Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. januar 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 11. januar 2016 · Nr. 4 Vilmund Jacobsen Síðst í november í 2015 varð skipað fyri nøgd- semiskanning millum foreldur, sum hava børn í dagstovninum - Sóljugarði - í Vága kommunu. Tað var foreldraráðið aftan fyri Sóljugarð, sum skipaði fyri kanningini. - Vit fingu inn aftur 67 spurnarbløð, umboðandi 55 børn. Hetta eru vit væl nøgd við. Býtið millum stovurnar er eisini rættiliga javnt. Breið undirtøka gevur okkum eitt gott grundarlag at meta út frá og at arbeiða víðari við. Tað sigur Lív Vilhelmsen, forkvinna í foreldraráðnum í Sóljugarði. - Út frá miðaltølum má sigast, at nøgdsemi millum foreldur í Sóljugarði sum heild er sera gott. Fyri øll økini, sum spurt varð um, er galdandi, at miðalmetini liggja millum umleið 3,5 og 4,5 á einum skala, har 1 er lægst - og 5 er best. Lítið hald er í Lív Vilhelmsen heldur, at øll eiga at fegnast um úrslitið sum eftir hennara tykki staðfestir, at lítið hald tykist vera í ringa umdøminum, sum Sóljugarður hevur verið lagdur undir í seinastuni. - Í foreldraráðnum eru vit hinvegin fullgreið yvir, at miðaltølini í sjálvum sær ikki siga allan sannleikan um støðuna. Tískil hava vit greinað úrslitini á ymiskan hátt, sum gevur okkum eina fjølbroytta støðumynd av einstøku spurningunum, eitt nú fyri hvørja stovu sær. Hon heldur, at saman við viðmerkingunum hev- ur foreldraráðið fingið eina rættiliga greiða fatan av, hvørji øki/ evni krevja upp- fylging. Felags niðurstøður Lív Vilhelmsen sigur, at foreldraráðið fer at viðgera úrslitini nærri saman við kommunu og stovnsleiðslu, og tá er ætlanin at gera felags niðurstøður - og ætlanir fyri víðari arbeiðið við úrslitunum. Uppsjóvarskipið Fagraberg kom á Fuglafjørð í gjár við 3000 tonsum av svartkjafti. Hetta er tó bara ein last av fleiri, sum Havsbrún hevur tikið ímóti í hesum árinum. Í síðstu viku landaðu eisini onnur svartkaftaskip í Fuglafirði, eitt nú Christ- ian í Grótinum, Jupiter, Høgaberg og Slættaberg. Christian í Grótinum og Jupiter høvdu umleið 1500 tons hvør, Høgaberg hevði 2300, og Slættaberg hevði umleið 950 tons. Øll skipini høvdu svart- kjaft, sum fer til fóður-og mjølframleiðsluna hjá Havsbrún, sum við hesum landingum hevur fingið eina góða byrjan upp á árið. vilmund@sosialurin.fo Fóður-og mjølvirkið Havsbrún í Fuglafirði hevur fingið eina góða byrjan upp á árið við fleiri svartkjaftalandingum Umleið ein fjórðingur av fólkinum í Nólsoy syngur í kóri. Bygdin hevur nú bæði manskór og kvinnukór Tiltak fyri menn, sum hava ella hava havt prostatakrabba, verður mikukvøldið í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58 í Havn. Fiskiflotin er aftur í gongd Fleiri línuskip koma inn at landa hesa vikuna. Skipini hava mest av toski og hýsu og so eitt sindur av brosmu og longu. Flestu skipini koma helst síðst í vikuni. Enn eru bert fáir dagar farnir av árinum, og nøkur línuskip eru nýliga byrjaði túr. Tey koma so ikki inn aftur hesa vikuna, um roynandi verður fyri veður. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at fýra frystilínuskip eru á Flemish Kap. Skipini eru Ågot, Kambur, Klakkur og Eivind. Útlitini til útróður eru ikki tey ringastu. Veðrið verður helst brúkiligt, og streymurin batnar, sum vikan gongur. - Vit vænta, at nakað verður av útróðri, helst miðskeiðis og síðst í vikuni. Um gongdina hjá ísfiskatrolarunum siga tey á Fiskamarknaði Føroya, at flestu partrolarapør eru til fiskiskap, men helst koma bara tvey teirra inn at landa í dag. Nøkur pør koma so væntandi aftrat, sum vikan gongur. Tveir djúpvatnstrolarar fiska upsa og ein fiskar blálongu. Teir eru allir nýliga byrjaðir túr, og tí er ivasamt, um nakar teirra landar hesa vikuna. Væntandi fara nakrir djúpvatnstrolarar, sum hava ligið síðan fyri jóla- og nýggjárshalguna, út aftur, tá veðrið batnar. Fríggjadagin lógu allir teir smáu trolbátarnir. Teir fara eisini út aftur, tá veðrið batnar. - Bara eitt garnaskip er á svartkalvaveiði, og teir koma helst inn at landa síðst í vikuni, verður lagt aftrat. vilmund@sosialurin.fo Fagraberg við 3000 tonsum Seinastu vikuna hava fleiri uppsjóvarskip landað svartkjaft til Havsbrún í Fuglafirði Tað er vorðið alt meira vanligt, at nøgdsemiskanningar verða gjørdar, eitt nú av dagstovnum Lítið hald er í ringum umdømi - Lítið hald tykist vera í ringa umdøminum, sum Sóljugarður hevur verið lagdur undir í seinastuni, sigur forkvinnan í foreldraráðnum hjá Sóljugarði