Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. januar 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. januar 2016 · Nr. 4 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 REVSILÓGIN Áki Bertholdsen Nú skal tað vera lættari hjá fólki, sum ikki fáa náðir fyri øðrum fólki, at fáa frið. Tað er eitt endamál, nú sam­gongan hevur sett sjøtul á ar­beiðið at endurskoða revsi­lógina. Nógvar atfinningar hava verið ímóti revsilógini, tí hon ikki verjir fólk sum verða elt og forfylgd, ofta av einum fyrr­verandi maka, eisini hjúna­felaga. Somuleiðis hevur verið funnist at, at fólk, serliga kvinnur, sum eru fyri harðskapi í heiminum, eru alt ov illa vard. Tí hevur samgongan nú sett sjøtul á arbeiðið at endur­skoða revsilógina. Aksel V. Johannesen, løg­ maður, hevur lagt málið fyri á landsstýrisfundi, og hevur fingið undirtøku fyri at arbeiða víðari við tí. Ætlanin er at gera ar­beið­ ið liðugt í vár, og so skulu ymisr partar fáa høvi til at siga sína hugsan um ætlaðu broyt­ingarnar. Endamálið er so at upp­ skotið um at herða revsi­lóg­ ina, verður lagt fyri Løg­ting­ ið í heyst. Lættari at sleppa undan forfylging Sum tað sæst í aðrari grein her á síðunum, er eitt enda­ mál hjá samgonguni við at broyta revsilógina, at revs­ ingin fyri kynsligan ágang av ymsum slagi, skal herðast, og gerast greiðari. Men eitt annað endamál er at tálma harðskapi í par­ løg­um, og at byrgja fyri tí fyri­brigdi, tey kalla elting. Elting er, tá ið fólk, mið­ víst og áhaldandi, verða for­ fylgd og plágað av øðr­um, ofta av fyrrverandi maka­ num. Avleiðingin av hesum ágang­inum, er ofta, at tey, sum verða elt, fáa hvørki frið heima við hús, ella á arbeiðs­ pláss­inum. Tað er ikki óvanligt, at tann sum eltir, ger ónáðir og elvir til ótryggleika við at koma á gátt, bæði heima og á arbeiðsplásssunum. Men hesi seinnu árini, verð­ur eis­ ini internetið og telefon­in al­ samt meiri brúkt at for­fylgja fólki við. Í heildarætlanini, sum er løgd um harðskap í parløgum og nærsambondum, verður mælt til at tað skal verða lætt­ari at seta fólki, sum elta onnur, forboð fyri at seta seg í samband við tey, tey vilja lata vera í frið, og at gera tað lættari at forða fyri harð­ skapi heima við hús. Í Danmark hava tey gjørt eina serliga lóg um elting og nú er sostatt eisini ætlanin at gera tað í Føroyum. Tá ið eitt fólk fær forboð fyri at seta seg í samband við onnur, fevnir hetta ikki bara um eitt forboð ímóti at nærk­ast heiminum hjá við­ kom­andi. Forboðið fer nevniliga at fevna um alt samband, bæði við telefon, við interneti, við sms, við teldubrøv, ella á ann­an hátt. – Forboðið fer sostatt at fevna alt samband og ikki bara um tann persónliga frið­in, altso forboð fyri at koma á gátt, antin heima við hús, ella á arbeiðsplássinum. – Sostatt fer tað at vera lættari at staðfesta, at for­ boðið er brotið, heldur sam­ gongan. Men forboðið kann eis­ ini umfata børn, og onn­ur húsfólk hjá tí, sum eru for­ fylgd, ella eru fyri harð­skapi. Tað merkir, at tann, sum fær forboð fyri at seta seg í sam­band við onkran, kann sam­stundis eisini fáa forboð fyri at seta seg í samband við børn­ini, ella onnur húsfólk. – Eitt dømi kann vera, at ein pápi, sum hevur sam­ veru­rætt við børnini, brúkar børnini til at hótta mamm­ una við. Í eini slíkari støðu pápin eisini fáa forboð fyri at seta seg í samband við børnini, samstundis sum hann fær forboð fyri at seta í samband við mamm­una, sigur Gudrun Mortensen Nolsøe, fulltrúi á Løgmans­ skriv­stovuni. Betri vard fyri harðskapi Í hesum sambandi skal tað vera einfaldari og lættari hjá løgregluni at burturvísa harð­ligum fólkum úr heim­ inum, og at nokta teimum at fara heimaftur, fyrrenn ein ávís tíð er liðin. Og tað ber ikki til eftir núverandi lóg, tí sum støðan er nú, er einasti møguleiki, at tann, sum er fyri harðskapi, tekur til rýmingar, og flytir heimanífrá. Eftir revsilógini ber til at geva fólki forboð fyri at seta seg í samband við onnur fólk, men tað eru tó ongar reglur í lógini um, undir hvørjum umstøðum, eitt slíkt forboð kann setast í verk. Vit hoyra javnan um at løgreglan hevur verið boð­ send í samband við húsa­ ófrið. Tað er tá húsfólk eru harðlig ímóti hvørjum øðr­ um. Men sum revsilógin er nú, ber tað ikki til hjá løg­ regl­uni at burturvísa ein­um harðligum persóni úr heim­ inum í eina ávísa tíð. Ístaðin noyð­ist tann, sum er fyri harð­skapi, at flyta úr heim­ inum. Í Danmark ber til at burtur­vísa harðligum fólki úr heim­inum í eitt ávíst tíðar­skeið. Men samstundis sum ein persónur verður burtur­vístur úr heiminum, skal løgreglan eisini geva sosialu myndugleikunum boð um burturvísingina. Mett verður nevniliga, at hetta kann gera, at tað skjót­ ari verður lagt uppí í sam­ bandi við álvarsligar trupul­ leikar í einum parlagi. Í einum uppriti um ætlaðu broytingarnar, verður eisini gjørt greitt, at nú skal eisini ein serlig áseting verða í revsilógini um, at hevur ein persónur verið fyri grovum og vandamiklum brotsverki, skal løgreglan upp á stand­andi fót kunna geva gernings­manninum forboð fyri at nærkast tí, sum hevur verið fyri brotsverkinum. Enda­málið við tí er, at tey, og teirra næstringar, ikki skulu koma í tað støðu, at koma í sam­band við gernings­ mannin. Samgongan sigur, at hesar nýggju reglurnar fara at geva løgregluni og dómsvaldi meiri arbeiði, tí tey, sum løg­ reglan burturvísur úr ein­um heimi, ella noktar at seta seg í samband við onn­ur, kunnu leggja málið fyri rættin at taka støðu til. aki@sosialurin.fo LÆTTARI AT VERJA SEG FYRI FÓLKI SUM PLÁGA Fólk, sum verða forfylgd og plágað av øðrum, skulu nú verjast betri Forboðið fer nevniliga at fevna um alt samband BETRI VERJA Nú skal verða lættari hjá fólki, sum eru fyri harðskapi og verða forfylgd, at sleppa undan teimum, sum plága tey og løgreglan skal fáa víðari heimildir at burturvísa harðligum fólki úr heiminum Modellmyndir Ístaðin noyðist tann, sum er fyri harðskapi, at flyta úr heiminum