Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. januar 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 11. januar 2016 · Nr. 4 ÍTRÓTTUR endaði við javnleiki, hevði KÍF møgu­leika at hála inn á VÍF, sam­stundis sum, at koll­ firð­ingar kundu fara einsa­ mallir framum Kyndil. Mót­ støðu­liðið hjá kollfirðingum var Neistin, ið kom á vitjan í høllini í Kollafirði í gjár. Neistin er næstaftast í deildini, og sermerkt hevur verið hjá neistamonnum, at avrik teirra hava verið sera óstøðug. Og avrikið í dag var eis­ini óstøðuggt, tí at at neista­menn megnaðu at fylgja við í fyrra hálvleiki, men so steðgaðu teir upp. Gongdin í fyrra hálvleiki var jøvn, tí at hálvleiksstøðan var bert 11-10 til KÍF. Í seinna hálv­leiki var tó ongin ivi, og enda­liga úrslitið í dystinum gjørdist 26-19 til KÍF. Sostatt er stríðið um seinna finaluplássið harðn­ að. VÍF hevur 21 stig, KÍF 19 stig og Kyndil 18 stig. So vann H71 aftur Suverena oddaliðið í FTZ- deildini, H71, vann allar 12 teir fyrstu dystirnar í kapp­ingar­ árinum. Tað bleiv tosað um, at møguliga kundi H71 fara ígjøgnum alt kappingarárið ósigrað, men brádliga taptu hoyvíkingar púra óvæntað á heimavølli ímóti StÍF um hálvan desembur mánað. Síð­ani spældi H71 javnt ímóti Neistanum, og farna miku­kvøld tapti H71 aftur – hesaferð ímóti VÍF. Tískil hevði H71 brádliga ikki vunn­ ið á trimum dystum á rað. Men um tað er nakað lið, ið liðini í FTZ-deildini vilja spæla ímóti, tá ið tað gong­ur illa, so man tað vera Team Klaks­vík, sum hevur tapt hvønn ein­asta dyst í hesum kapp­ingar­ár­inum. Leygardagin hitt­ust H71 og Team Klaksvík í Hoy­víks­ høll­ini, og hoy­vík­ingar lótu ongan iva vera um, hvat lið er langt á odda í deildini, og hvat lið er langt aftast í deild­ini. H71 vann 38-21 eftir hálv­leiksstøðuna 18-10. Topp­ skjútti hjá H71 gjørdist Jónas Djurhuus, ið var við aftur eftir leikbann fyri tilburðin í dystinum ímóti Neistanum beint undan jólum. Jónas skor­aði sjey mál.  Tannáringur skoraði 13 mál Í kvinnudystinum ímillum Kyndil og VÍF var útiliðið trýst at vinna, um tað skuldi gera sær nakra realist­iska vón um at røkka ein­um finalu­plássi. Undan dyst­ inum, sum var ímillum numm­ar tvey og trý í deild­ ini, hevði Kyndil 20 stig, með­ an VÍF hevði 15 stig. Dystargongdin í hesum dystinum var umvend í mun til mansdystin ímillum somu lið. Í hálvleikssteðginum var støðan 14-9 til Kyndil, og tess­ vegna var sannlíkt, at frá­ støðan ímillum hesi lið fór at blíva heili sjey stig. Vend kom tó í í seinna hálv­leiki. Tá ið leið ímóti dystar­enda var støðan 24-24, og VÍF fekk brotskast. Bert 17 ára gamla Brynja Rógva­dóttir varð sett at skjóta, og hon skoraði eisini. VÍF vann 24-25, og var hesin sigur sera týdn­ingar­ mikil fyri vest­menn­ingar. Tað var nú ikki løgið, at júst Brynja varð sett at skjóta, tí at frammanundan hevði hon skorað heili 12 mál, og end­aði hon sostatt við at hava skorað 13(!) mál. Tað má sigast at vera ótrúliga flott av einum bert 17 ára gomlum spælara. Oddaliðið