Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. januar 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. januar 2016 · Nr. 4 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR Neli Heldarskarð Tríggir dystir eru spældir í FTZ-deildini hetta viku­ skiftið, meðan tveir dystir vórðu spældir í Hvonn­deild­ ini. Høvuðs­dystirnir vóru helst teir báðir dystirnir í høll­ini á Hálsi í gjár, har bæði mans- og kvinnuliðini hjá Kyndli og VÍF brustu saman. Felags fyri báðar dystirnar var, at talan var um dystir ímillum lið, ið bæði stríðast fyri at fáa fatur í seinna finalu­plássinum í deildum sínum. Tað líktist einum gulum sigri Mansdysturin ímillum Kyndil og VÍF var ein dystur ímill­um nummar tvey og fýra í deildini. Undan dyst­ inum vóru tað trý stig í skiltu hesi lið. Í fyrra hálvleiki tyktist ongin ivi um, at vest­menn­ ing­ar fóru at strúka avstað við sigrinum. Útiliðið kom skjótt á odda 6-2, og tað tyktist at rigga sera væl, at garvaðu Sámal Joensen og Heini Hanusarson, sum nýliga eru byrjaðir aftur, komu inn at standa í verjuni, meðan aðrir sluppu at gera um seg í álopsstøðu. Sam­ stundis stóð málverjin hjá VÍF, Niklas Simonsen, sera væl, og tað tyktist at blíva ein spurn­ingur um, hvussu nógv VÍF fór at vinna. Í seinna parti av fyrra hálvleiki kom VÍF á odda heili 15-7. Seinastu løtuna í fyrra hálvleiki ressað­ust kyndilsmenn tó. Hálv­leiks­ støðan gjørdist 15-10 til VÍF, men tó hevði hon lættliga kunnað verið 15-11. Í seinastu sekund­unum av fyrra hálvleiki var VÍF í álopi, har vest­menn­ingar mistu bóltin. Kyndil gjørdi skjótt av, og Josef Abrahamsen bleiv sendur avstað og hevði fría kós ímóti málinum. Hann slapp tó ikki at skjóta, tí at venj­arin hjá Kyndli, Julian Johansen, valdi at taka time- out. Møguliga vóru tey við dómara­borðið ikki nóg skjót at boða frá steðginum, men tá ið time-out var liðugt vóru bara tvey sekund eftir av fyrra hálvleiki, og onki meira spurdist úr hesum sekundum. Kyndil tapir ikki Í seinna hálvleiki sóu áskoð­ ar­ar­nir tó eitt hamskift kyndils­lið. Tað gekk ikki long tíð, so var javnleikur í rokn­ skap­inum, 17-17. Eftir hetta fylgdust liðini at restina av dyst­inum, men tað eydnaðist tó aldrin Kyndli at leggja seg á odda. Í síðsta minuttinum í dyst­inum var VÍF á odda 24-23, og Kyndil var í álopi. Fleiri lið høvdu møguliga hokn­að undir trýstinum í slík­ari støðu, men tað hev­ur gingið væl hjá Kyndli sein­ astu nógvu dystirnar, og tí hava leikararnir hjá grøna høvuðsstaðarfelagnum alla orsøk at hava sjálvsáliti á røttum staði. Seinasta álopið varð gagnnýtt til fulnar, tí at fá sekund undan dystarloki spældi Hjalti Mohr Jacobsen ís­lendska strikuspælaran, Hørður Fannar Sigtórsson leysan, ið skoraði. Hetta var tað sein­asta, sum hendi í dyst­inum, tí at tað var ikki nóg nógv tíð til, at vest­menn­ ingar kundu mynstra eitt sein­asta álop.  Eina stigið, sum Kyndil vann í seinastu sekund­ unum, merkir, at kyndils­ menn nú ikki hava tapt í heili fimm dystum á rað. Hetta stigið var eisini sera týdn­ingar­mikið, tí at høvdu vest­menn­ingar komið enn longri framum enn tey trý stigini, sum teir í løtuni eru framman­fyri Kyndil, so hevði mót­brekkan hjá Kyndli mót­ vegis finaluplássinum verið sera tung. Hinvegin mugu vest­ menn­ingar vera sera vón­ brotnir um, at teir onkurs­ vegna tveittu eina leiðslu upp á heili átta mál burtur. Hópurin hjá VÍF er blivin sera breiður, men fleiri av leik­ar­unum spældu als ikki upp til sítt vanliga støði í seinna hálvleiki. KÍF vann hetta umfarið Orsakað av, at klassikarin ímill­um Kyndil og VÍF Hóast Kyndil eitt skifti var aftanfyri við heili átta málum ímóti VÍF, so eydnaðist tað kortini kyndils­ monnum at fáa stig burturúr stríðnum. Harvið er stríðið um seinna finaluplássið so tætt, sum tað næstan kann blíva í FTZ-deildini. Aðrir dystir vórðu eisini leiktir í bæði FTZ- og Hvonndeildini hetta vikuskiftið SPENNINGURIN