mánadagur 11. januar 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 11. januar 2016 · Nr. 4
ÍTRÓTTUR
STUTTSØGD ÍTRÓTTARTÍÐINDI
Pætur Albinus
FÓTBÓLTUR
Zinedine Zidane fekk eina
dreymabyrjan sum venjari
hjá
Real
Madrid,
tá
ið
høvuðsstaðarfelagið
vann
heili 5-0 ímóti Deportivo La
Coruna. Gareth Bale skeyt
hattrikk,
meðan
Karim
Benzema stóð fyri hinum
báðum málunum.
Varaforsetin í AS Monaco,
Vadim Vasilyev, sigur við
heimasíðu
felagsins,
at
felagið ikki ætlar sær at
fáa Radamel Falcao heim
úr
leigusáttmálanum
við
Chelsea. Hann sigur eisini,
at felagið roynir at skilja seg
av við Stephan El Shaarawy.
Benik Afobe skiftir úr
Wolverhampton til Premier
League-felagið
Bourne
mouth.
Venjarin,
Eddie
Howe,
váttar,
at
einans
læknakanningin
manglar.
Áleyparin verður í so fall
dýrasti leikari í søgu felgsins.
Prísurin er mettur til umleið
100 milliónir krónur.
Kendi sjónleikarin, Will
Ferrell, hevur keypt seg
inn í nýggja fótbóltsfelagið
í USA, Los Angeles FC,
sum hevur ætlanir um at
spæla í bestu deildini í 2018.
Afturat honum sum eigarar
eru eitt nú fyrrverandi fót
bóltsleikarin, Mia Hamm,
og fyrrverandi kurvabólts
leikarin, "Magic" Johnson.
Patrick Kristensen, sum
júst hevur longt um sátt
málan við AaB, viðgongur, at
hann fær harða kapping frá
Gilla Rólantsson um plássið
á høgra bakki. – Gilli hevur
nógv ferð í sær, og hann
hevur gjørt tað gott í vetur.
Hann hevur betrað seg, so
tað verður hørð kapping,
sigur hann við bold.dk.
Bayern München hevur
sent triðja leikaran avstað í
hesum
flytingarvindeyga
num, nú Gianluca Gaudino er
vorðin útleigaður til sveisiska
St. Gallen. Frammanundan
eru
Sinan
Kurt
og
Jan
Kirchhoff seldir til ávikavist
Hertha Berlin og Sunderland.
Sambært Marca, so hava
átta Real Madrid-spælarar
vent sær til Rafael Benitez
og persónliga takkað honum
fyri
tíðina
í
felagnum.
Keylor Navas, Gareth Bale,
Pepe, Luka Modrić og Lucas
Vásquez skulu vera ímillum
teirra, meðan Ronaldo har
afturímóti ynskti hann burt.
21 ára gamli miðvallarin
hjá Atlético Madrid, Saul
Niguez, kann vera ávegis til
Manchester United. Tað er
spanska útvarpsrásin Cope,
sum sigur seg vita, at enska
felagið ætlar sær at leggja
150 milliónir krónur á borðið
fyri spaniumannin.
Zinedine Zidane er av
dúkaður í at hava valt
Gareth Bale frá, tá ið hann
á franska Canal+ fyri einum
árum síðani skuldi seta sítt
dreymalið. Hóast Bale júst
var keyptur til felag hansara
sum heimsins dýrasti, so
valdi hann Messi, Zlatan,
Benzema og Ronaldo sum
áleyparar á liðnum.
Fyrrverandi FCK-áleypar
in, Dame N'Doye, er ávegis
til Sunderland. Tað skrivar
Sky Sports. Fyrra árið gjørdi
30 ára gamli senegalesarin
fimm mál í 15 dystum fyri
Hull, men hann er síðani
skiftur til Trabzonspor, har
tað ikki hevur gingið eins
væl.
Yaya Touré sigur við
l'Équipe, at tað er ein skomm
fyri Afrika, at Pierre-Emerick
Aubameyang úr Gabon varð
kosin ársins afrikanski spæl
ari. Týska blaðið Bild svarar
honum aftur, og í klummuni
um
vikuskiftið
skrivaðu
teir, at Yaya Touré er ein
vánaligur tapari.
Allan Kuhn er útnevnd
ur sum nýggjur venjari í
svenska felagnum Malmø
FF, sum var uttan venjara
eftir at Åge Hareide hevur
tikið við sum landsliðs
venjari hjá Danmark. Allan
Kuhn hevur eitt skifti verið
venjari hjá FC Midtjylland,
men hevur seinastu tíðina
verið hjálparvenjari hjá AaB.
