mánadagur 11. januar 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. januar 2016 · Nr. 4
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Nú
kommunurnar
hava
yvirtikið eldraøkið, kann
tað vera ørkymlandi at
samanbera roknskapirnar
hjá kommununum við und-
anfarin ár.
– Vit siga í fíggjarætlanini
fyri 2016, at inntøkan hjá
kommununi er 49.919.000
krónur. Tá er endurgjaldið
frá landinum til eldraøkið
íroknað.
Tað sigur borgarstjórin
í Sørvágs kommunu, Sune
Jacobsen.
Hann
væntar,
at
kommunan í 2016 fer at fáa
11.345 miljónir krónur frá
landinum.
– Men, fyri at reka
Heimatænastuna í Vágum
verður
okkara
partur
í
2016 11.734 miljónir krónur.
Um
hesar
metingar
halda, noyðast vit at taka
389.000 krónur úr komm-
unukassanum. Hetta er tað,
sum vit fáa ov lítið útborið
fyri eldraøkið í 2016.
Sune Jacobsen sigur, at
tað, sum kommunan fær í
endurgjaldi fyri eldraøkið, er
tað, sum kommunan annars
missir í kommunuskattinum
í samband við, at borgarar
í kommununi eru undir
øðrum skattaskipanum.
Men,
sambært
øllum
sólarmerkjum
noyðist
Sørvágs kommuna í 2016
í
kommunukassan
eftir
389.000 krónum, sum landið
rindar ov lítið til eldraøkið.
Eftir øllum sólarmerkjum at døma noyðist Sørvágs kommuna í 2016 niður í
kommunukassan eftir 389.000 krónum, sum landið rindar ov lítið til eldraøkið
Sune noyðist í kassan
eftir 389.000 krónum
Fiskiveiðieftirlitið lýsti leygardagin
bráðfeingis veiðibann fyri troli á einari leið
eystur úr Fugloynni. Veiðibannið, sum er
galdandi í 14 dagar, er lýst, tí íblandingin
av smáum upsa er ov stór á leiðini
Kunningarfundur og
hugnaløta verður í Kelduni
í Skálafirði fyri fólk, sum
eru 75 ár og eldri
Økistænastan hjá Skála-
fjarðarsamstarvinum
fer
nú at bjóða borgarum
í
Nes-,
Runavíkar-
og
Sjóvar kommunum eina
fyribyrgjandi og heilsu-
fremjandi
heimavitjan.
Tænastan kemur at fevna
um borgarar, sum eru 75 ár
og eldri.
– Hetta verður eitt tilboð,
sum borgarar sjálvur kunnu
taka støðu til – antin fólk
vilja brúka tænastuna ella
ikki.
Økistænastan vísir á, at
endamálið við vitjanini er
at kunna um fyribyrgjandi
og heilsufremjandi átøk og
soleiðis »binda um heilan
fingur« og stuðla um førleika
og heilsu borgarans.
– Vit fara at kunna um
tiltakið á fundi og hugnaløtu,
sum verður í Kelduni í
Skálafirði
mikudagin
27.
januar klokkan 19, og her
eru øll, sum eru 75 ár og eldri,
hjartaliga vælkomin.
Umframt
at
kunnað
verður um hesa nýggju tæn-
astu hjá Økistænastuni hjá
Skálafjarðarsamstarvinum,
verður eisini høvi at seta
spurningar.
Á tiltakinum fer Jógvan
Fríðriksson,
bispur,
at
hugleiða um evnið ”Lívsvirði
og eldratilveran”, og Sang-
bólkurin í Undirhúsinum á
Toftum fer at seta sín dám á
løtuna við sangi.
vilmund@sosialurin.fo
Veðrið hevur
vánaligt seinastu
dagarnar, og fleiri
avlýsingar hava
verið, bæði hjá
Strandferðsluni og
Bygdarleiðum
- Um metingarnar halda, noyðast vit í kommunukassan eftir 389.000 krónum, sum landið rindar ov lítið til eldraøkið, sigur borgarstjórin í Sørvágs kommunu
Alment
tiltak í
Barna-
lund
Barnalund, sum er
dagstovnur í Fuglafirði,
hevur hin 15. januar
í ár 25 ár á baki. Á
føðingardegnum
bjóða starvsfólkini
á stovninum
almenninginum til kaffi
og sang frá klokkan 15
til 17.
Dagstovnurin, sum
heldur til á Mirmansvegi
39, læt upp 15. januar
1991 og varð útbygdur
á heysti í 2007.
Barnalund er ein
samansjóðaður stovnur,
ætlaður 76 børnum í
aldrinum 0 til 6 ár.
Stovnurin er skipaður
í tvey hús við einari
vøggustovu og einari
barnagarðstovu í
hvørjum húsi.
vilmund@sosialurin.fo
Binda um heilan fingur