mánadagur 11. januar 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 11. januar 2016 · Nr. 4
ÍTRÓTTUR
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Teitur
Joensen
Neli
Heldarskarð
Pætur
E. Jensen
Á eftirmetingarfundinum, sum fótbóltssambandið
hevði eftir farna kappingarár, legði FSF fram
uppskot um at deila nakrar av UEFA pengunum
út. Vit hava í ÍtróttarSosialinum fylgt gongdini, nú
upphæddurnar eru blivnar væl størri. Umframt
at vinningurin fyri at koma í Evropa er vaksin,
so fáa feløgini eisini landsliðspengar, tá talan er
um EM-undankappingar, umframt at Fair Play
pengar eisini eru komnir upp í part. Tað eru bøtur,
sum feløg kring heimin fáa orsaka av Fair Paly
fíggjarreglugerðunum.
Fyri 2014 og 2015 var inntøkurnar umleið 22
milliónur krónur. Tá so meginparturin endar hjá
fýra feløgunum, so er tað klárt at eitt slíkt mál skal
lýsast.
Í blaðnum í dag er samrøða við formannin í
Víkingi, Brand Jacobsen. Hann kemur við nøkrum
áhugaverdum argumentum, fyri ikki at taka undir
við uppskotinum, sum FSF hevur lagt tað fram.
Víkingur er tað liðið, sum hevur staðið seg best í
Evropa av føroyskum liðunum seinastu árini. Tað er
ein orsøk til tað, sigur formaðurin, sum hevur lagt
stóra orku í, at felagið er í bestu hondum, tá tað er á
uttanlandsferðum.
Umframt tað, so hevur formaðurin fleiri áhugavert
argument, sum eru verd at lesa. Eitt annað punkt,
sum onnur feløg eisini hava lagt merki til er, at
upphæddin hjá nummar fimm er ov stór.
Skal nummar fýra út at ferðast, og lutakastið er eitt
av teimum verru, so er vandi fyri, at nummar fimm
hevur fleiri pengar eftir netto, enn liðið sum blívur
nummar fýra. Tað er ikki endamálið.
Víkingur er eitt av teimum feløgunum, sum er væl
rikið. Teir hava eina fíggjarætlan, sum ikki er tengd
at UEFA pengum. Soleiðis verður eisini gjørt í eitt
nú NSÍ og B36. Hinvegin fáa spælararnir ágóðan av,
at liðið stendur seg væl. Soleiðis kemur felagið ikki
í óføri, um teir tað ikki røkkur Evropa.
Víkingur ynskir ikki at taka undir við uppskotinum,
men higartil standa teir einsamallir í síni søk. Eitt
áhugavert mál, sum vit koma at fylgja
Víkingur
vil ikki
spæla við
Ítróttar
KLUMMAN
Tróndur Arge
PINGEL TIL B36
Tróndur Arge
Eftir kappingarenda í fjør
vandi
danski
spælarin
Sebastian Pingel við B36.
Sterki framrættaði spælarin
stóð seg væl, og í B36 er áhugi
fyri at tosa nærri við Pingel
um komandi kappingarár.
– Hann stóð seg væl, og
vit fingu eina góða fatan av
honum. Somuleiðis haldi eg,
at hann fekk eina góða fatan
av felagnum. Hann er ein av
fleiri møguleikum, sum vit
nú hyggja uppá, segði Eyðun
Klakstein, venjari hjá B36 við
In.fo.
Felagið
hevur
meldað
út, at tey leita eftir einum
framrættaðum spælara, sum
veruliga kann styrkja um
álopspartin, eftir at Hans
Pauli Samuelsen skifti til
Víking. Felagið hevði ein
part av farna kappingarári
danskaran Philip Lund í
hópinum, men tað er óvist,
um hann kemur aftur.
Skrivar undir í næstum
Sum skilst, so hava partarnir
verið í samráðingum, og eru
samdir um tey stóru tingini.
Sostatt er tað bara nakrir
snøklar eftir, til at sáttmálin
er klárur at skriva undir.
Talan verður sum skilst um
ein eitt ára sáttmála.
Sebastian Pingel sigur
við donsku heimasíðuna,
bold.dk, at hann hevur fingið
eina góðan fatan av B36, sum
hann sær sum eitt felag, ið
hevur stórar ambitiónir.
– Eg dugi væl at síggja
meg í B36. Felagið manglar
ein áleypara, so eg fór at
royndarvenja. Tað eg sá
dámdi mær væl. Vit hava
hava tosað eitt sindur aftur
og fram, og eg dugi væl at
síggja meg í B36. So fáa vit
at síggja hvat tað blívur til,
sigur Sebastian Pingel við
bold.dk.
Sebastian
Pingel
er
sonur Frank Pingel, sum í
1991 skoraði móti Føroyum
í Landskrona, tá Danmark
vann
4-0
í
EM
undan
kappingini. Eins og pápin
hevur Sebastian Pingel sín
uppruna í AGF. 22 ára gamli
áleyparin hevur síðani spælt
við
ungdómsdeildini
hjá
Silkeborg og seinastu tíðina
við Odder.
Alt bendir á, at Sebastian Pingel kemur at
spæla við B36 komandi kappingarár
www.svimjing.fo
Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti nú seinnapartin
stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 800 metra frísvimjing á langgeil, tá ið
hon á SuSvim stevnuni í Pálshøll svam teinin uppá 9 minuttir, 12 sekund og
1 hundraðpart
www.hb.fo:
Í summar verður Andrew 37 ár, og hóast hann sum so ikki er skaddur, so
hevur hann valt at takka fyri seg, meðan væl stendur til. Tað harmast vit um,
men samstundis skilja vit væl hansara støðu. Vit vænta tó ikki, at Andrew
verður fremmandur í Gundadali
www.h71.fo:
Vit hava 27 stig og skulu bara hava átta stig afturat fyri støddfrøðiliga at
verða vís í at leika í finaluni, hetta líka mikið hvussu hini liðini klára seg. Alt
bendir nú á, at finalan verður ein endurtøka av finaluni í fjør millum H71 og
VÍF
www.nordlysid.fo:
Jón Krosslá Poulsen er glóðheitur. Nýggi álopsleikarin hjá Víkingi var í
essinum, tá Víkingur vann venjingardyst á B68 leygardagin
HEIMASÍÐURNAR SKRIVA: