týsdagur 12. januar 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. januar 2016 · Nr. 5
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í Kerit í Havn búgva Fransiskanara-
systrarnar. Kerit er einasta nunnu-
kleystur í landinum. Vit góvu okk-
um meiri far um tær hvíttklæddu,
internationalu nunnurnar fyrr, enn
vit gera nú. Búnin er einfaldari, og
tær eru bara fimm eftir í Varðagøtu,
nú vit eru farin inn í nýggja árið.
Leygardagin var tann elsta av
teimum, Maria Stinissen ella systir
Maria Thérèse, sum vit nevndu
hana, borin út í kirkjugarðin við
Velbastaðvegin, har tríggjar aðrar
fransiskanarasystrar eru jarðaðar
seinastu mongu árini.
Maria Thérèse var ein úrmæl-
ingur innan sítt øki. Haldi, eg tori
at brúka so stór orð. Hon hevði
útstráling og autoritet. Eingin
ignoreraði hana, tá hon hevði
orðið. Øll lurtaðu, tí hon var so
væl at sær komin, strukturerað,
djúptøkin og altíð væl fyrireikað.
Í 1953 varð hon send til Føroyar
undir loysunarorðinum: at tæna. Í
Føroyum byrjaði hon sítt virkna
bønar- og skúlalív, harav 10 ár
sum skúlastjóri og annars lærari í
Sankta Frans skúla.
Maria Thérèse Stinissen var
belgisk, fødd í stórbýnum Ant-
werpen í mars 1923. Tá hon kemur
til Føroya, er hon búgvin og greið
yvir tey bindandi lyfti, ið fylgdu
við lívsverkinum. Tað snúði seg
um lýdni, persónligt fátækradømi
og at liva í cølibat. Máltrupulleikar
hava sjálvandi verið øgiliga stórir
hjá systrunum, men samanumtikið
lærdu tær føroyskt væl. Maria
Thérèse var ein teirra, ið lærdi tað
væl og virðiliga. Sum nakar dugdi
hon at laga seg til føroysk viður-
skifti og at málbera seg vandaliga
á okkara máli. Skrivaði eisini
føroyskt raðið og lýtaleyst. Hon
myndaði skúlan øll sjeytiárini við
hegni og framúr myndugleika, tí
gløgg og mentað var hon sum fáur.
Tað er ikki so langt síðani, at vit
prátaðu um eina farna tíð báðar.
Systir Maria Thérèse hevði tá verið
60 ár »føroyingur«, sum hon so
brosandi tók til. Henda dagin vóru
tað »nonnudukkurnar«, vit tosaðu
um, ið mangur vildi vinna og ogna
sær í nonnubasari á ólavsøku.
Maria Thérèse greiddi frá, at ein
polsk systir, ið nevndist Gwalberta,
gjørdi andlit til dukkurnar úr
pappi, ið hon evnaði til í einum
formi. Hetta vóru ársverk, ár undan
ári. Kropp, armar og bein gjørdi
hon fyrimyndarliga og seymaði
klæðir uppá tær. Skemtiliga tók
Maria Thérèse til, at pápar gingu
aftur árið eftir fyri at vinna eina
aftrat, tí ein dóttir var komin síðani
seinastu ólavsøku. Tað var sannur
gravgangur eftir dukkunum um
alt landið. Í sama viðfangi nevndi
hon, hvussu umráðandi tað var at
fáa inntøkur til rakstur av skúla og
barnagarði. Ólavsøkubasarurin og
tombola var teirra lívsnerv, tí tað
galt um at reka alt so bíliga, sum
til
bar.
Ólavsøkuaftansmorgun
klokkan 4 vóru 5000 slikkipinnar
lidnir og klárir at selja, og 10 tús-
und tombolapakkar, ið lógu í
fiskidammum. Forvitnisligir lutir
vórðu ballaðir inn í avíspappír, ið
systraskipaninin fekk sendandi
úr Belgia og Hollandi. Hetta vóru
tinganest, ið vóru púra fremmand
hjá føroyskum børnum. Tíverri
tóku tvørleikar seg upp, - ov
nógvur tollur skuldi knappliga
gjaldast uppá hesar sendingar, og
tí vórðu tað føroyskir veitarar, ið
tóku yvir. Tá byrjaði hugurin at
»fiska« so líðandi at dala. Nú var
hetta eksotiska ikki longur inni í
avíspappírinum. Seinasti ólavsøku-
basarurin var í 1972.
Tá hugleiðast skal um systir
Mariu Thérèse, so nevndi hon
eisini ta tíðina, tá systrarnar høvdu
kúgv, høsn og ein stóran, vælrøktan
køkshava og urtagarð. Alt vaks so
væl í lægdini eystanfyri kleystrið
í Varðagøtu. Heimanífrá høvdu
fleiri systrar royndir í garðabrúki,
og tær tóku við avbjóðingini. Tað
kom heilt ofta fyri, at Hotel Hafnia
spurdi eftir salati og grønmeti, tá
serligir gestir gistu á eini føroya-
ferð, og hon nevndi eisini onkra
kongavitjan.
Alt hevur sína tíð, stendur í
skriftini. Soleiðis fór tíðin eis-
ini frá tí skipanini, ið byrjaði
við
Fransiskanarasystrunum
í
Føroyum í 1931. Seinni, í 1966 vóru
24 franciskanarasystrar her, ið
vóru ættaðar úr Belgiu, Hálandi,
Onglandi, Írlandi, Spaniu og Pó-
landi. Hesar starvaðust í barna-
garði, vøggustovu, skúla, seymi-
stovu, vaskaríi, urtagarði, køki,
kirkjutænastu o. ø. Í dag eru bara
fimm eftir.