BADMINTON
Fyrrverandi
badminton
spælarin, Peter Gade, varð
um vikuskiftið innlimaður í
danska Hall of Fame. Hann
er 31. limurin í gylta vert
skapinum og varð heiðraður
fyri 17 ára yrkisleið sína,
sum eitt nú kastaði HM-
silvur og All England-gull
av sær. Peter, sum í dag er
39 ára gamal, gavst í 2012.
HONDBÓLTUR
Føroyski dómarin, Eyðun
Samuelsen,
og
íslendski
makkari
hansara,
Ing
var Guðjónsson úr Íslandi,
dømdu sunnudagin 1/8-finalu
í EHF Cup hjá kvinnum
ímillum SERCODAK Dalfsen
úr Hollandi og ERD HC úr
Ungarn. Gestirnir úr Ungarn
vunnu 27-15, og sambært
Eyðuni gekk væl at døma.
Liðskiparin
á
svenska
landsliðnum, Tobias Karls
son, sigur, at hann ætlar
sær at spæla við litríkum
liðskiparabandi til EM-enda
spælið í Póllandi um tvær
vikur. Orsøkin er, at hann
er misnøgdur við, at Pólland
ikki loyvir samkyndum at
vera í skrásettum parlagi.
SÚKKLING
Rutan í Vuelta a España varð
almannakunngjørd í gjár. Í
71. útgávuni av kappingini,
sum hesaferð byrjar 20.
august, verða tað upp á
tríggjar
vikur
súkklaðir
3.277 kilometrar ígjøgnum 16
landspartar. Byrjað verður í
Galicia, og málið er sum vant
í høvuðsstaðnum, Madrid.
Okkurt
bendir
á,
at
Alberto Contador ætlar sær
at súkkla Vuelta a España
í ár. Hóast hann enn ikki
vil avdúka hvørjar ætlanir
hann hevur umframt Tour
de France, so segði hann
leygardagin við Biciciclismo,
at honum væl dámar ta júst
kunngjørdu rutuna, og at
hann í ár vil hjálpa Tinkoff-
Saxo at fáa so nógv stig á
UCI-listanum sum tilber.
Hinvegin, so hevur litríki
súkklarin av Isle of Man,
Mark
Cavendish,
meiri
ítøkiligar ætlanir. Á tíðinda
fundi
leygardagin
segði
nýklakti Dimension Data-
súkklarin, at málið í ár er at
vinna OL-gull, HM-gull og
at sleppa í gulu troyggjuna í
Tour de France.
SVIMJING
Sára Ryggshamar Nysted
úr SuSwim setti trý nýggj
føroysk met, tá ið fyrsta
kapping var í Pálshøll um
vikuskiftið. Metini vóru í
800m frí (9:12:01), 100m frí
(58:91) og 400m frí (4:24:20)
Fyriskipararnir av OL í
Rio de Janeiro hava tikið
burtur 1.250 áskoðarapláss
í svimjihøllini, sum skal
brúkast til leikirnar, tí at
neyðugt er við fleiri stál
stongum, og at hesar taka
útsýnið frá hesum plássum.
Pláss verður tískil fyri 12.500
áskoðarum. Tað er væl færri
enn í London, har pláss var
fyri 17.500.
TENNIS
Heimsins besti tennisspælari
í løtuni, Novak Djokovic,
vann í gjár Qatar Open, har
hann gav Rafael Vadal ein
vals í finaluni. 6-1, 6-2 gjørdist
settúrslitini í dystinum, sum
einans vardi ein tíma og 13
minuttir. Hetta var 16. ferð á
rað, at Djokovic var í einari
finalu.
Samstundis við kapping
ina í Katar, so var eisini
kapping í Brisbane, Avstralia.
Roger Federer var favorittur
at vinna finaluna, men har
tapti hann ímóti 25 ára
gomlu
servukanónini
úr
Kanada, Milos Raonic. Hann
vann 6-4, 6-4.
Tað
gjørdist
ikki
til
nakran kappingarsigur hjá
donsku
tennisdrotningini,
Caroline Wozniacki, í ársins
fyrstu WTA-kapping. Í ASB
Classic í Auckland, Ný Sæ
landi, tapti hon hálvfinaluna
ímóti Sloane Stephens úr
USA, sum vann 6-2, 7-6, og
seinni eisini vann finaluna
ímóti Juliu Görges.