Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. januar 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 11. januar 2016 · Nr. 4 Rossagerðið Úti undir Gjógvaráhamri í Rossa- gerði í Fuglafirði býr eitt skald, Alexandur Kristiansen. Tað kennist eins og hesin hamari goymir at skaldinum við sínum skrivaðu orðum. Hamarin er døkkur og dimmur, men tá ið tám og skadduvindur fara um henda grýtuta knevil, so vaknar alt Rossagerðið, og hamarin skyggir í tí lívgandi vár- og summarlýkkuni. Somuleiðis, tá ið áarførið er og stormur, so rýkur næstan um alt Rossagerðið. Tá stendur hesin hamari og erpar sær og talar sítt gróðursetta frummál, sum veður og vindur lata av til hetta borðfulla, grýtuta far og til Alexandur. Skaldið setur orð á blað og vevur tey inn í skaldakendan dám okkum øðrum til gleði og gagns. Gjógvaráfjall Omanvert er Nón, Vígdá og Uppi á Húsum. Hetta eru partar av Gjógvaráfjalli, sum er bulmikið, menniskjansligt og sera vakurt, eins og øll hini fjøllini kring Fuglafjørð eru tað. Tað er eins og eitt symfoniskt ljóð livir í fjallagreinunum kring hetta lendið. Ikki at tala um ljósið, sum spinnur sínar træðrir oman fyri henda fjørð og leggur seg til hvíldar um tekjur, líðir, røkur, á hamrar, í gjáir, fjøru og á fjørðin. Vit onnur hava sæð hetta fagra ljósið. Jú, tað kann sjálvandi verða ymiskt, hvar í bygdini, tú ert. Ofta kemur glámlýsið upp í spælið, so hetta lagdeilda ljósið kemur at liva sítt sæla lív í ljósi og skugga, clairobscure. Tá ið Alexandur hevur sitið við stovuvindeygað ella gingið sær ein túr í sínum urtagarði á kvøldi, hevur hetta ljósið ballað seg í hugan og veitt honum íblástur. Fjalladunið kann vera sera hvølt, og er munur á, hvar í bygdini vit eru stødd. Undir Gjógvaráhamri hevur tað trinið dansin hulisliga og stevfast, meðan glámlýsismátturin hevur hildið sítt fastatak á hansara skaldakendu dreymasjón. Ja, hetta er vakurt. Alt hetta hevur Alexandur sæð og hoyrt frá barnsbeini av. Hann er uppvaksin Heimi í Gjógvará, og tá ið hann og konan, Carolina, settu føtur undir egið borð, fóru tey góðar 300 metrar út um Gjógvará á tí vestara landinum, út í Rossa- gerðið. »Og várið kom« Tá ið várið kemur, styttast dagsins skuggar. Kvøldini gerast styttri, og ljósið vinnur á øllum. Glámlýsið missir sítt tak, og bert orðini standa eftir. Skaldini taka hetta til sín og leggja hugmyndirnar í eitt skaldakent snið og fær alt at liva í minninum , í orðum, liti, tónleiki og sangi. Henda bók – »Og várið kom« – er eitt listaverk út í odd og egg. Hesar hendur, ið hava tikið um orðini, eru ikki farnar fram eftir fummum. Alt er gjørt á ein skynsaman, inniligan, lagaligan máta, sum rørir við hjartastreingirnar og fær yrkingarnar at liva sítt sæla lív í vallingum í orðum, ljóði og litum í hugans heimi. Tað er hugaligt at síggja og hoyra, tá ið skaldakynstrið trínur dansin á ein slíkan hátt.. Bárður Jákupsson Onkuntíð á hásumri, tá ið gingið verður í haganum, og tú kemur fram at ymiskum vøsktri – stein- um og grótsløgum – spretta litirnir fram og gera lendið livandi og litfagurt. Tá ið tú blaðar í gjøgnum bókina, liva litirnir sum á hásumri undan Bárðursa hond, á einum øðrvísi lendi, men tað eru so nógv litkorn, sum eru eins. Bárður Jákupsson leggur seg ikki sum ein illa tiltøssaður óviti yvir hesa dreymasjón og tekur alt frá øllum, hóast myndirnar eru stórar í vavi, nei, tær eru sum steinamosi, sum lesur sítt faðirvár saman við tinnugrýtinum næst við – lívgar um yrkingarnar og tónleikin í røttum sniði. Bárður er gamal í garði og hevur sett síni fingramerki á mangt og mikið í tí farna bæði við pensla- børnum sínum, lit- og tusjblýantum og vatnlitum. Liturin og skapini í hesi bók tosa sítt alfagra mál um skaldskapin hjá Alexanduri. Tað er ein yndisligur dráttur í strokum og linjum, ið førka seg, fevna og kína yrkingunum, ið stimbrar undir ljómin í hesum orðum. Her ganga allir tríggiir listamenninir hond í hond og fáa alla gonguna í rætt á ein skynsaman hátt. Knút Olsen Meg minnist væl Knút, tá ið vit gingu á Føroya læraraskúla, so væl hann sang og spældi t. d. upp á orgul. Hann tók læraraprógv 1969 og eg í 1967. Vit sungu eisini saman í Kristiliga sangkórinum, og