Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. januar 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 13. januar 2016 · Nr. 5 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Siti og hyggi yvir á brúngrønu húsini á Dalinum, sum eru nakað broytt og vóru málað gul í mínum uppvøkstri. Heimið »á Dalinum« dró at sær og savnaði familjuna. Her búðu omma og abbi, Mourits-pápabeiggi, og her giftust Oda-fastir og Sven inn. Her høvdu vit mangar, góðar og ógloymandi løtur. Nú er seinasta ljósið á Dalinum slóknað, og har tað fyrr var nógv lív og virksemi, er nú hvirt og øskukalt, men minnini eiga vit, og gott er at kenna hitan av hondum, ið sleptu. - - - - - - - - - - Sven var úr Rituvík. Hann varð borin í heim hin 30. oktober í 1924. Foreldur hansara vóru Kristina og David (Dávur). Sven var elstur av níggju systkjum - seks systrar og tríggir beiggjar. Eitt tíðarskeið búði ein genta hjá teimum eisini. Nú eru bara tvær systrar eftir á lívi. Sven upplivdi eina tíð, ið okkara ættarlið bara hevur hoyrt um, og Sven segði onkuntíð frá hendingum undir krígnum og frá ymiskum, ið hann hevði upplivað. Sven tókst við ymiskt fyrifall- andi og var til sjós, sum ungur. Oda og Sven vóru trímenningar og vistu um hvørt annað, men tað var í Havn í ungdómsdøgunum, at tað rann saman teirra millum, hevur Sven sagt mær. Tey bæði giftust inn á Dalinum, har mangt var at takast við, tí tey høvdu bæði neyt og seyð. Sven fall til í Klaksvík. Hann var við »Ørvi«, sum Poul Jacob, svágur hansara, førdi, og hann arbeiddi á Stongunum. Eisini arbeiddi hann á Klaksvíkar Ullvirki, sum vit nevndu Spinnaríið, og einaferð var hann leiðari á Vaskarínum, sum æt Klaksvíkar Dampvaskarí, men nógv tey seinastu árini arbeiddi Sven á Tog- og Snørisvirkinum. Sven tók lut í tí, ið var at gera við hús, og hann setti niður epli, bygdi eitt lítið hús uppi á Fossum, har hann hevði “køkkenhave” ella kálgarð og fekk ymiskt at vaksa. Bát og neyst átti Sven og var á floti. Onkuntíð sluppu vit við Sven á víkina við snøri í ljóstgrøna bátinum, ið fekk navnið »Oda«. Á neystaloftinum hevði Sven gjørt eitt rúm, har tey plagdu at hugna sær, og har bakaði Oda pannnukøkur á primus. Tað var mangt, ið Sven hevði áhuga fyri og vildi nema sær kunn- leika um, og hann gekk í kvøldskúla og tók brævskúla. Sven hevði virðing fyri tí, ið gamalt og søguligt er. Hann var limur í Norðoya Fornminnafelag og sat einaferð í nevndini har. Sven las rættiliga nógv. Tað vóru skaldsøgur og mangt annað tilfar. Hetta festi seg í minninum, og tí visti Sven nógv um alt møguligt og var áhugaverdur at práta við. Hann loysti krossorðagátur, har eisini krevst ein ávís vitan, men tað stóð ikki á at loysa gáturnar. Lítillátin var Sven og gjørdi lítið um seg. Honum dámdi ikki at vera miðpunktið nakrastaðni. Sjálvrós og reyp var honum fjart, so tað munnu vera fá, ið vita um hansara dygdir, og at hann hevði listarligar gávur, gott hugflog, dugdi at tekna, mála, skera úr træ o.m.a. Einaferð gjørdi Sven mær eina dukkuvøggu, og systir mín fekk dukkustovu við smáum møblum, sum Sven hevði gjørt. Har var lítil lampa, ið lýsti, og málningur av Klaksvík hekk á bróstinum í hesi lítlu stovuni. Alt væl úr hondum greitt. Hendurnar hevði Sven góðar. Tað lá til familjuna at fáa alt at bera til, plagdi Oda at siga. Hon tók til, hvussu væl systrarnar dugdu at seyma og skapa. Sven var røkin og vælgerin. Tað mundi hann læra frá barni, tí Sven segði mær við einum smíli, at hann og elsta systirin plagdu, sum børn, at hjálpa til við hús. Tá lærdi systirin hann, at meðan tey hampaðu og vaskaðu, skuldu tey ímynda sær, at tað var sjálvur kongur, ið kom at vitja. So væl skuldi arbeiðið gerast. Oda og Sven hildu alt reint og ruddiligt bæði inni og uttanfyri. Tey nýttu nógva tíð til urtagarðin og fingu einaferð virðisløn frá kommununi fyri væl røktan urta- garð. Sjálvt um Oda og Sven eingi børn áttu, so vóru sum oftast børn í