Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. januar 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. januar 2016 · Nr. 4 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR Hey Sára, tú setti ikki færri enn trý nýggja met um vikuskiftið. Hvussu kennist tað, og at verða tann fyrsta at seta met á langgeil í Føroyum?? Eg havi longu nøkur met á lang­ geil, men tað at verða fyrsti føroyingur, ið setur met á lang­ geil í Føroyum er ein fantastisk kensla. Hvussu ber tað til, at tú klárar at seta met so skjótt eftir jólini? Hevur tú ikki etið karamellur og jóladunnu sum hini? Eg havi vant ógvuliga nógv og hart í jólafrítíðini. Tað er nokk tær harðu venjingarnar í jólafrítíðini, ið hava givið úrslit. Av tí, at eg havi vant so nógv á jólum, havi eg kunnað etið nógvar karamellur og góðan jóladøgurða, eins og øll onnur. Hvat var tað besta við 2015? 2015 hevur verið eitt sera hendinga­ríkt ár fyri meg. Eg vil siga, at tað størsta upplivilsi fyri meg vóru oyggjaleikirnir á Jersey. Tað var tann fyrsta "stóra" kappingin, ið eg var við til, og síðani at koma heim við 10 heiðurmerkjum var ein góð kensla. Hvat fyri mál hevur tú sett tær fyri 2016? Míni mál eru at klára meg væl til kappingar, seta persónlig met og altíð gera mítt besta, so fáa vit at síggja hvussu langt tað røkkur. Hvør er tín ítróttarfyrimynd? Mínar ítróttarfyrimyndir eru Pál Joensen og Katinka Hosszu, ið er ein svimjari úr Ungarn. Pál er mín fyrimynd, tí hann veruliga hevur víst okkum, at viljin drívur verkið, og at hann klárar at gera seg galdandi millum teir fremstu í heiminum, umframt hetta er hann ein fantastiskur liðfelagi. Katinka Hosszu er mín fyrimynd, tí hon er ein sera dugnaligur svimjari, ið hevur fleiri heimsmet. Vikan ið fór Andrew av Fløtum boðar frá á in.fo, at hann gevst at spæla fótbólt, 20 ár eftir at hann spældi sín fyrsta dyst fyri felagið. Hann hevur bara spælt fyri HB í Føroyum. Í grein í Sosialinum sigur hann, at tað var av tilvild, at hann fór til HB sum ungur. Rafael Benitez verður koyrdur sum venjari hjá Real Madrid. Í hansara stað kemur ein av heimsins bestu fótbóltsspælarum, Zinedine Zidane. Hann vinnur fyrsta dystin 5-0. Finnur Justinussen og Fremad Amager leingja samstarvið við hálvum ári, meðan U21 landsliðsmiðvallarin Jonas G. Hansen, skiftir til FC Helsingør. VÍF vinnur oddadystin í FTZ- deildini, tá H71 er á vitjan. Úrslitið merkir, at H71 bara hevur fingið eitt stig í trimum dystum. VÍF er nú favorittur at koma í FM finaluna saman við hoyvíkingum. Sára Ryggshamar Nysted setur trý nýggj føroysk met í fyrstu kappingini nakrantíð í Páls Høll. Hetta er somuleiðis fyrstu ferð, at nakað met er sett á langgeil á føroyskari jørð. Í so máta bleiv Sára søgulig á svimjustevnuni hjá SuSvim. B68 er fyrsta liðið í Føroyum, sum fær spanskar fótbóltsspælarar. Talan er um 30 ára gamla Pedro Tarancon Anton, og 28 ára gamla Carlos Quintana Herrero. Brynja Rógvadóttir blívur púra óvæntað stóra hetjan, tá kvinnuliðið hjá VÍF vinnur 25- 24 á Kyndli í landskappingini. Hon skorar ikki færri enn 13 mál. Tað seinasta og avgerðandi við brotskasti. ...við ítróttinum ÍTRÓTTAR UMMÆLI 5 SKJÓTIR Heitið á dokumentarinum vísur til tíðina, sum Ben Johnson rann teir hundrað metrarnar í Olympisku finaluni í Seoul í Suðurkorea í 1988. Orsøkin til stjørnuna, sum