var hann so stak musikalskur – lærdi alt beinanvegin. Hann fór eisnin seinri at leiða hetta kórið eina tíð. Kanska gjørdu streym- viðurskiftini, sjóvarføllini tað í hansara tónleikaverð, at hann legði á annan bógv og fór inn í tónlista- heimin sum tónaskald, og hetta gjørdi hann rætt. Tað er mangt og mikið vakurt, sum kann verða sagt um løgini hjá Knúti. Haldi, øll hansara løg passa til tær yrkingar, sum eru komnar undan hansara hond. Sofus Joensen, sum vit høvdu í føroyskum, søgu og donskum á læraraskúlanum, plagdi taka til: Var tað soleiðis, at orð og lag ikki passaði saman, so oyðilegði hetta bæði lagið og yrkingina. Hann vísti t. d. á sangin. »Tú gakk tær fram við ánni« hjá Chr. Matras við lagnum »Ein skortlitt kúgv við garðaliðið«, har orð og lag ikki hóskaðu so væl saman. Hugsi, at vit vóru samd við honum í hesum. Nú hava bæði Knút Olsen og Jógvan við Keldu sett lag til hesa yrking, so bæði lag og yrking liva saman á ein virðiligan hátt. Hetta er ein so alføgur yrking, at hon átti hetta uppiborið. Tónleikur hevur ávirkað mannaættina almikið. Bæði Platon og Sokrates hildu, at tónleikur var tann týdningarmesta lærugreinin fyri tey ungu. Teir sóu hetta sum neyðugt í uppalingini, har ond og vitan kveiktu áhugan fyri tí skaldakenda í harmonii, rytmu, kærleika og einum guddómleika, sum fevnir øllum. Taka vit okkara egna skúla, so eru lóggávan, kunngerðirnar og lesiætlan minsta mark fyri skúlan. Lyfta og lætta vit ikki t. d. í sangi, tónleiki og myndlist, fáa vit ein stirvnan skúla. Hesar yrkingar og hesi løg, sum nú hava sæð dagsins ljós, eru eitt gott ískoyti til okkara kæra skúla, sum eiga at verða sungin dag og dagliga. Hetta kveikir sinnið bæði hjá lærarum, næmingum og foreldrum.... og ger, at skúlin verður betri. Hetta eru eisini góð løg, sum vit kunnu lurta eftir og syngja heima við hús. Jensina Olsen og Finnur Hansen Í hesi bók er ein sjáldsamur lummi, har ein fløga liggur og krógvar seg. Ja, tað er hugaligt at fara í hetta reiðrið og kenna ylin av hesum hondum, sum hava lagt sína sál í hesa bók. Jensina er dóttir Knút og Onnu, og tunt er tað blóð, sum ikki er tjúkkari enn vatn. Tey gomlu plagdu at taka til, at tað vóru sjey fólkaferðir í einum menniskja. Hetta er so 2. liðið hjá Onnu og Knúti, sum kemur fram í ljósið – undan væðingini í drivnum leiki, í sinni, hondum og bondum. So leikandi lætt fara løgini um yrkingarnar. Jensina dansar á reglunum um hesa yndisleið hjá pápanum og Alexanduri. Í hesi skaldakendu fjallgongu hevur hon sína ódn. Hon tekur hond um fylgið, ber tað uppi sum ein stak góður sangari í einum klassiskum stíli, ljóst, ljómandi, musiskt og musikalskt. Ja, og undirspælið tódnar ikki í hesum samfingna buli. Tað er at undrast yvir, hvussu sjáldsom henda útgáva er. Vit eru fáment her á landi, men tey skapandi evnini tróta ikki. Finnur Hansen er ein úrmælingur. Tað kemur eisini sanniliga fram á hesi fløgu, har hann hevur lagt undirspælið til rættis. Vit kunnu vísa okkara kenslu, okkara evni við at tónseta og leggja tónleikin til rættis. Vit royna at greiða frá tónleikagongdini á ymsan hátt. Royna at vera vísindalig og ganga á kroppin í hesi sál natúrliga, í ljóði, matimatiskt og kanska brúka tað, sum fremur tankans virki skilvíst, men vit koma ongantíð til eitt endaligt svar, sum vit kunnu staðfesta, sum eina varandi loysn. Guð havi lov fyri tað. Hetta er galdandi fyri alla list. Finnur hevur eitt stórt frælsi, tá ið hann fór í gongd við at leggja fylgisspælið til rættis. Lætt - livandi litfagurt, eins og yrkingarnar, løgini, mynd- lýsingarnar og røddin hjá Jensinu. Vælsignað veri hondin. Endi Tað er Sprotin, sum hevur givið hesa bók út, sum er til mikla tign og miklan sóma fyri henda dugnaliga felagsskap. Takk fái hann fyri tað. Alexandur hevur verið lærari í mong ár, og góð vóru árini, tá ið vit arbeiddu saman í Fuglafjarðar skúla. Tað var eins og heilagi andin legði seg um tey skapandi evnini og vælsignaði hvørja løtu og stund í hesum andans garði til mikla gleði fyri mong. Børnini vóru ein lívgevandi íblástur, sum vit kunnu frøast um í dag og henda bókin – »Og várið kom« – er ein góð lunnbót til Føroya skúla. Frits UMMÆLI Og várið kom