Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. januar 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 11. januar 2016 · Nr. 4 REVSILÓGIN FYRI NEYÐTØKU Løgtingið hevur fleiri ferð­ ir umrøtt kynsligan ágang ímóti børnum, og hvussu hetta skal revsast. Í hesum sambandi er áhugavert at minna á, hvat tveir politikarar, sum nú sita í lyklastøðum í sam­ gonguni, søgdu í Løgting­ inum, tá ið teir sótu í and­ støðu Tá ið Sirið Stenberg, sum nú er landsstýriskvinna í heilsumálum, var vanlig tingkvinna í andstøðu, helt hon, at fyrningarfreistin fyri kynsligan ágang ímóti børn­um eigur at verða av­ tikin, og at revsingin eigur at verða herd. Hon segði, at Noreg hev­ur ein null hugsjón í sam­band við kynsligan ágang ímóti børnum og eg tað vildi hon eisini hava í Føroyum. Revsingin fyri at gera seg kynsliga inn á børn, er ikki stórt harðari, enn revsingin fyri at stjala nakrar túsund krónur, helt hon. Tá ið Rigmor Dam, sum nú er landsstýriskvinna í mentamálum, var vanlig tingkvinna, førdi hon fram, at revsingin fyri kynsligan ágang ímóti børnum í Føroyum, er láturlig. – Revsingin er so lin, at í nóg stóran mun ræðir tað kanska ikki nakran frá at fremja slík brotsverk sigur hon. – Í Føroyum er er nógv verri at stjala nakrar pakk­ ar av tyggigummi, ella at fremja okkurt fíggjarligt brots­verk, enn tað er at gera seg kynsliga inn á eitt barn, helt Rigmor Dam, tá. aki@sosialurin.fo Revsingin er láturlig um kunnu tey melda, áðrenn tey fylla 33. Nógvir politikarar, og nógv fakfólk hava funnist hvassliga at hesum, og tí tey eru sannførd um, at fyrn­ ingar­freistin skal heilt takast av. Tey føra fram, at ofta er tað ikki fyrrenn fólk eru eldri, at tey koma so mikið fyri seg eftir at hava verið fyri kyns­ligum ágangi sum barn, at tey eru før fyri at melda tað. Hinvegin hava løg­frøð­ ing­ar ført fram, at tað kann vera brot á rættartrygdina at avtaka fyrningarfreistina heilt, tí eisini brotsfólk hava eina rættar­trygd, sum skal virðast. Hugburðurin er, at jú eldri eitt mál er, jú størri er vand­in fyri at taka skeivar av­gerðir. Og tað er serliga gald­andi, har tað ikki eru onnur týðandi prógv enn vitnis­frágreiðingin frá tí, sum hevur verið fyri ágangi. Og tað er nettupp hetta, sum oftast støðan í eldri mál­um um kynsligan ágang ímóti børnum. Eftir ætlanini, sum nú fyri­liggur, er ætlanin ikki at av­taka fyrningarfreistina. Hinvegin er ætlanin at leingja hana, so at hon ongan­tíð fellur burtur, fyrr­ enn tann, sum hevur verið fyri kynsligum ágangi sum barn, fyllir 33 ár. Men nú verður hendan longda fyrn­ingar­freistin eis­ ini galdandi fyri blúnisbrot ímóti børnum undir 15 ár. Ein onnur broyting, sum ætlanin er at gera í revsi­lóg­ ini, er, at fólk, sum er dømd fyri kynsligan ágang ímóti børnum, kunnu fáa forboð fyri at seta seg í samband seg við børn, tey ikki kenna, á internetinum. aki@sosialurin.fo VÍÐKAÐ NEYÐTØKU-HUGTAK – Nú skal tað hugtakið »neyðtøka« víðkast til eisini at umfata hjúnabandið og tá ið talan er um kynsligan ágang ímóti fólki, sum eru hjálparleys og verjuleys, kanska tí at tey eru sjúk, hava menningartarn, ella eru doyvd av rúsdrekka ella heilivági Samlega við eitt barn undir 12 ár, skal altíð revsast sum neyðtøka Modellmyndir