Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. januar 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. januar 2016 · Nr. 4 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Nú skal revsilógin broytast, so­leiðis at kynslig brotsverk ímóti kvinnum og børnum, skal revsast nógv harðari enn tað er nú. Samstundis skulu yms­ ar broytingar gerast í revsi­ lóg­ini fyri at nágreina, nær talan er um neyðtøku, og har­ afturat verða ættlædd børn, og kynbørn, javntsett í sam­ band við kynslig brotsverk. Aksel V. Johannesen, løg­ maður, hevur lagt málið fyri landsstýrið, og hevur fingið undirtøku fyri at arbeiða við málinum. Sostatt er umsitingin í Tinga­nesi nú farin undir at út­greina, tær broytingar, sum skulu gerast í revsi­lóg­ ini, og Gudrun Mortans­dóttir Nolsøe, fulltrúi á lóga­tæn­ ast­uni á Løgmans­skriv­stov­ uni, sigur, at ætlan­in er, at ar­beiðið skal vera lið­ugt í vár. So skal endaliga úrslitið send­ast til avvarðandi partar til hoyringar, og endamálið er so at leggja uppskotið fyri Løg­tingið eftir ólavsøku. Greiðari reglur og harðari revsing Seinastu árini hevur nógv verið tosað um at broyta revs­ingina fyri neyðtøku og onn­ur kynslig brotsverk. Í hesum sambandi hevur tað undrað nógv, at revsingin fyri kynsligan ágang ímóti ættleiddum børnum er nógv linari enn hon er fyri at gera seg inn á eins egnu kynbørn. Fýlst hevur eisini verið á, at revsingin fyri at gera seg inn á fólk, sum eru hjálpar­ leys, og sostatt ikki fáa vart seg, er ov lin. – Tað er óheppið, at revs­ ingin fyri at hava samlegu við eitt hjálparleyst fólk, og sostatt misbrúka, at offrið er hjálparleyst, er nógv styttri enn fyri neyðtøku, sigur løg­ maður í uppritinum, hann legði fyri Landstýrið. – Somuleiðis ásann­ar landsstýrið, at tað er stoyt­ andi fyri rættar­kensl­una, at í føroysku revsilógini er linari revsing fyri at hava samlegu við ættleidd børn, enn tað er at hava samlega við eins egnu kynbørn. – Landsstýrið sigur í ein­ um uppriti um ætlaðu broyt­ ingar­nar, at tað er eisini løgið, at tað bara er uttanfyri hjúna­lagi, at tað er revsivert at misbrúka eina støðu, har offrið er sinnissjúkt, hev­ur menn­ingartarn, ella í aðr­ ar mátar er hjálparleyst, kanska doyvt av heilivági ella rúsdrekka. Somuleiðis sigur lands­ stýrið, at tað er undarligt, at tað bara er uttanfyri hjúna­ lagið, at tað er revsivert at mis­brúka eina støðu, har offrið er bundið til ein, fíggjar­liga ella arbeiðsliga, til at gera seg kynsliga inn á tað. Hugburðurin hevur verið, at kynsligur ágangur er líka­smum ein partur av hjúna­lagnum, tí saman­ um­tikið er revsingin fyri kynsligan ágang ímóti hjúna­ felaganum, linari enn annar kynsligur ágangur. Tí skal revsilógin nú broyt­ast, soleiðis, at hug­takið neyðtøka, verður víðk­að, so at tað eisini fer at um­fata kynsligan tvingsil av einum og hvørjum slagi í ein­um hjúnalagi og tað skal revs­ast líka hart at neyðtaka ætt­ leidd børn, sum tað verður at revsað eins egnu kynbørn. Í hesum sambandi verða reglur­nar um neyðtøku víðk­ aðar til at fevna um samlegu við ólógligum tvingsli sum heild. Eisini tá ið talan er um at misbrúka eina støðu, har offrið er hjálparleyst, og so­statt verjuleyst, skal tað her­eftir viðgerast sum neyð­tøku­mál. Tað kann vera í støðum, har offrið er drukk­ ið, ella doyvt av heilivági. Harafturat skal tað nú eisini revsast sum neyð­tøka, tá ið sinnissjúka, menn­ingar­ tarn, verður mis­brúkt til at noyða offrið til kyns­ligt sam­ band. Tað sama er galdandi, tá ið offrið í aðrar mátar er hjálparleyst, kanska doyvt av rúsdrekka ella heilivági – eisini tá ið talan er um tveir partar í einum hjúnalagi. Somuleiðis verður tað eis­ ini revsað sum neyðtøka, tá ið arbeiðsligur, ella fíggjar­ ligur, bundinskapur í einum hjúna­bandi, verður groft mis­brúktur til kynsligan ágang. Samstundis skal samlega við eitt barn undir 12 ár, altíð revsast sum neyðtøka, sama hvat barnið skal eitast hava gingið við til. Fyrningarfreistin ikki avtakast Ein spurningur, sum hevur elvt til nógv og eldhugað kjak, er fyrningarfreistin í sam­band við kynsligan ágang ímóti børnum. Sum støðan er nú, er fyrn­ingarfreistin 10 ár eftir at barnið er fylt 18 ár. Tað merkir, at seinasta møguleiki hjá fólki at boða frá, at tey hava verið fyri kynsligum ágangi sum børn, er at gera tað, áðrenn tey fylla 28 ár. Men í serliga grovum før­ REVSILÓGIN Nú skulu kynslig brotsverk ímóti kvinnum og børnum revsast harðari enn tey hava verið, og samstundis verða reglurnar á økinum, greiðari HARÐARI REVSING Lóg um sonevnda »stalking« verður løgd fyri tingið, og ásetingarnar í revsilógini um neyðtøku verða dagførdar. Fylgisskjalið til samgonguskjalið