Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. januar 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 13. januar 2016 · Nr. 5 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 MELDURIN Árni Gregersen Hann er ikki nýggjur á tingi, Magni Laksáfoss, men hann hevur verið burturfrá í eitt valskeið. Nú er hann aftur partur av tingbólkinum hjá Sambands. flokkinum. Á valinum 1.september í fjør var hann valdur á ting aftur við 374 atkvøðum. – Tað sum hevur mín stóra áhuga er samfelagsbúskapurin. At arbeiða fyri at vit brúka vitan um búskapin í politiska arbeiðnum. Magni Laksáfoss er búskapar- frøðingur, so tað er sjálvandi nær- liggjandi, at áhugin fyri samfelags- búskapi hevur hansara stóra áhuga. – Í politisku skipanini er tað eitt val. Vit kunnu velja at fylgja fakkunnleikanum ella vit kunnu velja hann frá. Sjálvur eri eg sann- førdur um, at vit eiga at brúka tann fakkunnleika, sum vit eiga í landinum, sigur hann. Magni Laksáfoss heldur, at vit í Føroyum hava ein hollan fakkunnleika á nógvum økjum. Hann heldur, at vit kanska ikki duga alt, men á nógvum økjum duga vit 80 prosent av tí, sum skal dugast, men vit brúka bert tey 20 prosentini. – Hetta er ikki serliga skilagott, tá ið vit hava vitanina í landinum. Vit eiga at brúka okkara førleikar heldur enn bert at velja teir frá, sigur búskaparfrøðingurin. Miseydnað orðaskifti Í Føroyum er tað ofta soleiðis, at kjak sum áttu at verði mennandi og gevandi ofta fara av sporinum, tí fakfólk verða sett til síðis. – Og tit sum journalistar hava ein stóran part av skyldini. Tit skulu altíð finna onkran, sum hevur eitt mótargument, men tey argumentini eru ikki altíð nóg væl grundað – ella nóg valid, heldur Magni Laksáfoss. Hann tekur sum dømi, at kemur ein havfrøðingur við onkrum argumenti, so finna journalistarnir ofta ein útróðramann, sum argumenterar ímóti. Argumentini hjá útróðramanninum byggja ofta á egnar royndir, meðani tær hjá havfrøðinginum byggja á vísinda- ligar kanningar. – Hetta ger, at vísindafólk ofta ikki tíma at fara alment út við grundgevingum, tá ið tey verða javnsett vísindaliga við ein út- róðrarmann, sigur Magni Laksá- foss. Tað eru slíkar avsporingar av kjaki, sum ger at vísindafólk ofta halda seg aftur við at taka lut í almennum kjaki, sigur hann. Steady state Magni Laksáfoss er ógvuliga upp- tikin av at vøkstur verður skaptur í føroyska samfelagnum. Hann plagar onkuntíð at siga, at av teimum 33 tingfólkum sum eru, eru okkurt um tey 30 upptikin av útreiðslunum á fíggjarlógini, meðan kanska einans trý hugsa meira um at skapa inntøkur í samfelagnum. -Sjálvur eri eg millum tey trý, tí eg veit at tað er avgerandi fyri menningina í Føroyum, at vit tryggja vøkstur í samfelagnum. Í løtuni eru vit á toppinum, men samstudis eru vit komin hartil, at vit hava troytt okkara møguleikar við vøsktri, sigur hann. Serliga er tað tilfeingið, sum ikki longur er vaksandi. – Vit eru von at stýra í einum samfelagið við vøkstri, men vit duga illa at taka avgerðir í tí sum verður nevnt “steady state”-støð- um. Hetta er eitt samfelag, har vøksturin er flataður út, sigur hann. Vøksturin í bruttotjóðarinn- tøkuni er komin úr okkara til- feingi í sjónum, frá blokkinum og frá føroyingum, sum arbeiða uttanlands og so frá ferðavinnuni og útflutningi av útgerð til fiski- vinnuna. Magni Laksáfoss sigur, at vøksturin í fiskatilfeinginum er komin á toppin – blokkurin minkar heldur enn veksur og tað sama er við inntøkum hjá føroyingum, sum arbeiða uttanlands. Í útflutningi av útgerð til fiski- vinnuna og í ferðavinnuni eru vakstrarmøguleikar, hóast teir eru avmarkaðir. Okkara størsti møguleiki uttan iva at fáa meira burtur úr tilfeinginum, sum vit hava at- gongd til. Vit mugu virðisøkja fiskin so nógv vit kunnu og so selja hann heldur dýrari, sigur Magni Laksáfoss. Virðisøking Júst hetta við virðisøking er nógv á manna og politikaramunni í hesum árum. Bæði vinna og politikarar vilja, at meira fæst burturúr hvørjum kilo av fiski og hvørjum kilo av laksi, men ymsar forðingar eru fyri hesum. Til dømis hevur Varðin í Gøtu slept ætlanunum um at byggja eitt niðursjóðingarvirki, tí tollforðingarnar á evropiska mark- naðinum eru ov stórar. (Hevur hetta verið alment frammi? Eg vil helst ikki vera tann sum fer alment út við tíðindum frá einum privatum felag.) – Men tað stuttliga er, at hug- burðurin er broyttur. Nú er ein betri vilji til at skapa fortreytir fyri at virðisøkja meira. Vit eru kanska ikki komin hartil, at vit handla, men vit hugsa øðrvísi, so tað er vón fyri framman, heldur Magni Laksáfoss. Hugburðurin er broyttur – og viljin er eisini har Skulu vit gerast fleiri í Føroyum og skulu vit hava búskaparvøkstur, so má meira fáast burturúr okkara tilfeingi Magni Laksáfoss Sambandsflokkurin • 46 ár • Giftur, tvey børn • Útbúgving: Cand.polit. • Fyrrverandi landsstýrismaður við fíggjarmálum • Valdur á ting 2008-11 og frá 1. september 2015