er viðmerkt aftanfyri er, at Ben Johnson seinni sama dagin bleiv kolldømdur fyri doping. Dokumentarurin fylgir teim­ um átta, sum runnu tann dagin. Millum annað heim­s­kendi Carl Lewis, sum bleiv nummar tvey, men eftirfylgjandi fekk gull­ heiðurs­merki. Carl Lewis er ein maður við sterkur meiningum, og er ikki knallaður fyri doping. Hann heldur lítið um at­burðin hjá Ben Johnson, ið er hansara kappingarneyti. Dokumentarurin fylgir tví­ dystinum teirra millum fram til OL finlauna. Her síggja fleiri tekin um, at Ben Johnson, sum er úr Kanada, ikki spælir heilt reint. Tú sleppur somuleiðis heilt tætt at Ben Johnson, sum í dag fyllur lítið í mun til tá. Ikki í kropsvekt, men í heimsmyndini. Hví endar ein maður sum Ben Johnson við at brúka doping. Eisini verður hugt eftir hinum, sum runnu í finlauni. Onkur av teimum hevur síðani verið tikin fyri doping, meðan aðrir halda at teir eru snýttir fyri heiðursmerki, tí teir hava runnið móti snýtarum. Dokumentarurin hevur nógv­ ar góðar myndir frá finaluni og tíðini kring 1988, men tað er eisini hugaligt, at tað verður tosað við allar rennararnar aftur. Hvat teir hava upplivað síðani, og hvussu teir síggja finlauna í dag. 100 metrar finalan í Seoul í 1988, er ein tann mest umtalaða finalan naktantíð. Hetta er søgan um hví – og hvussu. HYGG EFTIR HONUM UM: Tú minnist hvør Ben Johnson er, ert fjeppari av renning ella kundi hugsað tær ein læriríkan dokumentar heldur enn okkurt roksut ”Reality TV IKKI HYGGJA EFTIR HONUM: Um tú ikki ætlar at læra nakað, og ivast millum Familjen på Bryggen og dokumentarinum. HVUSSU ER DOKUMENTARURIN AT HYGGJA EFTIR: Frálíkur. Tú veðrur drigin aftur til 1988, og so kastaður aftur og fram millum fortíðina og nútíðina, men upp á ein góðan máta. HVAT SIGUR TÚ? Ert tú týpan, sum kann hyggja eftir nógvum ítrótti, og dámar eitt sindur av bakgrundsvitan, so go for it. Ummæli av ítróttar bókum, sendingum, dokumentarum og øðrum ítróttarligum hendingum… ★★★★★★ Petur Mittún, venjari hjá H71, segði sum var, tá H71 tapti fyri VÍF mikukvøldið Brynja Rógvadóttir, um at skjóta avgerandi brotskastið í dystinum móti Kyndl – Eg eri nøgdur við innsatsin hjá okkara monnum, men at vit so tapa, tað er so nakað helvitis lort – Eg visti slett ikki hvar eg skuldi skjóta, tí eg hevði skotið allastaðni. Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Sára Ryggshamar Nysted Aldur: 15 Ítróttur: Svimjing Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1 Hvussu nógv mál skoraði Brynja Rógvadóttir fyri VÍF móti Kyndil? 2 Sára Ryggshamar Nysted gjørdist søgulig leygardagin, hví? 3 Real Madrid hevur aftur skift venjara. Hvussu eitur forsetin í felagnum, sum ikki klárar at standa við ein venjara? 4 Málverjin hjá VÍF monnum hevði 18 bjargingar í dystinum móti Kyndli. Hvussu eitur hann? 5 Bæði ein spælari hjá Barcelona og hjá Real Madrid skoraðu hattrik um vikuskiftið. Hvørjir eru teir? 6 Swansea tapti fyri einum fjórðudeildar felagið í FA Cup, hvørjum? 7 Hvat nummar var Andrew av Fløtum hjá HB? 8 Hvør er spælarin á myndini? ? 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Quizzin, svar: 1: 13, 2: Fyrsti nakrantíð at seta met á langgeil í Føroyum, 3: Florentino Perez, 4: Niklas Simonsen, 5: Lionel Messi og Gareth Bale, 6: Oxford United, 7: 10, 8: Finnur Hansson Dokumentarurin: 9.79*