Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. januar 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. januar 2016 · Nr. 5 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Í Føroyum eru vit seinastu meira enn 100 árini von at stýra einum samfelag, sum hevur búskapar- vøkstur. Sjálvandi hava tað verið styttri tíðarskeið, har vit hava havt aftur- gongd, men hyggja vit søguliga at gongdini, so hava vit havt vøkstur síðani Trappubrøðurnir í 1870-un- um keyptu sluppina Fox. Vøksturin hevur lært okkum ein hátt at stýra samfelagnum uppá. Hetta duga vit hampuliga væl, men tá ið tað kemur til tað, sum vit nærkast nú – steady state – einari meira javnari linju, sum ikki longur peikar uppeftir, so eru vit heilt uttan royndir. Magni Laksáfoss, Sambands- flokkurin, er búskaparfrøðingur og hevur serligan áhuga at tryggja, at føroyska samfelagið heldur fram at hava búskaparvøkstur. -Tað eru fleiri orsøkir til, at tað er umráðandi at vit hava vøkstur í búskapinum. Ein av teimum er, at fyri hvørt prosent bruttotjóðar- úrtøkan veksur, so veksur fólka- talið í Føroyum við 85-90 fólkum, sigur hann. Magni Laksáfoss sigur, at síðani fyrsta tjóðarroknskapin í 1962 og til nú, kann staðfestast, at fólkatalið í Føroyum flytur seg eftir, hvussu stórur ella lítil búskaparvøksturin er. – Vit eru nú sløk 50.000 fólk í Føroyum. Tað sæst, at fólkatalið er vaksið við tí betraða búskapinum vit hava havt seinastu árini, men skulu vit blíva fleiri her á landi, so er neyðugt at vit fáa búskapin at vaksa aftur, sigur tingmaðurin. Tilfeingið Magni Laksáfoss er sannførdur um, at skal búskapurin fáa eitt kvink uppeftir nú, so er neyðugt at vit virðisøkja tað, sum vit hava atgongd til av tilfeingi. Tað snýr seg fyrst og fremst um fiskatilfeingið, men eisini tað, sum alivinnan framleiðir, skal helst virðisøkjast uppaftur meira. – Uppsjóvarkvoturnar og høgu prísirnir á aldum laksi góvu okkum tað seinasta kvinki uppeftir. Júst nú flatar kurvan út, tí tað er onki sum bendir á, at okkara atgongd til tilfeingi verður betri enn nú. Tí mugu vit virðisøkja tað sum vit hava, fyri at fáa ein betri búskap – og harvið fólkavøkstur, sigur hann. Sambandstingmaðurin er partur av teimum sum halda, at tað nyttar ikki nóg mikið at skera lagkakuna nógv øðrvísi. Hann hoyrir til teirra, sum halda, at tað ræður um at vaksa lagkøkuna, so meira verður at býra og stykkini verða størri. – Vit kunnu seta okkum sum mál, at fólkatalið skal hækka, so vit verða 60.000 í Føroyum, men gera vit tað, so mugu vit eisini tryggja okkum, at bruttotjóðarúrtøkan verður dupult so stór sum nú. Tað ber til, sigur hann. Men hann leggur afturat, at skal hetta henda, so er neyðugt við einum nýggjum búskaparligum »regime«. Loysnirnar mugu gerast á ein annan hátt enn tær, sum eru brúktar meðani vit hava havt vøkstur. – Tað má til, um vit enn einaferð skulu fáa vøksturin at kvinka rætta vegin, sigur hann. Magni Laksáfoss hevur alla tíðina tosa fyri, at vit eiga at brúka teir fakligu førleikarnar vit hava í Føroyum. Tað hevur ofta víst seg tungt, men júst nú er hann eitt sindur meira bjartskygdur. – Eg haldi eg tori at siga, at hugburðurin er betri nú enn hann var, tá ið eg fór úr politikki í 2011, sigur Magni Laksáfoss. Pensjónin avgerandi fyri framtíðar Føroyar Umframt at vera partur av tingbólki Sambandsfloksins, so er Magni Laksáfoss eisini búskaparfrøðingur MELDURIN Magni Laksáfoss: DUGA AT STÝRA Í VØKSTRI – IKKI Í »STEADY STATE« Árni Gregersen – Eg fari at gera mítt allarbesta fyri at vit fáa eina semju um eina pensjónsskipan. Pensjónsskipanin fer at hava avgerandi týdning fyri framtíðar Føroyar. Magni Laksáfoss er limur í pensjónsbólkinum, sum hevur fyrsta fundin í Vágunm í dag. Pensjónsskipanin hevur verið viðgjørd í fleiri ár og allir arbeiðs- takarar byrjaðu fyri nøkrum árum síðani at gjalda inn til egna pensjón. Hetta er ein ætlan, sum hevði til endamáls, at tá ið 15 ár eru farin, so skuldu øll gjalda 15 prosent inn til egna pensjón. Tað sum endalig semja ikki var fingin um var, hvussu pensjónin skal útgjaldast aftur og hvussu verður við fólkapensjónini, sum vit hava kent hana til í dag. – Vit mugu finna eina skipan, sum er ein breið semja. Vit mugu duga at gera semjur sum røkka longur enn bert eitt valskeið, sigur Magni Laksáfoss. Broytingar eru hendar Samstundis sum nýggja sam- gongan kallaði inn til fundin í Vágum í dag, so viðgjørdi Løg- tingið eitt uppskot frá lands- stýrinum, sum gjørdi prinsipiellar broytingar í pensjónsskipanini, sum vit hava kent hana. Higartil hevur ein føst grund- upphædd verið í fólkapensjóni. Grundupphæddin er skattafrí ogøll fáa hana – har verður onki mótrooknað. Hendan grundupphæddin er ikki hækkað síðani 1999, men fyri nógvar pensjonistar hevur hetta verið ein trygg inntøka, sum tey kennafult út. Upphæddin hevur higartil verið góðar 3.000 krónur um mánaðin. Undan jólum samtykti sam- gongan so at lækka hesa upp- hædd. Í staðin fyri hækkaði inn- gjaldið í Samhaldsfasta og stýrið hevur síðani avgjørt, at útgjaldið eisini hækkar. Fyri einstøku pensjonistarnar hevur hetta ikki tær stóru broyt- ingarnar við sær, men gjaldið úr Samhaldsfasta, sum við upp- skotinum hækkaði 2.500 krónur verður skattað. Andstøðan var ímóti at lækka grundupphæddina og hevur eftir nýggjár havt ein fund. Á hesum fundi samdust and- støðuflokkarnir um, at tá ið tey sleppa framat aftur, so verður grundupphæddin hækka til tað sum hon var til 31.desember 2015. At samráðingarnar um samlaðu pensjónsskipanina eru vorðnar torførari nú, er neyvan nakað at ivast í. Arbeiðið í pensjónsbólkinum verður rættuliga avgerandi fyri viðurskiftini í framtíðar Føroyum