Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. januar 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. januar 2016 · Nr. 5 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið sýndu samkenslu, tá okkara kæri maður, pápi, abbi, langabbi og bróðir John Richardt Lisberg Sumba f. 28.02.1942 d. 15.07.2015 andaðist og varð jarðaður. Takk til tykkum á Hamragarði, ta tíðina hann var har. Takk til Jónsvein Bech fyri góð orð í kapellinum og í kirkjuni. Takk til allar kirkjutænarar, sangarar, gravarar og tøkk til tykkum øll, sum á ein ella annan hátt hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til Krabbameinsfelagið. Takk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara síðsta hvílarstað. Vegna tey avvarðandi Eyðgerð Tøkk Hjartans tøkk øll somul, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá ið okkara kæri bróðir og okkara kæri Sven Lamhauge f. 30.10.1924 d. 15.12.2015 doyði og varð jarðaður. Tøkk fyri blómur og kransar, og tøkk til tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Við ynskjum um eitt av Harranum signað nýggjár. Familjan Tøkk Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá ið kæri maður mín, pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara Hans Jacob Østerø Klaksvík ættaður av Trøllanesi f. 13.06.1934 d. 29.09.2015 andaðist og varð jarðaður. Takk fyri alla sjálvbodna hjálp, sum bæði fløvaði og lætti so væl um, tøkk fyri heilsanir og gávur til Zarepta. Eisini tøkk til ta stóru fjøld, sum kom til jarðarferðina. Eitt av Harranum vælsignað nýggjar, ynskja vit tykkum øllum. Malan og børnini v/ fam. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt, sýndu samkenslu og hjálp, tá maður mín og pápi okkara Kári Petersen Tórshavn andaðist og varð jarðaður Tøkk til tykkum øll, ið sendu blómur, kransar, heilsanir, gávu til Føroya Blindafelag og hjálptu til við jarðarferðini. Eisini øllum tykkum, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað, takka vit hjartaliga. Jenny Jenny og Eyð Reyði Krossur Føroya Vilt tú vera fyrstuhjálpar­ instruktørur? Reyði Krossur skal hava tveir nýggjar fyrstu hjálpar instruktørar. Vit leggja dent á, at fystuhjálparinstruktørarnir í Reyða Krossi halda skeið á høgum pedagogiskum og fakligum støði, ið altíð liva upp til nýggjastu vitanina innan fyrstuhjálparøkið í tráð við altjóða reglugerðirnar. Fyrstuhjálparinstruktørútbúgvingin er ein yrkis útbúgving við krøvum um dagføring av vitanini um fyrstuhjálp. Instruktørútbúgvingin í Reyða Krossi er eitt internatskeið í tveimum pørtum. Longdin er tvær ferðir fimm dagar, samanlagt tíggju dagar, ið enda við próvtøku. Undirvísingin er bæði ástøðilig og verklig. Førleikakrøv: • Fyrstuhjálparskeið (hetta kanst tú fáa í Reyða Krossi). • Skjalprógvaðan førleika at fyriskipa, gjøgnumføra og eftirmeta undirvísing, ið er rokkin gjøgnum útbúgving og/ella gjøgnum arbeiðsroyndir. • Kropsligan førleika at gjøgnumføra verkliga partin av útbúgvingini. Umsóknir við avritum av prógvum og viðmælum skulu sendast: redcross@redcross.fo ella Reyði Krossur Føroya Bryggjubakki 10 Boks 1015 110 Tórshavn Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 31. januar. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Egga Jensen, fyrstuhjálparinstruktør á tlf. 281985/311985. Reyði Krossur virkar fyri at betra trygdina í samfelagnum. Vit læra fólk fyrstuhjálp, tí hetta bjargar lívum. Sum fyrstuhjálparinstruktørur í Reyða Krossi verður tú virkin í heimsins størsta sjálvbodna felagsskapi. Avlopið av fyrstuhjálpar­ skeiðunum fer til sosiala og humanitera virksemi hjá Reyða Krossi. Alt á einum stað Vit útinna allar uppgávur í sambandi við eina jarðarferð frá byrjan til enda • Kistur • Sangir, blómur og kransar • Sangarar (í Tórshavn) • Ervi • Líkflutningur til og úr Føroyum • Líkbrenning (Kremering) • Gravsteinar (Framsýning við Marknagilsvegin 86) Tel. 51 17 23 www.gravarhjalp.fo