húsinum. Tað vóru vit, systkina- børnini, sum komu – summi meira og summi minni. Tað var mangan leikur og gaman, men ikki minnast vit, at Sven ilskaðist ella deildi nakrantíð. Hann lætst ikki um vón men tókst við sítt. Løgið var, at hann kundi sita í einum stóli og lesa ella loysa krossorðagátur í øllum ganginum, men frá Sven kom einki øvugt orð. Tað var ein dyggur smeitur fyri Sven, tá ið hann brádliga og óvæntað misti Odu hin 16. mars í 2005. Tey bæði vóru góð og tætt knýtt. Eini fyrimyndarlig hjún. Sven segði mangan, hvussu nógv hann saknaði Odu, og hann hevði eina vissu um, at tey skuldu hittast aftur. Hóast hetta tók honum dygt, so fall hann tó ikki í fátt. Sven royndi at læra seg tað húsliga, sum Oda plagdi at taka sær av. Oda var altíð í huganum, og hansara avgerðir vórðu tiknar út frá tí, sum hann visti, at Oda hevði ynskt og viljað. Sven fekk sær teldu men tók einki telduskeið. Hann lærdi seg sjálvur at nýta telduna við eitt sindur av hjálp frá onkrum í familj- uni. Á Facebook og Skype hevði hann samband við familju nær og fjar og kendi seg minni einsamallan av tí sama, segði hann. Sven var familjukærur, fylgdi við, hvat øll tókust við, og hvussu øll høvdu tað. Hann kendi nøvnini á øllum – eisini á teimum smáu børnunum í familjuni. Sven skrivaði eisini á telduna. Hann segði, at hann skrivaði ymiskt gamalt, so tað ikki fór í gloymsk- una. Tað var sovorðið, sum hann mintist foreldur og onnur fólk hava fortalt. Eisini skrivaði hann um ættina og fór langt aftur í tíðina. Sven hevði »humor«, dugdi at skemta og kundi koma við beinraknum og stuttligum við- merkingum. Væl dugdi Sven at lurta eftir øðrum, og hann dugdi eisini at avlesa, hvussu hýrurin var á fólki. Hann tráspurdi ongantíð, men tó lótu fleiri seg upp fyri honum, tí her var eitt vælmeint menniskja, ið fólk høvdu álit á, sum hevði tíð at lurta, vísti áhuga, og Sven kom við góðum ráðum. Sven var ein friðarligur, nær- lagdur, umhugsin, skilagóður, vísur og vitugur maður, ið vildi øllum væl. Vit vóru øll góð við Sven. Hann var ein av okkara. Børnini í okkara familju hildu seg vera heppin at eiga tríggjar abbar, tí sjálvsagt var Sven-abbi, sum tey nevndu hann, roknaður við. Sven var góður við kirkjuna, var trúgvur kirkjugangari, og hann fór í kirkju so leingi, sum hann orkaði, og væl dámdi honum sálmasang. Guds orð varð lisið hvønn dag við hús, eins og hann lurtaði eftir andaligum sendingum í útvarpi og sjónvarpi, og tá ið sálmabókin varð nýtt, so sat hann við sálmabók og sang við. Sven hevði góða heilsu, men tá ið hann var farin um tey nýti, fór heilsan so smátt at bila. Hann varð innlagdur á sjúkrahúsið í oktober mánað. Tað kom eitt og annað uppí. Sven viknaði, og týskvøldið hin 15. desember, sovnaði hann stillisliga – 91 ára gamal. Tá ið vit vóru smágentur, høvdu vit nakað, ið vit kallaðu »Poesi- bøkur«, har vit fingu vinfólk og onnur at skriva í. Tað vóru heilsanir, yrkingar og tílíkt, ið skrivað varð í bøkurnar. Eg eigi mína »Poesibók« enn, og har hevur Sven skrivað heilsu til mín og sett hetta ørindi saman: Mikla mannalív má oss læra endamál at seta hátt, so at slóðin, hvar vit fara, týðulig sæst dag og nátt. Ærað veri minnið um Sven Lamhauge. Betta Minningarorð um Sven Lamhauge Støðgentan flytur til Danmarkar Fríggjadagin 8. januar var hildin ein lítil móttøka á bilstøðini Auto í Havn í sambandi við at støðgentan Tove Midjord gevst og flytur saman við manninum til Danmark at búgva. Tove, sum hevur arbeitt í Auto seinastu 12 árini, eigur børn í Danmark og nú hon skal verða omma flyta hon og maðurin niður, so tey kunnu vera nærri børnum og barnabørnum. Tove sigur, at tað er við sorgblídni at hon sigur farvæl við Auto, sum hevur verið eitt gott arbeiðspláss. Stjórin í Auto, Siggvard Joensen, sigur, at tey á støðini koma at sakna Tove, sum hevur verið ein av teimum góðu støðgentunum. Tove Midjord og Niclas J. Olsen við málningi, sum tey fingu frá Auto