mánadagur 11. januar 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. januar 2016 · Nr. 4
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leys størv á
Landssjúkrahúsinum
Starvsfólkaleiðari
Umsóknarfreist 18. jan. 2015 kl. 12.00
Summarfríðtíðaravloysarar,
sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarir
og ljósmøðrar
Umsóknarfreist 25. jan. 2015 kl. 12.00
Les meira á www.ls.fo
Frá Náttúrulundini
við Streymin
Boðað verður til aðalfund hjá
Náttúrulundini við Streymin,
mikudagin 27. januar 2016
kl. 20.00 í Eydnuni á Oyrarbakka.
Skrá sambart viðtøkum felagsins.
Náttúrulundin
við Streymin
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í
búnum eftir Hans Jacob
Olsen, føddur tann 25.
januar 1933, deyður tann
19. oktober 2015, og fyrr
deyða hjúnarfelaga Sonja
Margrethe Olsen, verða
við hesum biðin um innan
3 mánaðar frá kunngerð
av hesi lýsing at boða frá
og skjalprógva krøv síni
fyri undirritaða skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Páll Nielsen,
Skansavegur 1, postboks
85, 110 Tórshavn, vísandi
til sks.nr. 336/2015, saman
við frumriti av teimum
skjølum, sum krøvini eru
grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 5. januar 2016.
Uppstilling til
nevndarval í
Starvsmannafelagnum
Sambært §9 í lógum felagsins verður boðað
til uppstilling til nevndarval í Starvsmanna
felagnum.
Veljast skulu 2 nevndarlimir og 2 tiltakslimir.
Nevndarlimirnir verða valdir fyri 3 ár og til taks
limirnir fyri 1 ár á aðalfundi felagsins 5. mars
2016. Uppstillingin skal verða liðug innan
1. februar 2016.
Uppstillað verður á tann hátt, at boðað verður
skrivstovu felagsins skrivliga frá, at limur sjálvur
ynskir at stilla upp, ella at limur ella limir ynskja
at stilla annan lim upp. Stillar limur ella stilla
limir annan lim upp enn seg sjálvan, skal
sam tykki valevnisins fylgja við uppstillingar frá
boðanini.
Tann skrivliga frásøgnin um uppstilling skal
verða skrivstovu felagsins í hendi ikki seinni enn
1. februar 2016. Í frásøgnini skal verða tilskilað
navn og bústaður hjá valevninum, og hvar
valevni arbeiðir.
Aðalfundurin velur nevndarlimirnar beinleiðis
við vanligum meiriluta.
Limir verða, í seinasta lagi tá aðalfundurin
verður lýstur, kunnaðir um, hvørji stilla upp til
nevnarval og verða at velja ímillum á
aðalfundinum.
Víst verður annars sum heild til § 9 í felagslógini.
Fráboðanir um uppstilling verða at senda til
STARVSMANNAFELAGIÐ
J.H. Schrøtersgøta 9
Postboks 165
110 Tórshavn
NÁMSFRØÐINGUR
Ert tú námsfrøðingur og opin fyri at
arbeiða við spor pedagogikki, er tað
akkurát tær vit sóknast eftur. Vit hava
tvey leys størv, eitt á 30 tímar og eitt á
35 tímar, bøði at byrja 1. februar.
Um ikki námsfrøðingar søkja, vera
hjálparir settir tíðaravmarka í staðin.
Eisini sóknast vit eftir einum hjálpara
at arbeiða 33 tíma viku, í einum
barnsburðarfarloyvi frá 10 februar.
Mylnuhúsið er ein samskipaður
dagstovnur við vøggustovu,
barnagarði og útibarnagørðum.
Vit taka dagliga ímóti 76 børnum í
aldrinum 0 – 7 ár.
Í Mylnuhúsinum er pláss fyri at bæði
børn og vaksin kunnu seta síni spor,
vit arbeiða í tí dagliga við okkara
eygleiðingarevnum og eru upptikin
av sporunum, ið upptaka børnini.
Sporini nýta vit til at tilrættarleggja
verkætlanir, aktivitetir og spæl í
gerandisdagnum.
Vit sóknast eftir fólki ið:
•
eru støðug og virkin
•
hava opið sinni
•
síggja møguleikar fram um mørk
•
taka støði í barninum
•
vísa áhuga og forvitni í tí
námsfrøðiliga arbeiðinum
•
eru opin fyri nýhugsan
•
vilja seta seg inn í spor
pedagogikk
•
leggur stóran dent á gott
samstarv við foreldur og
starvsfelagar.
Lønar- og setunarviðurskifti
eru sambært sáttmála millum
kommunurnar og Føroya
Pedagogfelag.
Meira fæst at vita um starvið við at
venda sær til leiðaran Maju Højsted tlf.
457788 ella 237710
Umsóknir, saman við upplýsing um
útbúgving, royndir og viðmælum, til
starvið, skal vera okkum í hendi
í seinasta lagið mikudagin
27. januar 2016.
Mylnugøta 10
700 Klaksvík
Mylnuhusid@mylnuhusid.fo
Lýs í Sosialinum
lysing@sosialurin.fo