Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. januar 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. januar 2016 · Nr. 4 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR VÍKINGUR LEGGUR VETO MÓTI FSF UPPSKOTI Víkingur vil ikki vita av samhaldsskipanini, sum fótbóltssambandið legði fram, eftir farna kappingarár. – Pengarnir eru til at brúka í samband við dystirnir í Evropa, sigur formaðurin í Víkingi, sum er felagið, ið hevur staðið seg best í Evropa seinnu árini Tróndur Arge FSF legði stutt fyri ársskiftið fram eina samhaldsskipan fyri føroyskan fótbólt, har nakrir av pengunum, sum fel­øgini vinna sær í Evropa, skulu deilast út til tey, sum einki fáa. Skipanin er ætla sum ein trygdarskipan fyri tey 18 feløgini, sum ikki fáa lut í UEFA pengunum. Sum heild er upp­skotið væl mótikið. Mill­um annað HB, B36 og NSÍ, sum øll eru í Evropa til kom­andi kappingarár, hava alment boðað frá, at tey stuðla uppskotinum. Soleiðis er tó ikki í Gøtu og Leivík, har fjórða felagið, sum er í Evropa, heldur til. Formaðurin í Víkingi, Brandur Jacobsen, sigur at hann ikki tekur undir við upp­skot­inum. Orsøkirnar eru fleiri. Pengarnir eru til Evropa dystirnir Brandur Jacobsen velur orðini við umhugsni. Hann ynskir ikki at traðka á nakran, og vil heldur ikki fram­standa sum hástórur, tí Víkingur í løtuni er við í Evropa. Hann er tó greið­ ur í sínum máli. Fyrst og fremst heldur hann, at ov lítið er gjørt burturúr í fjøl­miðl­unum, at vísa á út­ reiðslur­nar, heldur enn bara inn­tøkurnar í samband við UEFA pengarnar. Formaðurin hjá Víkingi legg­ur dent á, at pengarnir, sum tú vinnur fyri at koma í Evropa, eru júst til ferðing og annað í samband við teir dystir­nar. Her hevur Víking­ ur gjørt nógv burturúr ferð­ unum til útidystirnar. – Tað eru helst fleiri mein­ ingar um hví vit hava stað­ið okkum so væl í Evropa, men eg pástandi at ein av orsøk­ unum er, at vit hava gjørt okk­um ómak í sam­band við dystirnar. Tað er ein orsøk til, at vit eru komin víðari so oftani, sigur Brandur Jacobsen, og leggur afturat: – Vit gjørdu íløgur í túr­ arnar. Íløgur í longdina á túrunum, venjingarlegum og í hvønn vit tóku við. Eitt nú tóku vit allan hópin við, íroknað hjálparfólk. Vit hava eisini brúkt pengar upp á útgerð. Eg pástandi, at tað hevur gjørt mun, sigur Brandur Jacobsen, sum eisini leggur dent á, at tað er júst tað, ið pengarnir eru til. Dýrar ferðir Eitt av argumentunum fyri, at pengarnir skulu deil­ast út til fleiri er, at upp­hædd­ urnar eru blivnar so stór­ar í sein­astuni, um­framt at tað er landafrøðiliga greitt hvar tú kanst spæla. Hesum er for­mað­urin í Víkingi held­ur ikki samdur í. – Tað stendur ikki skrivað nakrastaðni, at tað verður so. Vit hava millum annað verið í Hvítarusslandi, og í Tromsø í norðurnorra. Tað eru dýrar ferðir, sigur Brandur Jacobsen. Formaðurin í Víkingi held­ur hinvegin, at tað kann koma at ávrika avrikini í Evropa, um felagið ikki fær allar pengarnar. – Tað er best fyri før­ oysk­an fótbólt, at pengarnir verða brúktir til at optimera møguleikan at koma víðari. Tekur tú pengar frá teimum, so minkar tú motivatiónina hjá teimum at gera sær ómak. Pengarnar eru blivnir fleiri, men eg haldi at teir vóru ov fáir áðrenn, sigur for­maðurin í Víkingi. Skulu hava ágóðan Brandur Jacobsen er eisini greið­ur yvir, at tað er sann­ líkt, at tað kemur ein dagur, tá Víkingur ikki er millum tey fýra, sum fáa UEFA peng­ar. Vikingur hevur eitt grundar­lag, sum er nakað minni enn onkur av hinum í Effo-deildini, men alíkavæl ynskir Brandur ikki at taka undir við uppskotinum. – Tað er ikki nøkur sjálv­ fylgja, at Víkingur verður í Evropa í framtíðini, men eg haldi Víkingur er eitt dømi um eitt felag, har fólk hava staðið saman um at fáa eitt felag at rigga. Fleiri feløg verða rikin væl, og tey skulu hava ágóðan av tí, sigur Brandur Jacobsen, sum eisini nevn­ir NSÍ í tí samband­ inum. – Vit reka felagið eftir eini strategi, sum vit halda er tann einsata rætt – við fokus á ung­dómsmenning og heild­ ini. Tí sær tú eisini, at vit klára at halda upp á nógvar av okkara lokalu spælarum. Eg haldi ein orsøk til tað er, at vit hava eitt heilstoypt felag, har spælararnir kenna seg heima, sigur Brandur, sum somuleiðis heldur at NSÍ hevur gjørt eitt framúr arbeiði á tí økinum. Gjógvin er longu har Tað hevur eisini verið langt fram, at gjógvin millum feløg­ini kann blíva ov stór. Hes­um er Brandur Jacobsen ikki ósamdur í, men hann vís­ur á, at gjógvin er longu har. – Um tú hyggur eftir 15 teim­um seinastu árunum, so eru 12 meistaraheitið end­aði í Havn. Tað hevur ikki tikið lívið av fótbóltinum aðra­ staðni í landinum. Hinvegin hava NSÍ og EB/Streymur, sum eru hini bæði liðini at vinna FM, komin í fíggjarligt óføri síðani. Eg eri ikki so vísur í, at tað eru UEFA peng­ ar­nir, sum gera munin, sigur Brandur og vísur til GÍ. – Vit høvdu eitt felag her í GÍ, sum fekk nógvar peng­ar inn í 90 unum, men tíðliga í 2000 var felagið í fíggjar­lig­ um trupulleikum, sigur for­ maðurin. – Vit eru í ár blivin yvir­ bjóð­aðir fíggjarliga av KÍ, sum ikki fær UEFA pengar. Tað er frítt fyri teir at gera tað, og tað er ein frí verð. Tað er lov at royna eftir spæl­ar­ Philip Djordjevic og Víkingur í evropa-cup dysti móti Rosenborg á Svangaskarði Mynd: Álvur Haraldsen