Eitt, ið ikki kann komast uttan
um, tá vit skulu minnast systir
Mariu Thérèse, var hennara hegni,
tá hon fekk marsipandeiggj í
hendurnar. Hon bakaði og gav
marsipaninum skap í øllum rósu-
og blaðlitum og listarligum sniði.
Eyguni festu seg ikki bara við
litríku kakuprýðini, nei, brellbit-
arnir bráðnaðu sum smør aftur-
við
kaffinum.
Onkur
nevndi
herfyri, at hon hevði undirvíst
í júst køkuprýðing, áðrenn hon
kom til Føroyar í 1953. Um jóltíðir
fyri stuttum, var hon eisini við
í jólabakstri. Vandaliga skuldu
ingrediensirnir til ta hálovaðu
»Christmascake«
vigast.
Hetta
er køka, ið stendur og ger seg til
í tveir mánaðir. Uppskriftin er
komin í kleystrið úr heimlandinum
hjá einari av systrunum. Eingi jól
uttan Christmascake. Tað siga tær
á hvørjum ári.
Tørvurin hevur helst verið
stórur, tá katólsku fransiskanara-
systrarnar byrjaðu sín lívsgerning
í Føroyum. Tær royndu seg við
húsarhaldsskúla, barnagarði og
vøggustovu og seinast í ´60unum
við forskúla, men skúlin man helst
eiga teir varandi varðarnar, ið nú
hevur meir enn 82 ár á baki. Systir
Maria Thérèse, ið var læraralærd,
var skúlastjóri í Sankta Frans skúla
eitt tíggjuáraskeið, frá 1970 til 1980.
Ein gløggur og sálarliga sterkur
skúlaleiðari. Tá hon fór frá sum
stjóri, byrjaði hon hóvliga at leggja
til rættis yvirtøkuna, ið skuldi fara
fram í 1985. Tá skuldi skúlin takast
úr tí privata rakstrinum og gerast
kommunalur.
Hesa
handfaring
dugdi hon sum nakar, diplomatisk
og myndug, sum hon var. Skúlin
gjørdist kommunalur, men ongan-
tíð kom støkkur í. Sambandið
millum skúla og systrarnar hevur
verið
fyrimyndarligt.
Trúliga
hava tær fylgt við skúlagongdini í
grannalagnum og koma inn á gólv-
ið til serligu skúlahøvini, ið eru.
Eitt so øðrvísi foldarlív loyvir
man sær at siga. At fara heimaní.
frá, kvetta við so gott sum alt, - við
familju og heimstað við trúnni
uppá, at man kann gera nakað
munagott fyri tey, ið treingja, dugir
man ikki rættiliga at skilja. Maria
Thérèse helt seg ongantíð síggja
nakra neyð her í Norðuratlants-
havi í mun til, hvat aðrar systrar
upplivdu úti í heimi. Tankin bar
mangan við hana, at hon kanska
hevði dugnað betur aðrastaðni, men
her varð hon send og kleysturlívið
í Føroyum sannførdi hana um, at
hon var føroyingur. Øll hesi mongu
ár millum føroyingar elvdu til, at
her vildi hon eisini doyggja.
Á trettanda loysnaði Maria
Thérèse úr foldarlívinum. Hon var
virkin næstan til tað seinasta. Í
fylgi við systir Ceciliu spákaðu tær
í plantaguni og í býnum so seint
sum tíðliga í heyst. Hon var takk-
som fyri lívið og nevndi av og á, at
hon var móð. Tað kendist sum hon
onkunsvegna riggaði av.
Bæriliga persónligheitin, krops-
burðurin og myndugleikin stendur
eftir hjá okkum, ið kendu teg.
Poulina Slættanes
NØVN
Minnisglottar um
systir Mariu Thérèse
Til minnis um
Johannes Jul Askham
Bráð berast deyðsboð á hvørjum sinni -
hóast tað hómaðist innast inni –
at leiðin ’mót sýnuni bar.
Stinnur tú stríddist – svágur mín góður –
illa av sóttini píndur og móður,
seinasti lívsneistin sløktur tó varð.
Svárt svíður saknur – vinsæli svágur –
góðlyndi átti tú meiri enn fáur,
trúfastur øllum við vissu tú royndist,
mest tínum nærmastu – ikki tað loyndist –
heimkærur – heimið tín stoltleiki var,
fjálga og fríðka var fragdin hjá tær.
Hjálpsamur – ikki tú royndi at loyna -
elskaði løtur á bønum í hoyna,
heystardag – fagnaður, gleði og gaman -
løn fyri stríð - okur fegnaðust saman.
Mannabørn spáa – men Gud hann man ráða,
víst okur vónaðu løturnar fleir’,
tímaglas tømist - ei okur gáa –
brátt – bert eitt bil – og tað rennur ei meir.
Minnini mongu um lívsglaðar løtur,
hópast í hugi við skilnaðargøtur,
eins og ein dýrgripur er hendan røð -
sum sólfyltar løtur á Gjógvará bø.
Ærað veri minnið um teg – hvíl í friði kæri svágur.
Gjógvarávegur 11