Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. januar 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 13. januar 2016 · Nr. 5 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KT-arkivarur á Landsskjala savninum Eitt starv sum KT-arkivarur á Landsskjalasavninum er leyst at søkja. Høvuðsuppgáva Høvuðsuppgávan hjá KT-arkivarinum verður at virka sum samskipari og toghaldari í sam starv in um millum Landsskjalasavnið, landsmyndug leikar, kommunalar myndugleikar og danska Ríkisskjalasavnið í spurning um, sum við víkja avhending av talgildum savnindum (skjølum). Starvsuppgávurnar eru: • at meta um fyrisitingarliga skjalfesting og granskingar dáta, • at góðkenna nýggjar KT-skipanir hjá almennum myndugleikum, • at samráðast við almennar myndugleikar, granskarar og veitarar av KT-skipanum um avhending av dátum og skjølum, • at tryggja, at dáta og skjøl frá KT-skipanum hjá almennum myndugleikum og granskingardata verða skjalfest og kunnu brúkast aftur, • at vegleiða myndugleikar og granskarar, • at hava eftirlit við at myndugleikar hava fyrilit fyri sínum talgildu savnindum (skjølum) og • at hava yvirskipaða umsjón við KT-goymslum hjá Søvnum Landsins. Førleikakrøv: • kandidatsprógv í søgu, fyrisiting/umsiting, samfelagsfrøði ella líknandi, evt. við hjágrein í KT, • innlit í og vitan um almenna fyrisiting og samfelagsviðurskifti, harundir talgilda fyrisiting (e-government), • grundleggjandi KT-førleikar, herundir hollan kunnleika til relationellar dátugrunnar og SQL og XML og innlit í talgilding og dátugrunnaskipanir í tí sambandi, • duga at arbeiða sjálvstøðugt, • duga at skipa fyri og at málsviðgera, og • duga væl at samskifta og samstarva. Eisini er tað ein fyrimunur, um viðkomandi kennir til ymisk sløg av dátum og skjølum, grundreglurnar aftan fyri KT-arkitektur og arbeiðið, sum Landsskjalasavnið ger. Lønar- og setanartreytir Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag. Vit kunnu bjóða Eitt fakliga krevjandi starv við nógvum avbjóðingum og samstarvi við onnur søvn og aðrar stovnar og myndugleikar. Byrjað verður hin 1. mars 2016 ella skjótast gjørligt. Fleiri upplýsingar Umsøkjarar kunnu seta seg í samband við Sámal Trónd Finnsson Johansen, leiðara á Lands skjala savninum, samaltrondurj@savn.fo ella telefon 340530, fyri at fáa meira at vita um starvið. Umsóknir Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast til Søvn Landsins Postrúm 1155 FO-110 Tórshavn ella savn@savn.fo Umsóknir skulu vera Søvnum Landsins í hendi í seinasta lagi 8. februar 2016 kl. 12. Landsskjalasavnið er ein deild undir Søvnum Landsins. Høvuðsendamálið hjá Landsskjalasavninum er at savna, varðveita, skipa, lýsa og røkja søguligar keldur. Harafturat hevur Landsskjalasavnið til endamáls at vegleiða stovnar, hvussu teir skipa og avhenda savnindi. Sí meira á www.savn.fo.