vann trygt í Vági Tað var toppur ímóti botni, FTZ deildin støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNIN MÁL TAPT MÁL MUNUR STIG 1 H71 16 430 338 92 27 2 VÍF 16 426 407 19 21 3 KÍF 15 371 334 37 19 4 Kyndil 16 424 396 28 18 5 StÍF 15 392 390 2 13 6 Neistin 15 344 367 -23 10 7 Team Klaksvík 15 341 496 -155 0 HVONN deildin støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNIN MÁL TAPT MÁL MUNUR STIG 1 Neistin 13 321 243 78 23 2 Kyndil 14 329 265 64 20 3 VÍF 13 340 313 27 17 4 Stjørnan 13 271 341 -70 9 5 StÍF 13 258 310 -52 6 6 VB 12 251 298 -47 3 HVONN DEILDIN: Kyndil - VÍF 24-25 (14-9) Kyndil: Turið Arge Samuelsen 11, Anna Brimnes 5, Irena Dam 3, Randi S. Wardum 2, Gudrun Restorff Olsen 1, Súsanna Petersen 1 og Bjarta Johansen 1 VÍF: Brynja Rógvadóttir 13, Daniella Joensen 6, Agnas Olsen 3, Kathe Frederiksen 2 og Marianna Holm Jacobsen 1 FTZ DEILDIN: Kyndil - VÍF 24-24 (10-15) Kyndil: Hjalti Mohr Jacobsen 8, Finnur Hansson 7, David Edvardsen 4, Hørður Fannar Sigtórsson 2, Josef Abrahamsen 1, Bárður Johannesen 1 og Ludvík Súnason 1 VÍF: Áki Egilsnes 6, Filip Jojic 5, Julian Olsen 4, Agnar Joensen 3, Nicklas Selvig 2, Hanus Christophersen 2, Andrias Eriksen 1 og Nuunu Lars Olsen 1 KÍF - Neistin 26-19 (11-10) KÍF: Tony Weyhe 6, Hans Eli Sigurbjørnsson 6, Rúni Joensen 5, Andrias Nielsen 4, Teitur Joensen 3 og Ási Dam 2 Neistin: Teis Horn Rasmussen 8, Hjalti í Jákupsstovu 4, Terji Mørk 2, Jugoslav Djumic 2, Rói Berg Hansen 2 og Andras Joensen 1 H71 - Team Klaksvík 38-21 (18-10) H71: Jónas Djurhuus 7, Peter Krogh 6, Hilmar L. Jacobsen 5, Rúni V. Højgaard 4, Hans Kári Hansen 3, Djóni V. Højgaard 2,Sigmundur Dahl 2, Sigmundur Nolsø 2, Andor Sivertsen 2, Tróndur Arge 2, Oddur Bech 1 og Helgi Hoydal 1 Team Klaksvík: Vilhelm Vilhelmsen 6, Jens Pauli Mohr 4, Bogdan Florea 3, Hanus Norðberg 3, Andrias Ellingsgaard 2, Beinir Johannesen 1, Niels Viggo Niclasen 1 og Jákup Joensen 1 tá ið VB sunnudagin tók ímóti Neistanum í høllini í Vági. Undan dystinum var Neistin á ovasta plássi, með­ an VB var á niðasta plássi, og hendan varð ikki broytt eftir dystin í gjár. Sum væntað vann Neistin dystin. Endaliga úrs­litið gjørd­ist 28-21 til úti­lið­ið. Tað leik­aði tó javnt á í fyrra hálv­ leiki, tí at hálv­leiks­støðan var 13-13.  Neistin er oddalið í deild­ ini við 23 stigum fyri 13 dystir, meðan VB bert hevur trý stig eftir 12 spældar dystir. Landskappingarnar fara í steðg Dystirnir, ið eru spældir í FTZ- og Hvonndeildini hetta viku­skiftið, eru síðstu lands­kapp­ingardystirnir, sum vera spældir innanfyri kom­andi mánaðin. Báðar lands­kapp­ingar­nar fara í steðg nú, og komandi umfar verður ikki spælt fyrr enn 17. februar. Tað fer tó ikki at skorta við hondbólti kom­andi vikurnar, tí at nú skulu steypakappingar­nar av­greið­ast. Fyrst verður spælt í bólka­spæli, síðani skulu hálv­finalur leikast, áðr­enn steypa­finalurnar verða spældar leygar­dagin 13. februar. neli@sosialurin.fo ER Í HÁSÆTI Myndir: Álvur Haraldsen