur starvsald/eftirl. 2016 48 15 78 2017 49 16 81 2018 50 17 84 2019 51 18 87 2020 52 19 90 2021 53 20 93 2022 54 21 96                            ­‐                       Pensjónistar sum 60 ára gamalir Eirikur Lindenskov Páll á Reynatúgvu fær 46.518,30 kronur í pensjón, longu tá hann fyllir 60 ár. Tað fær hann, tí at pensjónsskipanin hjá løg- tingsfólki er soleiðis skrúvað saman, at um aldurin á tingmanni pluss tvær ferðir starvsaldurin tilsamans er 95 ár, so kann tingmaður fara frá við eftirløn, tá hann er 60 ára gamal. Tey tingfólk, sum ikki klára hesa treytina, verða eftirlønt í fyrsta lagi, tá tey fylla 67 ár. Kaj Leo Holm Johannesen kann eisini fara frá við full- ari eftirløn, tá hann fyllir 60 ár. Tí hann uppfyllir eisini treytirnar. Men hann fær »bara« vanliga løgmanspensjón, eins og Anfinn Kallsberg og Jóannes Eidesgaard, sum er um 35.000 krónur um mánaðin, tí hann kann pensjónerast eftir gomlu skipanini, sum var galdandi fram til løg- tingsvalið seinast. Bjarni Djurholm, sum ikki stillaði uppaftur á valinum í september fær eisini pensjón, tá hann fyllir 60 ár komandi ár, tí hann uppfyllir eisini treyt- irnar. Bjarni Djurholm fær 60 prosent av lønini, sum landsstýrisfólk fingu fyri valið. Tann lønin er sambært 38. lønarflokki hjá tænastumonnum, sum í løtuni er 50.792 krónur, og tað gevur Bjarna Djurholm 30475,50 krónur í pensjón, tá hann um eitt gott ár fyllir 60 ár.                          ­‐                         Kaj Leo Holm Johannesen ár aldur starvsaldur starvsald/eftirl. 2016 51 14 79 2017 52 15 82 2018 53 16 85 2019 54 17 88 2020 55 18 91 2021 56 19 94 2022 57 20 97                                                                             Bjarni Djurholm ár aldur starvsaldur starvsald/eftirl. 2016 58 21 100 Sum talvan vísir, so uppfyllir Páll á Reynatúgvu kravið um at fara frá við eftirløn sum 60 ára gamal um 5-6 ár, um hann situr á tingi ella í landsstýrið hesa tíðina. Kaj Leo Holm Johannesen kann eis¡ini fara frá við eftirløn sum 60 ára gamal, um hann situr á tingi ella í landsstýri næstu seks árini. Bjarni Djurholm hevur nátt starvsaldur soleiðis, at hann fær pensjón, tá hann fyllir 60 ár um eitt gott ár.